Selma og Finn Danielsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 29. sept. fingu Lena Ziskason og Erland Jensen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 2800 gr. 1. okt [...] Sandi, og Virgar Zachariasen, Skopun, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3450 gr. 1. okt. fingu Fríðun Hansen og Meinhard Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4500 gr. 2. okt [...] Nielsen og Birgir Jørgensen, Lopra, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4120 gr. 3. okt. fingu Gunnvá og Esmar Müller, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4400 gr. 5. okt. fingu Elsa
at síggja, hvussu hann fer at roynast í ár. VÍF-kvinnurnar hava eisini fingið nýggjan venjara. Ioana Rapa er kona Daniel Rapa, og eins og maðurin spælir hon sjálv við sínum liði, har hon ivaleyst fer at [...] Hallur Danielsen úr H71 eru settir at døma dystirnar á Skála í dag. Ein dystur afturat verður í dag, og hann verður í Vestmanna, har KÍF skal spæla móti Neistanum. Í fjør var hetta tann avgjørdi botndysturin [...] na, sum skal fara fram í 2001. Nýggja høllin skal liggja við skúlan, og í Kollafirði vóna tey, at hon er komin væl áleiðis, tá kommunurnar verða lagdar saman. Dánial og Kári Hansen úr NSÍ eru settir at
fyri konsertum í høllini á Hálsi. Tað helt á í nøkur ár og blaðmaðurin minnist sjálvur fyrstu ferð hann var á Skansastovukonsert. Tað var sera stuttligt, at hoyra bólkarnar, sum spældu tá í seksti-árunum [...] pallið í Sjónleikarahúsinum fyri nøkrum árum síðani kunnu ímynda sær nýstini hjá Elini Mouritsen, tá hon »sá« Thetis við molan. Gamli Thetis er farin og gomlu marinarabúnarnir líka so, men ein nýggjur Thetis
1997 skuldi so sambandsløgmaðurin telva víðari. Í ráðaloysi gjørdi hann, sum so mangur vánaligur telvari undan honum hevur gjørt, hann koppaði talvborðinum. Formaðurin í oljuráðgevingarnevndini koyrdur [...] Vit hava fingið ein oljumálaráðharra, ið vit meta sum avgjørt positivt. Men hann hevur í veruleikanum einki fólk, ið hann kann kalla sín umsiting. Hinumegin borðið í oljutalvinum sita altjóða oljufeløgini [...] møguleika at gera sterkastu uppstilling og hana fær hann ikki, uttan vit fáa eina oljufyrisiting burturav. TINGANESUMSITINGIN maktar ikki uppgávuna, hon hevur einki trúvirði og als ikki, um vit taka fis
á einum partabrævamarknaði. Skrásetingin snýr seg um at selja partabrøv, og hon gevur fyritøkuni so nógvan eginpening, sum hon nú klárar at selja á marknaðinum. Í samband við fyrstu skrásetingina er eisini [...] framtaksfígging, er illa lýddi Framtaksgrunnur Føroya. Alt gott um hann, men karmarnir í reglugerð (og annars) hava verið ov trongir til at hann hevur kunna virkað sum eitt veruligt framtaksfelag. Ofta hevur [...] - og tí mugu vit hava útflutning at rinda hetta við. Trupulleikin við núverandi útflutningi er, at hann er for einstáttaður. - Tað er for svikaligt at dúva uppá skiftandi fiskieydnu og svikaligar fiskaprísir
vísur, pop og jazz er alt heimavøllur hennara. Tað seinasta projekti, sum hon er farin undir, eru álendskar kvinnuyrkingar, sum hon og álendski tónasmiðurin, Kaj Sundblom, smíða løg til. Yrkingarnar Tær, [...] ikki uppvoksin á Álandi. Hon hevur sínar røtur í norður-Svøríki, men fluttti til Álands fyri einum tíggju árum síðani. Í fjør fór Elisabeth Ekman so undir at lesa kvinnu-lyrik. Hon valdi nakrar yrkingar burturúr [...] in Juaaka Lyberth verður við á barnakonsertini. Hann spælir gittar og syngur, men er eisini sera skemtingarsamur. Tað sjáldsama við Lyberth er, at hann er ein av teimum fáu grønlendingunum, sum hevur fingið
hvussu hesin maður fær smør upp á breyðið, átti hann at verið tann seinasti, ið kendi trongd til at skriva um nass. Men nú skilja vit betur, hví hann eisini hugleiðir um at geva skarvin yvir, leggja seg [...] og eisini beinleiðis ósonn lýsing av túsundtals føroyingum. Skrivingin er so ljót og ótespilig, at hon als ikki er skikkað til endurtøku. Øll tíggju álopini hjá hesum kennara, sum ikki tímir at brúka sína [...] nass, háð og spott. Og fyri m.a. slíka skriving fær hesin maður frá tí almenna ? frá teimum, sum hann útspillir ? útgoldið 20.000,- kr. árliga. Her vil eg fegin undirstrika, at øll hini, sum eru á hesum
innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari tók hann, tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar [...] liðunum megnaði at sleppa frá hinum, minkaði ferðin eitt sindur. Í seinna hálvleiki helt Hans Guðmundsson fram, har hann slepti í fyrra, men Kyndla-venjarin Jakob Jónsson kom nú eisini væl við. Um vit hyggja [...] hesaferð var Kyndil so omaná aftur. Dysturin var annars sum so ikki tað stóra at minnast aftur á. Hans Guðmundsson var ikki til at steðga og skeyt heili 17 av teimum 23 málunum hjá H71. Næstbesti málskjútti
Jónleif Sólsker er aftur í ár venjari hjá StÍF. Hann ætlar sær ikki at spæla so nógv við sjálvur í ár, tí sum hann sjálvur sigur við Sosialin, so verður hann ikki venjari hjá strandingum í nógv ár framyvir [...] sær aftur. Spælandi VÍF-venjarin Daniel Rapa vísti enn einaferð, at hann er væl fyri bæði leikliga og ikki minst kropsliga, og hann og Áki Olsen skutu 18 mál sínámillum. Ikki heilt nøgdir við verjuspælið [...] sera góð byrjan upp á kappingina ? ein kapping, sum uttan iva fer at verða merkt nógv av VÍF, eins og hon hevur verið seinastu tvey árini. StÍF-venjarin Jónleif Sólsker hevur hinvegin einki ímóti, at liðið
gingið í skúla í Sandavági sigur, at hann trívist sera væl í Føroyum, og hann er spentur at fara í skúla í Klaksvík eftir heystfrítíðina. Hann gongur í triðja flokki - og hann dugir sera væl at tosa føroyskt [...] skilagóður tulkar, tá vit hitta mammuna í telefonini. Hon sigur, at hon er sera fegin um at verða gift Kamari, og henni dámar væl í Klaksvík. Fyrstu ferð hon var í Klaksvík var, tá tey vórðu skrivað inn. Igor [...] Leygardagin giftust Kamar Klein úr Klasvík og Hanna, sum er ættað úr Ukreina. Hann fekk eyga á Honnu í Degi og Viku herfyri, tá greitt varð frá, at Hanna og 10 ára gamli sonur hennara, Igor, ikki kundu