Vinnarapar

Kappróðurin snýr seg ikki bert um árabløðrur og góðar tíðir. Tað kunnu Jannie Dam Jacobsen á Jarnbardi og Høgni Jacobsen á Argjabátinum skriva undir uppá. Og Fjarðastevnan í Vestmanna hevði nakað serligt at týða fyri tey.
Fyri fýra árum síðani var nevniliga eisini stevna í Vestmanna. Tá var tað Vestanstevna. 6-mannafør við kvinnum høvdu róð, og 8-mannaførini vóru á veg á sjógv. Jannie var á veg upp eftir dráttinum við Jarnbardi, tá Høgni var á veg niður við áttamannaførunum. Tey sóu sostatt hvønn annan fyrstu ferð á dráttinum í Vestmanna fyri fýra árum síðani.
? Tað var altso hon sum sá meg, sigur Høgni skemtandi.
Hetta kappingarárið hevur sostatt nógv at siga fyri tey bæði. Nú verða tað bert minni um tað fyrsta árið, tey høvdu saman.
Jannie sigur flennandi, at tann fyrsti mussurin kom eftir kappróðurin á Ólavsøku í 2000, tá bæði Jarnbardur og Argjabáturin vórðu føroyameistarar. Men tá róði Høgni, sum er klaksvíkingur, ikki við Argjabátinum.
Tey siga, at tað er ikki so nógv tíð til hugna sær saman, tá ið bæði rógva.
? Venjingin tekur nógva tíð, og við hvørt møtast vit bara í hurðini. Ella at skifta um bil. Tað erer ikki so ofta at man hevur nógva tíð saman. Men okkum dámar so væl kappróður, at tað má bara vera harvið, siga tey.
? Tey siga seg dáma so væl kappróðurin, tí teimum dámar at vinna, og fyri samanhaldið, sum er umborð á bátunum.
Hóast tey ikki rógva í móti hvørjum øðrum á stevnum, so eru tey í kapping við hvønn annan kortini.
Útvarps steypið og Niclas í Koltri steypið verða nevniliga latin tí bátinum, sum hevur havt besta róðurin ígjøgnum kappingarárið, og hvørki Jarnbardur ella Argjabáturin hava tapt nakran róður enn. Báðir bátarnir eru eisini tiltiknir fyri at rógva vakurt. So tað verður spennandi at síggja, um tað verður Jannie ella Høgni, sum fara avstað við steypunum báðum. Her kann kanska skoytast upp í, at óansæð hvat, so koma tey bæði helst at standa eina tíð í stovuni hjá Jannie og Høgna. Líkamikið um hon vinnur ella hann vinnur - ella tey vinna hvør sítt. Tí tey eru jú eitt vinnarapar.

eys