Fimir kallar og syngjandi yndismoy

Preben, Flemming og Nelli fara at framføra á Harmonikufestivalinum í Fuglafirði næsta vikuskiftið.

 

Preben, Nelli og Flemming eru limirnir í einum lutfalsliga nýggjum donskum harmonikubólki. Bólkurin hevur eina umfatandi skrá, sum fevnir um ”evergreens” úr nógvum ymiskum tónleikasjangrum. Tey spæla eisini nógvan og vælumtóktan altjóða harmonikutónleik.

 

Preben og Nelli eiga og reka handilin og verkstaðið, Odense Harmonika Center.

 

Pápi Preben átti eina lítla, gamla, hása og ótætta pianoharmoniku av slagnum, Alsia, og hesa harmoniku spældi Preben við sum drongur og unglingi. Eftir ferming gjørdi hann av at keypa sær eitt dygdarljóðføri fyri pening, sum hann hevði fingið í fermingargávu.

 

Valið fall á eina Hohner Verdi II, og síðan fór Preben at skúla seg í harmonikuspæli í Odense. Námið tók trý ár, og so lá leiðin út í pulserandi tónlistalívið í Odense, har hann spældi til privatar veitslur og onnur høvi.

 

Flemming hevur millum ár og dag spælt saman við mongum sera dugnaligum harmonikuspælarum og hevur ment sítt harmonikuspæl heilt upp til yrkiskendar hæddir.

 

Nelli og Preben eru par og Nelli, sum er av russiskum uppruna, er sangari í tríbólkinum, og sangur er henni í kjøti borin. Alt tað, hon minnist, hevur Nelli sungið nógv heima saman við systrum og pápa sínum eysturi í Ruslandi.

 

Pápi hennara var hendinga dugnaligur sangari og trein tíðum fram á pall saman við harmonikuspælara við ymisk hátíðarhald og gildishøvi í heimlandinum.

 

Flemming hevur eins og Preben nomið sær harmonikuspæl í Odense og hevur verið limur í fleiri ár í gitna og tiltikna Odense Harmonikaklub. Nú lesur hann til maskinverkfrøðing.

 

Sum ungur var Flemming tíðum úti við harmonikuspælandi faðiri sínum at spæla til ymisk høvi, og tað var við hesi høvi, at Flemming legði seg eftir at spæla undir við harmoniku síni. Men, umframt at spæla á harmoniku, er Flemming eisini ein dugnaligur leikari á klaveri, ljómborði og biografurgu, eisini kallað kinoorgul.

 

Preben, Nelli og Flemming koma til Fuglafjarðar Harmonikufestival, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði vikuskiftið, 24., 25. og 26. august.