fyrst úr seingini, um teir yvirhøvur vóru útpurraðir! Hugflogið í álopspartinum var ikki, sum tað ofta hevur verið hjá HB. Taklingarnar vóru ikki neyvar og sannførandi, og í stríðnum um næstu bóltarnar vóru [...] m Hans á Lag at minka um munin. Hans snittaði bóltin framvið B71 málverjanum. Síðsta løtan gjørdist meiri spennandi, enn sandoyingar við vánaligu heimahagtølunum bríggjaðu seg um, men teir riðu stormin [...] hann var merkisverdur á so mangan hátt. Hetta var onnur ferðin í ár, at sandoyingarnir, sum fluttu upp í fjør, vunnu á meistarunum. B71 hevur ikki verið í bestu deildini síðani í 2001. Tí eru tað seks ár
Fiskurin var hivaður upp úr lastini upp á Brúnna í passaligum segldúkum við lykkju á í báðum endum, lagdur upp á eitt borð og vrakaður. Onkur stóð og teknaði vektirnar ? skrivaði upp, meðan rópt varð: M [...] fr. Hetta rungar enn í heysinum frá barnsbeini av. Dreingirnir sluppu upp í part. Stóðu við gerduna, vóru í lastini ella løgdu upp á borðið. Her stóð vrakarin blíður og blíðorðaður, rósti óvitunum. Hetta [...] Bygdamál, bíbilsk mál, politikkur og sjálvandi prát um seyð og seyðarøkt. Tú lurtaði eftir teimum eldru. Teir tugdu orðini, meðan fjallmenninir komu tenjandi um Botnsbrúgv og niðan á Háls. So mangan var gott
slag fyri tey húski í Føroyum, sum hava børn. tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins um uppskotið til fíggjarlóg, sum samgongan legði fyri Løgtingið týsdagin Jóannes Eidesgasard sigur, at [...] uppskotinum. Men samstundis verða so nógv eyka avgjøld løgd á ymsar vørur, at tað etur allan skattalættan upp. ? Samgongan gevur við aðrari hondini, men tekur alt innaftur við hinari hondini. Hann vísir á, at [...] Samstundis heldur Jóannes Eidesgaard, at tað forargiligt at síggja, at sjálvsagdir sparimøguleikar, sum leypa í eyguni á hvørjum mansbarni, verða ikki rørdur. Jóannes Eidesgaard sipar til almennu miðfyristingina
Tað er ikki sørt, eg hugsi um abba standa í stovuni og tosa um nøgdsemi og Gudsótta. Abbi gjørdist faðirloysingur sum 14 ára gamal, og hevur tað helst eisini havt árin á uppvøksturin hjá pápa. Pápi var [...] øllum uttan undantak. Eg minnist aftur á nógv ymisk fólk, sum hava sitið til borðs í heiminum. Kanska varð dekkað eyka upp, tí ein eingil kundi koma á vitjan, sum tikið var til. Men nú eg hugsi um tað [...] vælgjørdur og hevur ikki spart seg sjálvan. Tá eru ikki stundir at gáa so nógv um árini, sum leggjast afturat. Pápi vaks upp mitt í Havnini eftir 2. veraldarbardaga og hevur upplivað broytingarnar øll
var um reppið, at HB legði seg á odda beint fyri steðgin, men Hendrik Rubeksen skovlaði bóltin upp um málið, tá hann brádliga gjørdist leysur við handara stólpa. Sørir At HB-venjarin var ónøgdur um avrikið [...] sjáldan um meira enn tað sama. Ta einu ferðina hoppaði bólturin onkursvegna millum beinini á tveimum víkingum inni í lítla feltinum, men tað var ongan tíð so, at Tróndur Vatnhamar varð settur upp á tær veruligu [...] Víkingur styrkir seg, so vildi hann verið júst rætta typan, sum kundi skotið liðið longur upp eftir talvuni. --- Fakta um dystin Víkingur-HB 0-0 Dómari: Rúni Gaardbo Víkingur: Geza Turi – Kaj Ennigarð, Atli
dag at kalla. Ov heitt um summarið (upp í 35-40 og meira), men herligt restina av árinum. Í løtuni er eitt sindur kølið við bert 20-25 hitastigum! Regn síggja vit 2-3 ferðir um árið, men bert sum smá [...] undirvísing í arabiskum. Men eg dugi lítið av arabiskum meiri enn tað heilt grundleggjandi. Arabiska skriftmálið er helst størsta forðingin í hesum. Eg arbeiði annars á enskum máli. Hvat dámar tær [...] í Keypmannahavn. Starv: Ráðgevi í egyptiska Umhvørvismálaráðnum í Kairo Motto: Tað ljóðar so kongaligt at hava eitt motto, men eg seti prís upp á ærligheit, sjálvironi, treiskni og arbeiðssemi
dømdi brotsspark. Men brotssparkið sendi Tór-Ingar sjálvur væl upp um málið hjá Allani Joensen. Í seinna hálvleiki var talan fyri tað mesta um eitt langt HB-álop, og heimaliðið hevði eitt hav av hornaspørkum [...] eisini ógvuliga undrunarvert, at Heine Fernandez hevði valt at seta Jákup á Borg at leika høgra bakk og flyta Hall Danielsen fram um á høgra miðvallarapláss, sum Jákup vanliga røkjur. Jákup er væl skjótari [...] javna, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Tór-Ingar Akselsen slapp inn um verjuna hjá fuglfirðingum og bleiv so rendur um koll av Bartal Eliasen og Pól Ennigarð. Dómarin, Georg Rasmussen, ivaðist ikki
løtuni er í djúpari kreppu. Toppskjúttin tey bæåi seinastu árini, Jákup á Borg, segði eftir dystin, at hann helt als ikki, at talan er um nakra kreppu á liðnum. - Undan kappingarárinum var tað so at siga eingin [...] í ár, so eg haldi ikki, at man kann tosa um nakra kreppu hjá okkum, greiddi hann frá. Hann var tó sjálvandi samdur í, at vónirnar kanska vóru settar nakað upp, tá teir fingu so góða byrjan, við fimm sigrum [...] oddinum er í løtuni, verður helst talan um eina sera spennandi seinnu kappingarhálvu, har øll fimm ovastu liðini hava møguleika at gera rættuliga vart við seg. Ræður um at halda fast Sum nevnt, so er seinasti
Hvør familja hevur sínar serligu siðir rundan um jólamáltíðina. Jóladøgurðin er hjá nógvum kanska einasta máltíðin í árinum, har øll familjan er samlað um borðið í frið og náðum. Ymiskt er hvat føroyingar [...] – ið eru hugleiðingar um at royna at slakna seg, tá ið man er farin uppum tey tretivu og hevur ognað sær eitt realkredittlán, er kortini rættiliga undirhaldandi jólalesnaður um hvat man kann vænta sær [...] Meira um hetta í Bókaummælinum. Nær hava tit seinast upplivað flambering við borðið á matstovu í Føroyum? Sjálvur kann eg ikki minnast tað síðan hin karismatiski Dánjal Rein helt hoff á Hotel Borg í 80’unum
gongd sunnudagin. Sandoyingar vóru tó fullgreiðir um, at eitt tap móti B36 sendi teir niður um hesa striku, tí kappingarneytarnir báðir dystaðust í Sørvági um sama mundi. Tá dysturin byrjaði, var tó líkt til [...] vánaligt at tveita leiðsluna burtur tvær ferðir, helt hann um sjálvan dystin. Um tað, sum eftir er av kappingarárinum, helt B36-skiparin, at tað nú ráddi um at hyggja frameftir: - Nú hava vit einki at spæla fyri [...] iðraði seg um mista møguleikan at fylgja við oddaliðunum. Var Jens Kristian vónbrotin, kann tað sama ikki sigast um liðskiparan hjá sandoyingum, Eli Hentze. Hann var hinvegin óguliga fegin um stigini, og