Minnispláta avdúkast í Saltnesi

Minnisplátan er til minnis um fyrsta fólkaskúlan á Skálafjørðinum - og um hjúnini, Súsonnu og Johannes, Jóannes í Skúla, róptur.

Mánakvøldið hin 13. august klokkan 18 verður ein minnispláta avdúkað í Skúla í Saltnesi. Umframt at minnisplátan verður avdúkað, verða talur, felagssangur og drekkamunnur at fáa.

 

Minnisplátan, sum verður sett á suðurendan á húsini í Skúla, er til minnis um fyrsta fólkaskúlan á Skálafjørðinum, sum varð vígdur hin 7. januar í 1845.

 

- Minnisplátan er eisini um hjúnini, Súsonnu og Johannes, Jóannes í Skúla, róptur, ið vóru fyrstu hjúnini, sum búðu her og sum eru upprunin til ættina Í Skúla, vita tey í Nes kommunu at siga í dag.