lagnan er her á fold. Bogi hevði tosað so nógv um Sandoyartunnilin, hann hevði havt so sterkar meiningar um tunnilin, hann offraði so nógv av tíð at tosa um framburðin, sum fór at verða. So bleiv hansara [...] tráuni og fekk altíð okkurt á. Um heystið helt hann eyga við áunum. Eisini setti hann ingul út ymsastaðir, hetta gekk hann upp í við lív og sál og hevði greiðar meiningar um hetta. Eitt, sum eg helt vera [...] ein kendur dykkari. Eg var mangan inni við Boga, har var altíð gott at verða. Foreldrini kjúklaði um henda fitta drongin, sum var teirra eitt og alt. Bogi varð giftur við Henriettu úr Skopun, tey fingu
heldur enn eitt vælmeint íkast til kjakið um varandi orku og umhvørvi. Fyrsti partur av greinini snýr seg um Eiðisverkið. Her verður gamla stríðið frá áttatiárunum um høgtliggjandi útbygging sum alternativ [...] verða umleið ein hálv millión kr. brúktar til hetta um árið. M.a. hava allir 9. floks skúlanæmingar í landinum í fleiri ár verið hjá SEV til ein "temadag" um orkunýtslu. Sostatt hava fleiri árgangir av ungdómum [...] alternativ til Eiðisverkið tikið framaftur. Tá var talan um eitt meira politiskt stríð, sum vardi í áravís, og sum fekk nógva almenna umrøðu, bæði í fjølmiðlunum og á løgtingi. Tað skal tí ikki gerast meira burturúr
at hava ein fund um árið, men forkvinnan leggur dent á, at tað ikki bara er hugnaprát. - Tað er sjálvsagt ikki soleiðis, at vit bara sita og sussa og so siga: Farvæl - vit síggjast um eitt ár. Vit skriva [...] skriva eina frágreiðing, um hvørji evni vit viðgera, eins og eg kunni forsætismálaráðharran um, hvat vit tosa um, so nakað ítøkiligt kemur burturúr. Vónar at síggja Høgna og Anfinn Høgni Hoydal hevur ikki [...] partarnar. Fyri nøkrum árum síðani, tá Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg fóru til Danmarkar at samráðast um fullveldi, var 21-manna-nevndin sett. Her vórðu ymisk evni viðgjørd í sambandi við samráðingarnar,
Valdystur Sámal Petur í Grund stillar annað árið á rað upp til formansvalið í Sjálvsstýrisflokkurin. Flokkurin broytti á eyka landsfundi í vár lógirnar hjá flokkinum, soleiðis at formansval nú skal vera [...] kortini gamalt valstríð. Aftur hesaferð fara Sámal Petur í Grund og Helena Dam á Neystabø at dystast um, hvør skal gerast formaður í flokkinum. Áður hevur tað verið soleiðis, at tað hava verið fleiri formenn [...] Klaksvík leygardagin. Sambært lógunum fyri landsfelagið hjá Sjálvsstýrisflokkinum, so skal formaðurin, um tað ber til, vera valdur millum ting- og landsstýrisfólk floksins. Ting- og landsstýrisfólk floksins
gjørdi eitt mál. Eisini tennis Í 1945 spældi eg við á 2. liði hjá KÍ, og føroyameistaraskapin hetta árið. Í 1948 var eg við á 1. liði hjá KÍ, sum vann meistaraskapin. Hetta vóru stuttligar og hugaligar løtur [...] fótbólt. Klaksvíkingar gjørdu eisini nógv við tennis, og har var eg eisini við. Fyrstu ferð kappast var um meistaraskap í tennis var í 1943, tá Havnar Tennisfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag kappaðust. KÍ vann [...] at gera. Prýðið skýlið Vónandi fer KÍ at standa seg væl í landskappingini í ár, og vit kunnu fegnast um, at nú er nýtt skýlið umsíðir komið upp at standa við fótbóltsvøllin. Í meiri enn 10 ár hevur einki
saman um. Á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum, sum verður í apríl er ætlanin at umrøða nýggju skipanina, og um neyðugt verða broytingar gjørdar. Tað eru eitt sindur ymiskar meiningar um, um nýggja [...] nýggja skipanin er betri enn tann gamla, har m.a. spælt varð um servuna. Kappingin í meistaradeildunum hevur ikki verið serliga spennandi hetta kappingarárið, men nøkur heilt óvæntað úrslit hava verið, og tað [...] mangla í flogbóltinum, og samtykt varð tí, at ein roynd skuldi gerast hetta kappingarárið. Hetta fyrsta árið hevur steypakappingin bara verið fyri meistaradeildarliðini. Liðið, sum vann Fleyrkappingina, skuldi
Wardum hevur fingið fullgóðan styrk. Kortini er venjarin eitt sindur varin tá hann verður biðin at meta um kappingarárið, sum stendur fyri durum. ? Tað verður í hvussu er ótrúliga trupult at endurvinna mei [...] meistara. VÍF hevur eisini fingið styrk við tað at Ingi Olsen er komin aftur, og tað hevur eisini styrkt um vestmannaliðið, sigur Jónleif Sólsker, sum kortini ásannar, at VÍF eisini hevur mist ein heilan hóp [...] strandingar eiga kunna vera millum tey trý fremstu liðini, sigur Jónleif, sum júst er farin undir triðja árið sum venjari hjá strandingum. Felagið hevur givið leikarum og venjara góðan uppbakning, og tað er ikki
beinleiðis ávirkaði av byggingini. Tað tykist, sum ongin veit um avleiðingarnar. Ongar kanningar eru gjørdar um ljós, ljóð, larm, veður, vind, um ferðsluna og trivnaðin, nú býurin myrknar og tømist og nógv [...] kunningin er lítil og ongin og borgaraluttøka er ikki eksisterandi. Óvist er eisini, um hetta veruliga er ein góð íløga í býin og um tað er til gleði fyri borgaran, fyri vinnuna, fyri ferðafólkini ella fyri føroyingar [...] framdar runt um í kommununi og kring alt landið. Vit í grannaløgunum arbeiða fyri at fremja borgaraluttøku og nærdemokrati í kommununi og ætla aftur at skipa fyri borgarafundi fyrst í komandi árið. Vit vilja
tú hevur áhuga í ella brúk fyri. Skal t.d. ein skúlaflokkur gera uppgávur um Framtaksgrunnin, um Føroyar sum komandi oljuland, um grindamálið osfr. so er bert at uppgeva leitiorðið og tú fær allar greinarar [...] kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um skúlagátt, og tað er at fegnast um. MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin [...] gjørligt hjá øllum, líka mikið hvar á knøttinum tey eru, at lesa alt tilfarið, sum stendur í Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera, so kanst
Seinasta árið hava vit í Sjálvstýri havt nógvar fundir saman. Nú, tá ið kommunuvalið stundar til, hava vit í eini røð av fundum viðgjørt og tosað um ymisk hugskot, ið liggja okkum á hjarta. Hvør fuglur [...] hava Sven Dahl, sum fær sett okkum alt í samanhang, tí hansara vitan um kommunal viðurskiftir er einastandandi. Vit eru øll samd um, at býurin skal fríðkast nógv meira og hugskotini floyma - meðan vit [...] er, at tað skal vera nógv meira av tí góða, sum ger okkum stolt og nøgd og meira sum dregur okkum út um hurðina. Tað tykist sum, at tað manglar ein býarplanur fyri tey til gongu. Túrurin kring vánna Í dag