Eitt mál var nokk

Sylla Ahmed legði ÍF á odda, longu tá ið minni enn tveir minuttir vóru leiktir av fjórðingsfinaluni millum HB og ÌF í Gundadali hósdagin, og tað var nóg mikið til, at verjani steypavinnararnir ruku út

Løgmanssteypið

Teir áskoðarar, ið høvdu leitað sær í Gundadal í góðveðrinum Kristi Himmalferðardag at hyggja at dystinum, fingu ikki nógvan valuta fyri pengarnar. Dysturin var illa leiktur við lítlum samanhangandi spæli og einari rúgvu av steðgum í dystinum.

Eitt álop-eitt mál
Fuglfirðingar fingu eina dreymabyrjan upp á dystin. Stadionurið vísti 01:40, tá ið bólturin lá í meskunum í HB-málinum. Gunnar Nielsen hjá ÍF slapp framvið Janusi Joensen í høgru síðu og legði innfyri, har Magni á Lakjuni í tveimum atløgum vann ein nærdyst við Bárð í HB-málinum. Bólturin kom fyri føturnar á Sylla Ahmed, sum staddur áraka brotssparksblettin sendi mitt í málið, hóast tveir HB-leikarar royndu at verja fyri á sjálvari málstrikuni.
Hetta var ein veruligur hvøkkur fyri HB, sum tóktist hava ógvuliga ilt við at koma í gongd. Greipuvinnararnir frá í fjør hava ikki funnið stevið enn í ár, og álopsspælið hjá teimum var ógvuliga stirvið og óskipað. Tað er eisini ógvuliga undrunarvert, at Heine Fernandez hevði valt at seta Jákup á Borg at leika høgra bakk og flyta Hall Danielsen fram um á høgra miðvallarapláss, sum Jákup vanliga røkjur. Jákup er væl skjótari spælari enn Hallur, og tað var júst slíkum monnum, ið HB hevði tørv á móti ÍF-verjuni, sum ikki er av teimum skjótastu.
Hinvegin var nógv meiri bit í álopsspælinum hjá ÍF. Gamaní vóru fuglfirðingar ikki so ofta á vitjan framman fyri málinum hjá HB, men teirra álopsspæl tóktist meiri málsøkið og ágrýtnari. Ikki minst var tað ein fragd at síggja Sylla Ahmed, sum við sínum bóltførleika fleiri ferðir gav HB-verjuni grá hár í høvdið. Saman við Magna á Lakjuni man Sylla ivaleyst manna tekniskt dugnaligasta álopið í landinum.

HB hevði sínar møguleikar
Tað var ikki óvæntað, at tað var HB, sum sat á tí mesta av dystinum. Teir fingu eisini ein gyltan møguleika at javna, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Tór-Ingar Akselsen slapp inn um verjuna hjá fuglfirðingum og bleiv so rendur um koll av Bartal Eliasen og Pól Ennigarð. Dómarin, Georg Rasmussen, ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Men brotssparkið sendi Tór-Ingar sjálvur væl upp um málið hjá Allani Joensen.
Í seinna hálvleiki var talan fyri tað mesta um eitt langt HB-álop, og heimaliðið hevði eitt hav av hornaspørkum, men teir opnu málmøguleikarnir vóru ikki nógvir í tali. Nakrir vóru tó, men tann størsta málmøguleikan eftir steðgin átti kanska ÍF, tá ið Sylla slapp leysur við Bárði, sum tó bjargaði væl.
Annars var dysturin nógv merktur av, at ÍF royndi at trekkja tíðina út. Tað er eisini væl skiljandi, at teir gjørdu tað, tí teir vóru á odda. Hinvegin eigur dómarin at steðga slíkum, og tað var als ikki gjørt í Gundadali hósdagin. Gamaní hevði Georg Rasmussen fleiri ferðir at fuglfirðingum og bað teir skunda sær, men tá ið eitt lið blívur við, er neyðugt at taka ostaflísuna fram og ikki bara halda áfram við at geva munnligar ávaringar. Hetta við at drýggja sær tíðina, tá ið man er á odda, sum vit kenna best úr útlondum, sær út til at vinna fram í Føroyum, og tað var dysturin í Gundadali eitt sera gott dømi um. Vónandi fara dómararnir her á landi at sláa hart niður á hetta fyribrigdi, tí tað er ikki tað, sum áskoðararnir hava goldið pening fyri at síggja.
ÍF vann dystin 1-0, og tað merkir, at teir skulu spæla hálvfinalu móti toftamonnum um sess í finaluni á Ólavsøku. Havandi í huga hvørji lið eru eftir í kappingini, eru fuglfirðingar kanska eisini tað besta boðið upp á ein komandi steypavinnara.
At teir vunnu dystin móti HB var kanska ikki heilt í tráð við spælbýti og málmøguleikar, men hinvegin tóktust fuglfirðingar verða nógv svangari eftir at vinna, enn hvat havnarmenninir vóru, og tí var tað kanska uppiborið, at ÍF nú er í hálvfinaluni.