sá meg, sigur Høgni skemtandi. Hetta kappingarárið hevur sostatt nógv at siga fyri tey bæði. Nú verða tað bert minni um tað fyrsta árið, tey høvdu saman. Jannie sigur flennandi, at tann fyrsti mussurin [...] Her kann kanska skoytast upp í, at óansæð hvat, so koma tey bæði helst at standa eina tíð í stovuni hjá Jannie og Høgna. Líkamikið um hon vinnur ella hann vinnur - ella tey vinna hvør sítt. Tí tey eru jú
Fiskimannafelagnum og virkin limur í Amnesty, stóð saman við Amnesty fyri ferðini hjá Lorraine Britten, og hann sigur, at ferðin var ein success fyri báðar partar, og hann hevur sjáldan hitt eina so k [...] og hon leit frameftir, sigur Óli Jacobsen. Hann heldur, at hetta eru eginleikar, føroyingar kundu lært nakað av. Óli greiðir frá, at Lorraine í vikuni fekk høvið at vitja heimið hjá vinkonuni Anette Wang [...] ein virknari og visiónsríkari ungdóm. Spurdur, um vitjanin hjá Lorraine Britten fer at fáa fleiri føroyingar at skriva brøv til avvarðandi hjá Amnesty samvitskufangum, og um vitjanin fær føroyingar at vakna
Fyrsti venjingardysturin hjá donsku greipuvinnarunum úr FC Keypmannahavn aftaná vitjanina í Føroyum var leiktur sunnudagin ímóti týska Hamburger SV. Danska liðið tapti dystin 0-1, men tað var uttan Toda [...] við Føroyavitjanina Sum tey flestu óivað vita, hevur liðskiparin hjá FC Keypmannahavn, Bo Svensson, alment borið fram, at leikararnir hjá FCK vóru ónøgdir við vitjanina í Føroyum. Bo Svensson hevur við [...] og at tað ávirkaði innsastsin hjá donsku leikarunum á vitjanini í Føroyum. Formaðurin í danska felagnum, Flemming Østergaard ella Don Ø, sum hann eisini verður róptur, sigur, at spælararnir hava einki at
Firvaldi, Katrin Sørensen, sigur, at tær hava broytt nógv í róðrinum, og á vestanstevnu gav tað úrslit. ? Vit hava verið væl við í kappingini alt árið, men hetta er so fyrsti sigurin, sigur ein ovurfegin bátsformaður [...] at ivast í hjá okkum, sigur Katrin. Hon leggur at enda afturat, at tær fara at royna at vinna ólavsøkuróðurin eisini. ? Men har er kappingin altíð harðari, tí øll vilja vinna ólavsøkuna, sigur Katrin Sørensen [...] triðja- og fjórðaplássið hava tær eisini roynt. Men leygardagin fingu tær so gullkrónurnar. Katrin sigur, at tær fingu ein góðan start, og at tær lógu frammarlaga allan róðurin. Hon sá væl hinar bátarnar
trupulleiki hjá honum at nýta hana. Hann setti seg sjálvur við henni og lærdi seg at brúka hana. Og tað er ikki nakað óvanligt at fáa teldupost frá Jógvani Gerðalíð. Um tað stendur fast hjá honum, so spyr [...] av betongi. ? Eg havi mest fingist við jørðarbeiði, grevstur og spreingiarbeiði, sigur hann. Hann starvaðist í nøkur ár hjá Landsverkfrøðinginum, har hann millum annað stóð fyri arbeiðinum at gera byrgingina [...] arbeiðsroyndir av sínum eintingum. ? Ja, man kann nokk siga, at eg eri sjálvlærdur, sigur Jógvan. Spurdur, um hvat konan sigur til, at hann er farin aftur at arbeiða á gamalsaldrinum, svarar Jógvan flennandi
ógjørligt hjá starvsfólkunum at skapa ein trivnað fyri børnunum, slær hon fast. Men samstundis leggur hon afturat, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt munandi batar á hesum økinum. Ynskið hjá Ann-Elisabeth [...] pedagogar, heldur hon. ? Ongin orsøk er at fara inn á arbeiðsøkið hjá hvørjum øðrum, men eitt samstarv um heildina á barninum er sera umráðandi, sigur Ann-Elisabeth Joensen, sum er leiðari á frítíðarskúlanum í [...] hava frí, tá tey koma á frítíðarskúlarnar, og tí eigur dagurin at verða tilrættislagdur eftir tí, sigur Ann-Eliasabeth Joensen, sum eisini er næstformaður í Føroya Pedagogfelag. Á skránni á festivalinum
uttandura konsert varð hildin sum ætla. Nýggja Freedom Tower Í New York var 4. juli merktur av, at fyrsti hornasteinurin til tað nýggja Freedom Tower varð lagdur, á staðnum har World Trade Center fyrr lá [...] ella 540 metrar høgur verður bygdur av glasi og stáli, og skal hava eitt torn, ið líkist fakkulinum hjá friðargudinnuni. Friðartornið verður væntandi liðugt í 2009, og verður tá heimsins hægsti bygningur [...] haitibúgvar til trælir, og noyddu teir at grava eftir gullið i námunum. Tær høðru liviumstøðurnar hjá trælunum gjørdu, at eftir uml. 50 árum undir spaniólum vóru upprunafólkið meir ella minni útrudda.
bakinum, landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum kemur og krámar eftir hesum pengum, lat tað so vera, men at javnaðarflokkurin, sum eg havi stuðlað alt mítt lív, skal verða tann fyrsti sum kemur og tekur undir [...] Sólvit Simonsen ??????????? Eg kann ikki lata vera við at taka pennin í hond, tá ið eg lesi grein hjá John Johannesen í Sosialinum í dag, er tað virkuliga so galið at hann umboðar Javnaðarflokkin í grein [...] vita hvat fróðarmaðurin Hendrik Old hevur at siga okkum táið tit koma aftur í Sandoynna, og hvat sigur formaður floksins, harra løgmaður. Nei, John Johannesen tú hevur onki at leggja eftir Páll á Reynatúgvu
suðuri í landinum, har leivdir av tí gamla Taliban-stýrinum framvegis hava stóra ávirkan. Stjórnin hjá Hamid Karzai hevur bara ræðið í økinum við høvuðsstaðin Kabul, og Karzai segði herfyri, at teir lokalu [...] fyrstu mánaðarnar í ár kostaðu sjórænaraálop 30 sjómonnum lívið, stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá altjóða stovninum International Maritime Bureau. Fyrra hálvár í fjør kravdu sjórænaraálopini sekstan [...] sambært IMB hevur ágangurin í ár verið tann ógvusligasti í meiri enn tíggju ár. Norska reiðarafelagið sigur við tíðindastovuna ANB, at eingin norskur sjómaður hevur latið lív í sjórænaraálopum higartil í ár
odda 1-0 bert 15 minuttir fyri leiklok. Venjarin hjá KÍ, Jón Harald Poulsen, sigur, at stóri trupulleikin hjá KÍ í tí dystinum var tann nógvi hitin. Orkan hjá leikarunum fór at ganga undan, so hvørt sum dystur [...] fyri seg likamliga, sigur Jón Harald Poulsen. Venjarin hjá føroyameistarunum sigur eisini, at kappingin hevur verið ein góð fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini. Kvinnurnar hjá KÍ hava nú frí í [...] Metallist Charkow var tað tungt hjá KÍ-kvinnunum at koma fyri seg, og serliga tungt var at fáa vætujavnvágina upp á pláss aftur. Jón Harald Poulsen sigur, at tann fyrsti dysturin sat í beinunum á leikarunum