Ann-Elisabeth Joensen er leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø. Hon greiðir frá, at tey hava regluligar leiðarafundir bæði í Tórshavnar kommunu og kring landið. Tað er hesin bólkurin av leiðarum, sum hevur heitt á Synergi um at skipa fyri einum fakfestivali til tey, ið dagliga starvast við børnum beint undir og í skúlaaldri.
? Frítíðarskúlarnir eru eitt pedagogiskt tilboð til børnini. Tað er sera umráðandi at fáa tað sligið fast, at talan ikki er um ein barnagarð. Børnini hava frí, tá tey koma á frítíðarskúlarnar, og tí eigur dagurin at verða tilrættislagdur eftir tí, sigur Ann-Eliasabeth Joensen, sum eisini er næstformaður í Føroya Pedagogfelag.
Á skránni á festivalinum er millum annað fyrilestrar, kjak, pallborð, spurningar, netverk við meira.
Millum evnini, sum verða lýst á festivalinum, eru, hvat frítíð er í nýmótans samfelagnum, eitt boð upp á frítíðarpedagogisku uppgávuna og samstarv millum lærarar og pedagogar.
Danin Stig G. Lund, sum hevur nógvar pedagogiskar royndir innan frítíðarskúlar og heildagsskúlar fer at halda fyrilestur um frítíðarpedagogikk. Hann fer millum annað at koma inn á spurningin, hvat er frítíð í nútímans samfelagnum.
Børn 0 ? 18 ár
Ann-Elisabeth Joenesen leggur dent á, at ein stórur trupulleiki í Føroyum er, at tá børnini náa skúlaaldur, er bert eitt pedagogiskt tilboð til teirra, og er tað eitt ára frítíðarskúli.(Hetta er galdandi í Tórshavn, blaðkv.)
Næstformaðurin í pedagogfelagnum hevur ferðast nógv innan fyri sítt øki, og hon sigur, at í londunum rundan um okkum, er tað púra vanligt, at børn verða bólkað frá aldrinum 0 til 18 ár.
? Í Føroyum tosa vit bert um børn í aldrinum 0-7 ár, tá tað kemur til pedagogisk tilboð.Hví gera vit tað, tá vit hava ábyrgdina av teimum til tey hava fylt 18 ár, spyr Ann-Elisabeth Joensen.
Hon heldur, at tað er av stórum týdningi, at hetta kjakið verður tikið upp í Føroyum og tað ongantíð ov skjótt.
Saknar lóggávu
Frítíðarskúlar eru nakað nýtt í Føroyum. Tann fyrsti kom í Tórshavnar kommunu í 1996. Síðani komu teir so við og við úti á bygd.
Ann-Elisabeth eftirlýsir eina lóg fyri frítíðarskúlarnar. Tað finst ein lóg fyri barnagarðarnar, men hana kunnu tey ikki nýta til nógv í frítíðarskúlunum, sambært leiðaranum á frítíðarskúlanum í Hornabø.
Hon greiðir frá, at í norðanlondum hava tey eina lóg fyri frítíðarskúlarnar. Tað heldur Ann-Elisabeth kundi verðið eitt gott hugskot.
? Vit hava sjálvandi eina stovnsætlan við grundleggjandi pedagogiskum virðum, men tað kann ikki verða sagt ov ofta, at ein frítíðarskúli má ikki metast sum ein barnagarður, og tí áttu vit at havt eina lóg fyri frítíðarskúlarnar, sigur Ann-Elisabeth.
Viðvend verð
Tilboðið um frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu er fyri fyrsta skúlaár. Tað heldur Ann-Elisabeth er alt ov stutt. Hon heldur, at hetta tilboðið átti at verið til børnini í aldrinum 6 til 10 ár.
? Á einum frítíðarskúla arbeiða vit við at menna børnini til at gerast sjálvstøðugar einstaklingar og hvørjum líkist tað, at eittans ári verður nýtt til nakað so týdningarmikið, spyr hon.
Samstundis heldur hon, at tað er løgið og ógvuliga viðvent, at sum støðan er í dag, arbeiða foreldur fulla tíð, meðan børnini eru í vøggustovu og barnagarðaldri. Men Ann-Elisabeth hevur upplivað, at onkur foreldur hava verið noydd at farið niður í tíð, tá børnini fara í annan flokk, vegna manglandi tilboð.
Mangan hevur verðið ført fram, at børn ikki tíma frítíðarskúlarnar so væl. Til hetta svarar Ann-Elisabeth, at tað sjálvandi ikki er galdandi generelt, men har tað er komið fyri, heldur hon, at tað er onki at siga til, tí karmarnir eru onki at reypa av.
? At leiga ítróttarhallir ella hvat tað nú skal vera eru bara lappaloysnir. Tað er als ikki nøktandi, og við so vánaligum karmum verður tað nærum ógjørligt hjá starvsfólkunum at skapa ein trivnað fyri børnunum, slær hon fast. Men samstundis leggur hon afturat, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt munandi batar á hesum økinum. Ynskið hjá Ann-Elisabeth er tó, at stovnar verða bygdir til endamálið.
Fyribyrgjandi
At enda tosar Ann-Elisabeth nakað um tað fyribyrgjandi í at hava frítíðarskúlar.
Hon vísir á, at tað er nakað fyribyrgjandi í at hava tilboð til børn, tá tey koma úr skúlanum, so tey ikki ganga og mala fyri vág og vind, til foreldrini eru liðug at arbeiða.
? Tað er ikki neyðugt, at tað gerst so dýrt. Tað týdningarmesta er, at børnini kenna tað, sum at tey hava ein vaksnan at venda sær til. Eina støð, har tey kunnu koma í teirri frítíð, har tey eisini kunnu fáa íblástur til tað, sum tey hava hug at gera, greiðir hon frá.
Í hesum liggur eisini eitt samstarv millum lærarar og pedagogar, heldur hon.
? Ongin orsøk er at fara inn á arbeiðsøkið hjá hvørjum øðrum, men eitt samstarv um heildina á barninum er sera umráðandi, sigur Ann-Elisabeth Joensen, sum er leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø og næstformaður í pedagogfelagnum.
Eitt pallborð verður eisini á skránni á fakfestivalinum, har millum annað spurningur verður reistur um, hvør politiska ætlanin er við frítíðarskúlunum, og eitt møguligt samstarv millum lærarar og pedagogar.
Tilmelding til hendan fakfestivalin fer fram á heimasíðuni hjá synergi: www.synergi.fo