Í farnu viku bórust tíðindini, at franska tjóðartingið hevði avgjørt at banna nýtsluna av fartelefonum í øllum skúlum í landinum. Tíðindini vaktu eisini ans í Føroyum, her fleiri miðlar skrivaðu málið og dúgliga bleiv kjakast á sosialu miðlum, um sama leistur skuldi roynast í Føroyum.
Les eisini: Fartelefonir bannaðar í fronskum skúlum
www.in.fo/news-detail/fartelefonir-bannadar-i-fronskum-skulum/
Tankin er ikki heilt fremmandur í Føroyum, tí í fleiri skúlum er okkurt slag av forboði ella avmarkingar fyri nýtslu av fartelefon. Ein teirra er Skúlin á Løgmannabreyt, sum í januar mánað 2016 boðaði frá, at børnini ikki sluppu at hava fartelefon við í skúla.
Les eisini: Forbjóða børnum at hava fartelefon við í skúla
http://www.in.fo/news-detail/forbjoda-boernum-at-hava-fartelefon-vid-i-skula/
Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum á Løgmannabreyt, letur væl at, tá ið hann verður spurdur um hvussu forboðið hevur hilnast, nú hálvttriðja ár seinni. Talan er tó ikki longur um eitt totalt forboð.
- Tað hevur gingið væl. Næmingarnir brúka slett ikki fartelefonin í skúlatíð uttan tey elstu, ið brúka hana sum amboð. Tað er í samráð við lærararnar. Harumframt sleppa næmingarnir í 8. og 9. at brúka telefonirnar í fríkorterunum, sigur Høgni Joensen.
Hóast teir eldru næmingarnir sostatt sleppa at brúka telefonina í steðginum millum tímarnar, sleppa tey einans at brúka hana í flokshølunum. Tað er ikki lov at brúka telefonina í gongini ella felagshølum, upplýsir skúlastjórin.
Upprunaliga varð upplýst, at talan var um eitt totalt forboð fyri fartelefonum í skúlanum, men skjótt gjørdist greitt, at tað var lættari sagt enn gjørt.
- Tað var trupult at handhevja, tí børn hava so nógv inni á fartelefonini í dag. Uppgávur og annað verður goymt á har. Tí lótu vit tey eldru sleppa at varðveita tær sum arbeiðsamboð. Men fyri yngri børnini er totalt bann. Tey brúka tað slett ikki og hava vant seg við tað.
Um so er, at onkur verður tikin við fartelefon uttan at hava loyvi til tað, verður hon tikin inn á skrivstovuna og kann heintast eftir loknan skúladag. Triðju ferð tað hendir, so er tað annað av foreldrunum, ið má heinta telefonina.
Nú er tað skúlin sjálvur, ið hevur tikið stig til forboðið móti fartelefonum, men Høgni Joensen hevði ynskt, at støða bleiv tikin til spurningin longri upp í skipanini.
- Eg hevði ynskt, at Mentamálaráðið ella myndugleikarnir lýsti eitt felags skriv, um hvussu hetta skal gerast. So var einki kjak longur. Og næmingar høvdu eisini hildið uppat at samanbera við hvussu verður gjørt í øðrum skúlum, sigur Høgni Joensen.