Flogbóltur um vikuskiftið

Flogbóltssambandið hevur í tíðindaskrivi umrøtt tær broytingar, sum hava verið í kappingini hetta árið, og niðurstøða teirra er yvirhøvur positiv

Hetta vikuskiftið er seinasta leikumfar í landskappingini í flogbólti. Eftir skipanini eru dystir eisini næsta vikuskifti, men teir dystirnir verða framskundaðir, tí leygardagin 18. mars verður steypafinala.

Ringa veðrið hevur havt við sær, at nakrir dystir eru útsettir, men væntandi verða allir leiktir hetta vikuskiftið, og í seinasta lagi áðrenn komandi vikuskifti. Í yngru deildunum er tað soleiðis, at føroyameistaraskapurin verður avgjørdur í eini vikuskiftiskapping. Tann kappingin verður vikuskiftið 01. og 02. apríl.


Kappingin nógv broytt

Hetta kappingarárið hevur havt nógvar broytingar við sær. Spæliskipanin er nógv broytt, og nú verður leikt í tveimum hálvleikum, og 10 min. steðgur er millum hálvleikirnar Tvey sett eru í hvørjum hálvleiki. Spælt verður upp í 21 í hvørjum setti og hvør bóltur telur (running score).

Hesar broytingarnar góvu nakrar trupulleikar fyrst í kappingarárinum, men sum frá leið hevur gingið væl. Henda spæliskipanin verður brúkt í flestu norðanlondunum, og er ein royndarskipan, sum norðurlond hava tikið seg saman um. Á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum, sum verður í apríl er ætlanin at umrøða nýggju skipanina, og um neyðugt verða broytingar gjørdar.

Tað eru eitt sindur ymiskar meiningar um, um nýggja skipanin er betri enn tann gamla, har m.a. spælt varð um servuna. Kappingin í meistaradeildunum hevur ikki verið serliga spennandi hetta kappingarárið, men nøkur heilt óvæntað úrslit hava verið, og tað skal vera ein fyrimunur við nýggju skipanini. Tey veikaru liðini hava betri møguleika at vinna nú enn tey høvdu fyrr og burtursæð frá Fleyr hjá monnunum og Mjølni hjá kvinnunum, so hevur kappingin millum hini liðini verið sera spennandi.


Steypafinalan

Ein onnur broyting í flogbóltskappingini er eisini, at ein steypafinala verður.

Hildið hevur verið, at ein steypafinala hevur mangla í flogbóltinum, og samtykt varð tí, at ein roynd skuldi gerast hetta kappingarárið. Hetta fyrsta árið hevur steypakappingin bara verið fyri meistaradeildarliðini.

Liðið, sum vann Fleyrkappingina, skuldi spæla ímóti liðnum, sum vann Mjølnirkappingina. Hjá monnunum vann Fleyr báðar kappingarnar og Mjølnir og Fram hava spælt hálvfinalu, tí Fram var í finaluni í Fleyrkappingini og Mjølnir í Mjølnirkappingini. Úrslitið av hesum dystinum var, at Mjølnir vann, og finalan hjá monnunum stendur tí millum stórfeløgini bæði Fleyr og Mjølnir.

Hjá kvinnunum var støðan tann sama, tí Mjølnir vann báðar kappingarnar. Fleyr og Dráttur spældu tí hálvfinalu, og tann dystin vann Dráttur.


Høllin á Hálsi er vertur

Finalurnar báðar verða leygardagin 18. mars. Tann fyrra verður kl. 15.00 og tann seinna beint eftir, uml. kl. 17.00. Finalurnar verða spæltar í høllini á Hálsi.

Vanligt er ikki at spæla flogbólt í hesi høllini, men av tí at eingin sitipláss eru í Gundadalshøllini til áskoðararnar, verða dystirnir á Hálsi. Dystirnir verða spældir á langvølli, t.e. at áskoðararnir síggja inn á síðuna á vøllinum.

Teir dystir í meistaradeildini, sum hava verið leiktir í ítróttahøll hetta kappingarárið hava verið á langvølli. Tað ger, at spælið verður øðrvísi og t.d. er møguligt hjá leikarunum at fara langt aftur at serva. Jugoslaviski venjarin hjá Mjølni, Borko Ilic, dugir hetta serliga væl, og hevur tað verið avgerandi í dystum í vetur.

Eisini er høllin høg og breið, og tí koma bóltarnir sjáldan upp í loftið og til ber hjá leikarunum at renna langt út og fáa bóltin aftur í spæl.


Beinleiðis í sjónvarpi

Sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá finalunum. Tað er ikki oftari enn so, at til ber at síggja flogbólt í sjónvarpinum, so øll tey, sum ikki kunnu koma í høllini, hava møguleikan at síggja bestu liðini í føroyskum flogbólti.



Dystir um vikuskiftið


Meistaradeild kvinnur


Fríggjadagin 10. mars

Á Giljanesi kl. 18.00:

Dráttur-Mjølnir

Í Trongisvági kl. 21.00:

TB-ÍF


Leygardagin11. mars

Í Gundadalshøllini kl. 13.30:

Fleyr?Mjølnir


Meistaradeild menn


Fríggjadagin 10 mars

Í Sørvági kl. 18.00:

SÍ-Mjølnir

Á Kambsdali kl. 19.30:

ÍF-Fram


Leygardagin 11. mars

Í Gundadalshøllini kl. 15.30:

Fleyr-Mjølnir