Arbeiðið við nýggju útstykkingini uppi á Vatnsryggi á Sandi er í gongd, og við ársenda í ár verður klárt at fara inn á nýggja økið at byggja. Tað er Articon, sum ger hetta arbeiði fyri Sands kommunu, og [...] og her fær kommunan 13 nýggj og byggibúgvin grundstykki. Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at í næstum fer kommunan at viðgera, hvør prísurin á grundstykkjunum skal verða, og hvørjar [...] liggja til nýggju grundstykkini. Borgarstjórin sigur, at í Sands kommunu ynskja tey, at bygdin verður eitt potentielt stað hjá fólki at seta búgv í - bæði hjá oyggjafólki og øðrum. - Vit verða so nær meginøkinum
við føroyska Sunnleif Rasmussen. Hon er annars fødd og uppvaksin í Danmark, áðrenn hon fór til Týsklands at ganga í skúla sum smágenta. Í síðsta mánaða kundi Michala Petri hátíðarhalda sín 60 ára føðingardag [...] er útvarpsstøð hjá Danmarks Radio. Tað skrivar DR í dag. - Michala Petri er eitt fyribrigdi í donskum tónleiki. Sum blokkfloytuúrmælingur hevur hon í hálvthundrað ár útforskað blokkfloytuna, og við ót [...] størri tilknýti til DR, sigur hon í samrøðu við DR. Í fjør var tað Den Danske Strygekvartet, ið fekk heiðurin. Oddamaðurin her er hálvføroyski Rune Tonsgaard Sørensen. Í ár er P2 listafólkið so aftur ein
hevði fingið í fermingargávu. Valið fall á eina Hohner Verdi II, og síðan fór Preben at skúla seg í harmonikuspæli í Odense. Námið tók trý ár, og so lá leiðin út í pulserandi tónlistalívið í Odense, har [...] pælara við ymisk hátíðarhald og gildishøvi í heimlandinum. Flemming hevur eins og Preben nomið sær harmonikuspæl í Odense og hevur verið limur í fleiri ár í gitna og tiltikna Odense Harmonikaklub. Nú lesur [...] russiskum uppruna, er sangari í tríbólkinum, og sangur er henni í kjøti borin. Alt tað, hon minnist, hevur Nelli sungið nógv heima saman við systrum og pápa sínum eysturi í Ruslandi. Pápi hennara var hendinga
nógv av í Danmark. Hann sigur, at meðan hann var ráðharri, bygdi Mærsk McKinney-Møller ein miðnámsskúla í Schleswig, beint sunnan fyri týska markið. Hann strongdi á teir, at byggja ein skúla í Danmark [...] fólkatingslimur, vitjaði á Glasi í dag sum limur av miðbólkinum í Norðurlandaráðnum. - Hetta er tað besta, eg nakrantíð havi sæð, segði fólkatingslimurin, sum eisini var ráðharri í undirvísingarmálum frá 1982
ár, í Oyndarfjarðar skúla, í Kunoyar skúla, í Svínoyar skúla, í Húsar/Syðradals skúla og í Fámjins skúla. Størsti skúlin í landinum, í næmingatali, er skúlin á Fløtum, sum hevur 734 næmingar og næst størst [...] næmingar, í skúlanum við Løgmannabreyt eru 46 og í skúlanum á Fløtum eru 45. Í Sankta Frans byrja 42 børn í fyrsta flokki, meðan í Runavíkar skúla byrja 40. Minsti 1. flokkur er í Kaldbaks skúla, har einans [...] byrjar í 1. flokki. Í Nólsoy og í Haraldssundi byrja tveir næmingar í fyrsta flokki, meðan í skúlanum á Fossanesi og á Viðareiði byrja trý børn í fyrsta flokki. Í seks skúlum er eingin fyrsti flokkur í ár
skrivað nógv um ættirnar í Nes kommunu, um at verða við í skrivingini av triðja bindinum. Í Nes kommunu vísa tey á, at bind 1 og 2 komu út í samband við, at Nes kommuna varð 50 ár í 2017. Nú er so triðja [...] Tað var í 2013, at bygdarráðið í Nes kommunu tók avgerð um at skriva bygdasøgu um bygdirnar í kommununi. Helgi Jacobsen, rithøvundur, játtaði at skriva bygdasøguna. Skjótt bleiv staðfest, at søguliga tilfarið [...] triðja bindið liðugt, og útgávudagurin er settur at verða mikudagin hin 22. august klokkan 19.30 í Tofta skúla. - Á útgávudegnum kostar hvørt bindið 250 krónur. Vanligur prísur er annars 350 krónur. Tey, sum
hin 7. januar í 1845. - Minnisplátan er eisini um hjúnini, Súsonnu og Johannes, Jóannes í Skúla, róptur, ið vóru fyrstu hjúnini, sum búðu her og sum eru upprunin til ættina Í Skúla, vita tey í Nes kommunu [...] minnispláta avdúkað í Skúla í Saltnesi. Umframt at minnisplátan verður avdúkað, verða talur, felagssangur og drekkamunnur at fáa. Minnisplátan, sum verður sett á suðurendan á húsini í Skúla, er til minnis um [...] kommunu at siga í dag.
fer at skapa, segði Bogi Bech Jensen, stjóri á almennari móttøku í Glasi í dag. Bogi Bech Jensen, skúlastjóri á Glasi greiddi í røðu í dag frá, at næmingar, starvsfólk og leiðsla á Glasi hava verið ógvuliga [...] lt og stovnin sum tænastusinnaðan. - Vit høvdu næmingar, sum byrjað í skúla í 2012, 13, 14 og 15, og tey øll ynsktu sær at sleppa í nýggja skúlan. Nú stendur hann her og er endeliga veruleiki, segði Bogi [...] enn tað bar til at ímynda sær, tá ið internetið kom til Føroya í 90’unum, so væntar skúlastjórin, at Glasir fer at skapa meira, enn vit í dag kunnu ímynda okkum. - Hesar góðu umstøður saman við dugnaligum
Skúlin á Løgmannabreyt, sum í januar mánað 2016 boðaði frá, at børnini ikki sluppu at hava fartelefon við í skúla. Les eisini: Forbjóða børnum at hava fartelefon við í skúla http://www.in.fo/news-detai [...] Í farnu viku bórust tíðindini, at franska tjóðartingið hevði avgjørt at banna nýtsluna av fartelefonum í øllum skúlum í landinum. Tíðindini vaktu eisini ans í Føroyum, her fleiri miðlar skrivaðu málið [...] skuldi roynast í Føroyum. Les eisini: Fartelefonir bannaðar í fronskum skúlum http://www.in.fo/news-detail/fartelefonir-bannadar-i-fronskum-skulum/ Tankin er ikki heilt fremmandur í Føroyum, tí í fleiri skúlum
av Heygum í Vestmanna. Ólavur fór á preliminerskúla í Havn í 1945 og tók prógv har í 1947. Studentsprógv tók hann í Havn í 1949, var til skips og fór á Læraraskúla í 1950, har hann tók prógv í 1952. Eitt [...] vikarur við realskúlan í Havn og við Fuglafjarðar skúla. Hann var lærari í Haldórsvík í 1953-54. Í 1954 lærari á Toftum. Í desmeber í 1956 tók hann prógv á Statens Gymnastiksklole í Oslo. Hann las samstundis [...] num. Summarið í 1952 og 1954 á Dansk Sløjdlærerskole, tók sløjdlæraraorógv í 1956. Hann fór í starv í Vestmanna skúla í 1957. Danskt svimjilæraraprógv tók hann summarið í 1959. Árskeið í týskum, donskum