Eftir at hava vitjað í eina lítla viku er suðurafrikanska kvinnan Lorraine Britten farin heimaftur til "land vónarinnar", sum Suðurafrika mangan verður rópt. Í áratíggjur hevði óndskapurin, myrkrið og yvirgangurin fastatøkur á landinum, men fyrst í nítiárunum lýsnaði, og hol varð sett á eitt nýtt tíðarskeið við støði í fyrigeving millum eitt tvíbýtt fólk, sum skúgvaði egnan hevndarhug til síðis og valdi at hyggja frameftir.
Lorraine Britten var í fjølmiðlunum fyrr í vikuni í sambandi við, at hon fekk hollan stuðul og hjálp frá Amnesty í Føroyum, tá maður hennara sat sum fangi á Robben Island í sjeytiárunum sum offur fyri apartheid-stjórnini.
Tað var fyrrverandi forkvinnan í Amnesty, Anette Wang sáli, sum hevði áhaldandi brævasamskifti við Lorraine Britten í torføru tíðini undir apartheid, og tí var Lorraine í Føroyum í vikuni.
Lívsjáttandi
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum og virkin limur í Amnesty, stóð saman við Amnesty fyri ferðini hjá Lorraine Britten, og hann sigur, at ferðin var ein success fyri báðar partar, og hann hevur sjáldan hitt eina so karismatiska og inspirerandi kvinnu.
- Hon var lívsjáttandi og positiv, hóast hon hevur alla orsøk at vera beisk eftir ta órættvísi og tann óndskap, sum heimsøkti hana og familjuna. Hon lat ongantíð eitt ákærandi orð fella um teir, sum tóku mann hennara til fanga, og hon leit frameftir, sigur Óli Jacobsen. Hann heldur, at hetta eru eginleikar, føroyingar kundu lært nakað av.
Óli greiðir frá, at Lorraine í vikuni fekk høvið at vitja heimið hjá vinkonuni Anette Wang, og tað var kensluborið fyri Lorraine at síggja skrivimaskinuna og telefonina standa rúminum, har Anette hevur sitið ár út og ár inn fyri at ugga neyðstødd fólk úti í heimi.
- Hetta er eitt ítøkiligt dømi um eitt menniskja, sum velur at engagera seg í veruligar trupulleikar, og hvussu stóran týdning hetta hevur fyri neyðstødd menniskju, sigur Óli Jacobsen.
Líkasæla
Fullur av íblástri eftir vitjanina úr Suðurafrika eftirlýsir stríðsmaðurin Óli Jacobsen størri eldhuga og stríðsanda millum føroyingar, og serliga liggur honum á hjarta at síggja ein virknari og visiónsríkari ungdóm.
Spurdur, um vitjanin hjá Lorraine Britten fer at fáa fleiri føroyingar at skriva brøv til avvarðandi hjá Amnesty samvitskufangum, og um vitjanin fær føroyingar at vakna úr dvala, er Óli ivasamur.
- Mínar royndir í Amnesty hava víst mær, at tað er sera torført at fáa føroyingar at engagera seg í veruligar trupulleikar og taka aktiv stig til at hjálpa neyðstøddum menniskjum. Miðskeiðis í okkara vælferðaryvirflóð og luksuslívsstíli er líkasælan eitt høvuðseyðkenni fyri okkum føroyingar, sigur Óli Jacobsen. Hann undirstrikar, at hann skal sjálvur vera tann fyrsti at taka í egnan barm.
Óli Jacobsen hevur eygleitt hetta lyndi føroyinga, og harmast hann serliga um ta líkasælu og tann passivitet, sum eyðkennir unga ættarliðið.
- Idealisman hjá ungdóminum er farin, og tað vísir seg at vera ógvuliga torført at fáa tey úr stólinum. Tað einasta, sum fær ungar føroyingar út á gøturnar, er stríðið fyri fleiri veitslum og betri møguleikum fyri alkoholnýtslu, og tað ger lítlan mun, vísir Óli Jacobsen á. Hann heldur, at tað mangan tykist platt, tá studentar og ungdómar fara út á gøturnar at mótmæla ymiskt, sum í veruleikanum ikki hevur nakran týdning samanborið við t.d. teir trupulleikar, føroyingar júst hava verið vitni til á vitjanini hjá Lorraine.
Luksus
Óli Jacobsen heldur, at føroyingar mangan hava lyndi til at blása upp mál, sum í veruleikanum als ongan týdning hava, og tekur hann dømi frá forsíðu í Sosialinum í seinastu viku.
- Tað, at nakrar stakkals Restorff´s øl ikki verða seldar í Føroyahúsinum, eru reinar bagatellir samanborið við ta neyð og tann óndskap, sum valdar í heiminum, og sum m.a. Lorraine Britten hevur merkt á egnum kroppi. Vit føroyingar skuldu heldur kasta ljós á og engagera okkum í slíkt, slær Óli fast.
Spurdur, hvør orsøkin eftir hansara tykki er til passiva og initiativleysa ungdómin, peikar Óli á materiella støðið í Føroyum.
- Mín niðurstøða er, at bæði okkara ættarlið og tey ungu hava tað ov gott. Tað tykist eins og luksus og líkasæla fylgjast hond í hond, og hetta er syrgiligt, sigur Óli Jacobsen at enda, sum eftirlýsir ein virknari ungdóm og eitt virknari fólk at luttaka í gongdini at gera heimin betri, rættvísari og liviligari.










