Eftir eitt tað mest spennandi kappingarárið nakrantíð lógu strandingar ovast í fyrstu deild hjá monnum, og gjørdust tískil meistarar fyri fyrstu ferð í meiri enn fimti ár.
Hjá leikarum, venjara og sjálvsagt eisini hjá øllum vestara armi á Skálafjørðinum var tað ein stór fragd endiliga kunna staðfesta, at nú vóru hondbóltsmenninir úr StÍF teir bestu í landinum.
At tað varð gjørt uttan ein einasta útlendskan spælara taldi sjálvsagt við, og samstundis er tað ein veruleiki, at strandingar vóru nokk tað liðið í fjør, sum spældu tann mest áskoðaravinarliga hondbóltin - til tíðir.
Halda somu kós
Strandingar hava valt at halda somu kós í ár og teir gjørdu í fjør.
Útlendingar eru framvegis eingir á liðnum og av tí at bert ein leikari er givin og ein annar komin í hansara stað, skuldi ikki verið trupult at fingið gongd á spælið, sum var eyðkenni strandinga í fjør.
Elias Hansen er givin, men Jónleif Sólsker, venjari metir, at liðið í Hannisi Wardum hevur fingið fullgóðan styrk.
Kortini er venjarin eitt sindur varin tá hann verður biðin at meta um kappingarárið, sum stendur fyri durum.
? Tað verður í hvussu er ótrúliga trupult at endurvinna meistaraheitið, sigur Jónleif Sólsker sum vísir á, at fleiri av hinum liðunum eru væl fyri.
Neistin hevur fingið fatur á trimum í tí betra endanum, og tað ger Neistan til eitt seriøst boð upp á ein komandi meistara.
VÍF hevur eisini fingið styrk við tað at Ingi Olsen er komin aftur, og tað hevur eisini styrkt um vestmannaliðið, sigur Jónleif Sólsker, sum kortini ásannar, at VÍF eisini hevur mist ein heilan hóp við tað at Áki Olsen er farin til Neistan.
Venjingarlegan
av ongum
Fyri einum góðum mánaði síðan spældi StÍF sín fyrsta dyst í millumtjóða kapping yvirhøvur. Úrslitið kenna vit, men hóast teir taptu, so heldur venjarin ikki at tað fer at hava negativa ávirkan á leikararnar.
? Vit vistu, at mótstøðulið okkara var øgiliga sterkt, og tí høvdu vit vænta at tapt, sigur Jónleif Sólsker, sum kortini ásannar, at tað hevur verið trupult at motiverað menninar til venjing aftaná evropeisku dystirnar.
Men hóast tað, so metir hann kortini ikki, at tað fer at síggjast á spælinum tá kappingin byrjar.
? Konditiónin verður sett eitt sindur aftur, men teknikkurin fer neyvan nakran veg, tá vit hava vant so leingi sum vit hava, sigur Jónleif, sum tí roknar við, at StÍF verður væl og virðiliga til reiðar, tá fyrsti dysturin stendur á skránni.
Tungir í byrjanini
Tað hevur annars verið eitt sermerki - av teimum minni góðu - fyri StÍF,. at teir hava verið tungir í byrjanini av kappingini.
Hyggja vit at seinasta kappingarári, so var í byrjanini av árinum einki, sum bendi á, at strandingar skuldu enda sum meistarar tá avtornaði.
Hetta vónar Jónleif kann gerast øðrvísið í ár, og hann metir eisini, at venjingarstøðan skuldi givið grundir til góðar vónir.
? Vit skulu koma væl ígongd, og enda millum tey trý fremstu liðini. Tað er okkara málsetningur. Liðið náddi málinum í fjør, tá vit gjørdust meistarar, og nú skulu vit vísa, at tað ikki var av tilvild, at vit endaðu ovast, sigur Jónleif Sólsker.
Hann leggur afturat, at tað eru nógvir góðir ungir leikarar at byggja framtíðina á inni á Strondum og tí eigur liðið at kunna halda sær har uppi sum tað er stuttligt at spæla.
? Eg haldi, at strandingar eiga kunna vera millum tey trý fremstu liðini, sigur Jónleif, sum júst er farin undir triðja árið sum venjari hjá strandingum.
Felagið hevur givið leikarum og venjara góðan uppbakning, og tað er ikki at forsmáa. Samstundis hevur uppbakningurin millum áskoðararnar verið einastandandi góður, og tað hevur eisini týdning