Fíggjarlógin
? Hetta verður eitt slag fyri tey húski í Føroyum, sum hava børn.
tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins um uppskotið til fíggjarlóg, sum samgongan legði fyri Løgtingið týsdagin
Jóannes Eidesgasard sigur, at gongur, sum samgongan ætlar, verða fleiri eyka útreiðslur lagdar á húski, sum hava børn.
Og tað heldur hann er órímiligt.
Hann sigur, at væl er skattalætti við í uppskotinum. Men samstundis verða so nógv eyka avgjøld løgd á ymsar vørur, at tað etur allan skattalættan upp.
? Samgongan gevur við aðrari hondini, men tekur alt innaftur við hinari hondini.
Hann vísir á, at avgjaldið á sodavatni og ymsum søtmeti hækkar og tað rakar fyrst og fremst tey húski, sum hava børn. Samstundis verður studningurin til mjólk lækkaður. Avleiðingin av tí er, at mjólkin dýrkar og rakar eisini húskini við smábørnum. Somuleiðis skal uppihaldspeningurin takast av.
Nevnast kann eisini, at ætlanin er at lækka rentustuðulin til tey, sum hava sethúsalán. Eisini tey, sum hava sethúsalán eru fyri tað mesta yngri húski við børnum.
Formaður javnaðarfloksins sigur, at nógv, sum hava bygt hús, eru ógvuliga hart fyrispent, so tað tekur teimum ógvuliga fast at rentustuðulin lækkar, sama, hvussu lítil lækkingin er.
? Alt hetta er at ganga húski við børnum ótrúliga nær
Yvirhøvur dámar formanninum í javnaðarflokkinum illa, at rákið er tann vegin, at beinleiðis skatturin skal lækka, men at avgjøld og brúkaragjøld skulu hækka ístaðin.
?Við beinleiðis skatti er møguleikin fyri at leggja so tilrættis at teir breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar. Við brúkaragjøldum og avgjøldum annars, vendir tann tungi endin altíð niðureftir, tí ein, sum forvinnur lítið, hevur verri ráð at keypa mjólk og aðrar vørur, tá ið prísirnir hækka og tað kann fáa fólk at minka nýtsluna, eisini á neyðsynjarvørum.
Samstundis verða fleiri og fleiri málsøki løgd undir kommunurnar og tað kann føra við sær, at tænastustøðið til landsins borgarar fer at vera ymiskt, alt eftir, hvar í landinum teir búgva.
? Sostatt bendir alt á, at vit eru í ferð við at venda samhaldsfasta samfelagnum bakið
Røra ikki sjálvsagdar møguleikar
Samstundis heldur Jóannes Eidesgaard, at tað forargiligt at síggja, at sjálvsagdir sparimøguleikar, sum leypa í eyguni á hvørjum mansbarni, verða ikki rørdur.
Jóannes Eidesgaard sipar til almennu miðfyristingina. Tá ið hendan samgongan tók við fyri seks árum síðani, kostaði miðfyrisitingin 58 milliónir. Síðani er hon meiri enn tvífaldað, tí nú kostar hon næstan 140 milliónir.
?Hetta rørir samgongan ikki, tí øll hesi aðalráðini eru fyri at fáa politisku kabalina í samgonguni at ganga upp, so at eisini miðflokkurin og sjálvstýrisflokkurin kundi fáa hvør sítt aðalstýri. Tað hava samgongulimir sjálvir viðgingið.
? Tað er nógv fyri at knokkroyta húskini við børnum so illa, samstundis sum tað verður skoytað beint tvørturyvir sjálvsagdar sparimøguleikar.
Hann nevnir at tað er ongin orsøk til at hava eitt oljumálaráð, tí vit hava onga olju, men tað er friðhalga fyri at fáa samgonguna at halda.
Fer ikki at halda
Jóannes Eidesgaard sigur, at av royndum hesi seinstu árini hevur samgongan undirmett útreiðslurnar so tað munar. Avleiðingin av tí hevur verið eitt hav av eykajáttanum.
? Uppskotið, sum nú er lagt fram, er onki undantak og verður hon samtykt sum hon er, verður eisini neyðugt við fleiri eykajáttanum komandi ár.
Hann nevnir sum eitt dømi, at bara átta milliónir eru settar av til útgerð til sjúkrahúsini, hóast nýggja Landssjúkrahúsið skal takast í nýtslu og krevur útgerð fyri yvir 30 milliónir.
Annars heldur formaður javnaðarfloksins, at fíggjarlógin hevur ymisk tekin um, at tað sansar at. Eitt nú er ætlanin at selja almennar bygningar. Somuleiðis verða málsøki løgd út á kommunurnar, uttan at tær fáa endurgjald fyri tað. Enntá verður skúlabarnaflutningurin lagdur út til kommunurnar. Tað sparir landinum eina góða millión, so nær gongur samgongan, nú hon leggur fíggjarlóg.
? Tað er onki dulsmál, at eitt lítið hóttafall er í búskapinum og at hann veksur ikki so skjótt, sum hann hevur gjørt.
Tað hevur eisini verið neyðugt hjá samgonguni at ganga óvanliga nær fyri at fáa alt at ganga upp og tá ið avdráttirnir til danska statin eru goldnir, gevur hon beinleiðis hall.
Samstundis eru ymisk verk, sum eru rættiliga illa sperd, eitt nú heimarøktin og tað hóvar mær illa, samstundis sum sjálvsagdir sparimøguleikar ikki verða rørdir fyri frið skyld í samgonguni.