Høvdu vit sjálvi framleitt allar vørur og tænastur, so hevði alt verið so eviga gott. Trupulleikin er, at vit eru noydd at innflyta størsta partin av tí, sum vit brúka - mat, byggitilfar, bilar, heilivág, undirhald og so framvegis - og tí mugu vit hava útflutning at rinda hetta við.
Trupulleikin við núverandi útflutningi er, at hann er for einstáttaður. - Tað er for svikaligt at dúva uppá skiftandi fiskieydnu og svikaligar fiskaprísir, og tí tørvar okkum fleiri bein at standa á.
Fígging av
hátøknifyritøkum
Tørvurin á fígging er ógvuliga ymiskur í livitíðini hjá einum virki. Talvan niðanfyri lýsir í fimm stigum skipan og fígging av hátøknifyritøkum í USA.
Skulu vit í Føroyum fáa munadygg alternativ til núverandi høvuðsvinnu, so er alneyðugt, at nýggj hugskot gjøgnumliva øll fimm stigini omanfyri. Niðanfyri er greitt fyrst frá einstøku stigunum og síðani frá hvussu hetta verður og átti at verið handfarið í Føroyum.
1. Gransking
Fyrsta stigið í talvuni er gransking. Endamálið við gransking er at kanna fyribrigdi og í síðsta enda at koma við uppskotum um betringar. Í vinnuligum samanhangi kann gransking brúkast sum keldan til nýggjar vørur, tænastur og samstarvshættir. Gransking er oftast skipað á hægri háskúlum og verður fíggjað av tí almenna.
2. Íverkseting
Lærdir háskúlar eru ikki gjørdir til at vinna pening úr nýggjum hugskotum, og tískil er brúk fyri privatum fyritøkum at ættleiða hugskotini. Talan kann antin vera um nýggjar ella verandi fyritøkur, men her skal dentur verða lagdur á tað fyrra.
Tá ein nýggj fyritøka verður stovnað, verður hetta gjørt av einum ella fleiri íverksetarum, sum hava ein dreym um at gera eitt hugskot til vinnuligan veruleika. Fígging kemur so ella so úr egnum lumma (frá familju og vinum) og frá ymsum sløgum av íverksetarastuðuli. Eitt, sum er nógv brúkt eitt nú í USA, eru sonevndir klekjarar, sum - fyri eina minni upphædd - geva íverksetarum umstøður at arbeiða í. Talan kann vera um skrivstovuhøli, teldur, telefon, fax, internetsamband o.s.fr.
3. Framtak
Tað er avmarkað, hvussu nógv man sum nýggj fyritøka kann vaksa við egnum peningi. Sjálvt um bankin í ávísan mun kann rætta eina hjálpandi hond, so eru bankar ikki skipaðir soleiðis, at teir vilja taka nakran váða.
Tað er hinvegin endamálið við sonevndu framtaksfeløgunum (venture-feløgum), sum seta pening í 15-20 fyritøkur, har váðin er stórur, og møguligi vinningurin ikki minni. Nógvar av hesum fyritøkum miseydnast, men um bert 2-3 hava hava eydnuna við sær, so kemur peningurin fleirfalt aftur. Fyri at styrkja um møguleikarnar at verkætlanin skal eydnast, hjálpa framtaksfeløgini til við kunnleika innan vørumenning, marknaðarføring og fíggjarstýring.
Endamálið hjá framtaksfeløgunum er at fáa fyritøkurnar at eydnast - ikki at stjala tær frá íverksetarunum. Tí verður vanliga avtalað, at íverksetararnir í longdini skulu hava ræðið á fyritøkuni móti at framtaksfeløgini fáa bróðurpartin av vinninginum eftir 5 til 10 ár.
4. Vøkstur
Ein fyritøka, sum í verki hevur víst seg at bera seg, og sum hevur vaksið seg stóra, er búgvin at blíva skrásett á einum partabrævamarknaði. Skrásetingin snýr seg um at selja partabrøv, og hon gevur fyritøkuni so nógvan eginpening, sum hon nú klárar at selja á marknaðinum. Í samband við fyrstu skrásetingina er eisini vanligt, at framtaksfeløgini taka seg úr fyritøkuni og innkassera vinningin. Endamálið við einum partabrævamarknaði er at midla eginpening frá íleggjarum til (væl riknar) fyritøkur. Midlingin fer fram á einum skipaðum marknaði við strangum kunningarkrøvum.
5. Rakstur
Tá ið fyritøkan hevur roynt seg nøkur ár á partabrævamarknaðinum, glíður hon so líðandi inn millum vanligu (stóru) fyritøkurnar, sum fáa sína fígging bæði frá partabrøvum, lánsbrøvum og banka. Vit kunnu nú siga, at hugskotið er blivið til vinnuligan veruleika.
Viðurskiftini í Føroyum
Gongdin omanfyri er ikki tikin úr leysari luft. Hon lýsir, hvussu tað aðrastaðni verður skipað soleiðis fyri, at nýggj hugskot og nýggjar vinnur kunnu vinna frama.
Føroyski trupulleikin er, at vit eru eftirbátar á so at siga øllum omanfyrinevndu økjum. Tað einasta, sum riggar so nøkunlunda, er bankakervið, men - sum bankastjórin fleiri ferðir hevur sagt: tað er ikki uppgávan hjá bankanum at stovna nýggj virkir ella nýggjar vinnur! Til tess eigur man at hava granskingarstovnar, íverksetarastuðul, klekjarar, framtaksfígging og partabrævamarknað.
Gransking í Føroyum
Taka vit granskingina fyrst, so má sigast, at Føroyar eru ov smáar til lærdar háskúlar við deildum innan øll fakøki. Tí er neyðugt at velja nøkur avmarkaði øki at leggja dent á.
Kunningartøkni hevði verið eitt áhugavert fakøki at granska meira í Føroyum. Serliga tí at vinnuligu møguleikarnir innan hetta økið eru rættiliga stórir. Granskingarætlanir, sum kundu givið íblástur til nýtt virksemi, kundu til dømis verið: »handil á internetinum«, »KT í fiskivinnuni«, ella »KT til betran av samstarvi millum almennar stovnar«.
Skuldi man í Føroyum gjørt álvara av tílíkari gransking, so skuldi hetta sjálvsagt verið gjørt sum partur av Fróðskaparsetrinum. Gransking og útbúgving hoyra saman, og tað hevði givið tvey fyri eitt at havt bæði vanliga undirvísing og skeið á eini tílíkari deild fyri kunningartøkni.
Størsti trupulleikin er peningur. Framhaldandi sjofling av Fróðskaparsetrinum byggir ikki nakra framtíð, og skulu vit draga granskarar innan eitt nú kunningartøkni heim til Føroya - tað verði seg føroyingar ella útlendingar - so skulu hesi hava góða løn og góðar umstøður at arbeiða undir. Tað mangla ikki fólk við førleikanum; einans føroyski viljin at rinda tað, tað kostar.
Framtaksfígging
í Føroyum
Tað einasta, føroyingar kenna til framtaksfígging, er illa lýddi Framtaksgrunnur Føroya. Alt gott um hann, men karmarnir í reglugerð (og annars) hava verið ov trongir til at hann hevur kunna virkað sum eitt veruligt framtaksfelag.
Ofta hevur verið at hoyrt, at peningur trýtur ikki í Føroyum, men at trupulleikin er, at íleggjararnir ikki eru váðafúsir nokk. Hertil er at siga, at tað ikki er nøktandi at lata váðafúsu íleggjararnar hvør í sínum lagi seta pening í ymsar fyritøkur. Einstøku íleggjararnir eru hvørki førir fyri at spjaða váðan nóg breitt ella at fylgja nóg væl við einstøku fyritøkunum. Til tess krevjast framtaksfeløg.
Í Føroyum kundi hetta t.d. verið gjørt við at bankin, sparikassarnir og møguliga tað almenna í felag stovnaðu eitt sjálvstøðugt framtaksfelag. Tað er av alstórum týdningi at framtaksfelag varð sjálvstøðugt, og at einasta endamálið varð at vinna pening við at seta í váðafullar verkætlanir. Privatpersónar skuldu sjálvsagt eisini havt loyvi at seta pening í framtaksfelagið, og tað skuldi allarhelst verið skrásett á einum partabrævamarknaði.
Partabrævamarknaður í Føroyum
Eingin skipaður partabrævamarknaður finst í Føroyum, og eginpeningsgrundarlagið hjá føroyskum fyritøkum er millum tey veikastu í heiminum. Hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri nýggjar vinnur, men so sanniliga eisini fyri verandi.
Sum frágreitt í álitinum »Partabrævamarknaður og eginpeningsviðurskifti« frá Eginpeningsnevndini (1997) er tørvur á og møguleiki fyri at skipa ein partabrævamarknað í Føroyum. Talan kann tó ikki blíva um nakran stóran fondsbørs, men heldur um ein løggildan marknað ella ein smá-marknað, har krøvini til stødd o.a. eru linari. Kostnaðin av einum partabrævamarknaða ber tað almenna fyrstu tíðina, men sum frálíður eigur ein tílíkur at hvíla í sær sjálvum.
Samandráttur
Breiðari fíggingarmøguleikar eru eitt svar uppá trupulleikarnar, sum vit hava við at fáa nýggjar vinnur í Føroyum. Eftir mínum tykki eigur raðfestingin at vera hendan:
1. Stovna framtaksfeløg við denti á hátøkni
2. Styrk um hátøkni-granskingina
3. Skipa ein partabrævamarknað
4. Endurskoða restina (íverksetarastuðulin o.a.)
Týdningarmesta niðurstøðan er, at tað er ikki nokk við einum ella tveimum av omanfyrinevndu fíggingarmøguleikum, men at tørvur er á allari viftuni.
Viðmerkingar at enda
Sjálvsagt er breiðari fíggingarmøguleikar ikki einasta svar uppá okkara trupulleikar við at menna nýggjar vinnur. At man gevur verandi høvuðsvinnu serligar skattasømdir, inntøkutrygd, stuðul til endurnýggjan o. s. fr. er alt annað enn styrkjandi fyri aðrar vinnur.
Harafturat krevur einhvør vinna og eitthvørt hugskot fólk við dirvi, hugflogi, førleika og áhaldni fyri at eydnast.










