spældi mikudagin við eykaliðnum hjá Watford í einum venjingardysti móti Wimbledon. Eykaliðið verður mannað við teimum spælarum, sum ikki sleppa á 1. liðið, og tað gekk væl hjá Heðini í sínum seinasta dysti [...] dysti fyri Watford. Venjarin framdi tríggjar útskiftingar, men Heðin spældi allan dystin og fekk góð ummæli fyri sítt avrik í dystinum, sum endaði 0-0. Sum heild stóðu teir báðir seg sera væl í Watford, og
sum vera man eins spentur til dystin í dag sum øll onnur. ? Vit hava bara vant og bíðað, sigur venjarin hjá Kyndli, sum ikki hevur gjørt nakað serligt burtur úr venjingini hesa vikuna. ? Tað er eingin ivi [...] Gundadalshøllini klokkan 12.30, so tað er væl hugsandi, at tað vera so at siga eins nógv viðhaldsfólk hjá Kyndli at síggja og hoyra í høllini á Skála í dag.
Spenningurin hjá kvinnunum hevur hildið sær til seinasta umfar, meðan tað als ikki hevur verið nakar spenningur í hjá monnunum rættiliga leingi. Til tað hevur VÍF víst seg at vera alt ov sterkt í mun til [...] Vestmenningar vunnu føroyameistaraheitið fyri tveimum vikum síðani, og tí verður dysturin hjá teimum móti H71 í dag bert eitt slag av upptakt til FM-rómin, sum av álvara kann byrja, nú kappingin endar [...] geva seg 100 prosent og royna at vinna seinasta dystin framman fyri sínum egnu áskoðarum í Vestmanna. H71 hevur hinvegin framvegis møguleika fyri at fáa silvurmerkini og fara ivaleyst at satsa upp á tað. StÍF
hinar á liðnum. Málverjarnir báðir Karin Hansen hjá StÍF og Hanna Rubeksen hjá Kyndli stóðu báðar sera væl og kundu vera væl nøgdar við síni avrik. Verjan hjá Kyndli spældi væl og hart, og StÍF-kvinnurnar [...] ring fyri StÍF, og tað var her, at veruliga avgerðin fall. Illa gekst í hond hjá strandakvinnunum, meðan bæði verjan og álopið hjá Kyndli koyrdu sera væl hesa løtuna. Tað hevði við sær, at munurin øktist til [...] sum er neyðugt hjá einum hvørjum liði, sum vil gerast føroyameistari. Ikki bert hepni Men kortini hevur tað ikki bert verið hepni, sum hevur gjørt Kyndil til føroyameistara. Venjarin Sophus Dal Christiansen
hon verið tann raskasta at gera mál hjá Kyndli í ár. ? Hetta er tað, man miðar ímóti hvørt ár, og nú gekk tað endiliga, sigur hon um FM-heitið, sum besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann fyri fyrstu ferð síðani [...] tað serliga var sterka verjan hjá Kyndli, sum gjørdi munin í dystinum leygardagin. ? Vit byrjaðu væl og kláraðu at halda teimum niðri fyrstu løtuna av dystinum. Verjan hjá okkum var ótrúliga sterk, og tá [...] høvdu roynt júst hetta fyrr í ár, í steypafinaluni, sigur hon. Ann Hansen heldur, at størsta styrkin hjá liðnum í ár hevur verið breiddin. ? Fyrr hava vit havt eini tveir-tríggjar leikarar, sum hava gjørt
kappingarárið 1997/98, tá ið VÍF og H71 hittust í høllini í Vestmanna leygardagin. Undan dystinum handaði liðskiparin hjá hoyvíkingum blómutyssi til liðskiparan hjá vestmenningum, og áskoðarafjøldin var [...] eftir ferð! 1. deild menn: VÍF-H71 25-21 (14-10) VÍF: Áki Olsen 11, Ingi Olsen 7, Sámal Joensen 3, Áki G. Olsen 1, Sjúrður Holm 1, Hjalmar K. Olsen 1, Martin Hummeland 1. H71: Halgir Dahl Olesen 4, Jákup [...] stóð kanska sín besta dyst nakrantíð. Nevnast kann, at Jens bjargaði fimm teimum fyrstu atsóknunum hjá vestmenningum, eftir at hann var komin á vøllin. Veteranar gingu á odda Tað er ómøguligt at endurgeva
Vit spurdu liðskiparan hjá hoyvíkingum, Jákup Símun Simonsen, eftir dystin, um hann helt, at vestmenningar vóru teir rættu føroyameistararnir 1998. Hann helt, at tað vóru teir avgjørt; teir hava kanska [...] landinum, og Jákup Símun helt eisini, at vestmenningar vóru í betri venjing enn hini liðini í Føroyum. At H71 hevur havt eitt sera gott kappingarár, er eingin loyna. Orsøkin til hetta er, sambært Jákupi Símuni [...] fingið gott fólk úr øðrum feløgum. Hann segði eisini, at teir hava góðar vónir um framtíðina, tí at H71 hevur sera gott fólk í yngru deildunum.
mál. Hetta var ein trupulleiki, sum venjarin og spælarar hava prátað nógv um síðani og hann er avgreiddur, sigur Ronnie Midjord. Tann fyrsta, stóra styrkiroyndin hjá TB verður nú sunnudagin, tá ið Føroya- [...] einasta umsókn komin norðaneftir. Stuttligt hjá suðuroyingum Annars síggja tvøramenn fram til eitt spennandi kappingarár. Ikki minst er tað stuttligt hjá suðuroyingum við trimum liðum í 1. deild. Tað [...] Og í fyrrárið skrædnaði heilt, tá ið vit fóru í aðru deild, sigur Ronnie Midjord í fótbóltsdeildini hjá TB. Hann sigur, at teir tí í fjør settu sær tvinnandu mál: At koma uppaftur í 1. deild beinanvegin
at taka sær av venjingini hjá hesum »útisetunum« í Havn, men uttan at seta spurnartekin við venjaraevnini hjá Hans Nielsen, so er tað sjálvandi ikki tað sama sum, at venjarin hevur allar spælararnar til [...] við B36 í tvey ár. Sum heild er hampuliga nógv fólk hjá venjaranum at taka av. Fleiri heilt ungir og evnaríkir spælarar eru nú tiknir upp í rekkjurnar hjá teimum vaksnu, og harafturat eru fleiri, sum venja [...] sum oftast koma suður fríggjakvøld og venja so fríggjakvøld ella leygardag saman við venjaranum. Venjarin er jugoslavi, eitur Zoran Pavlovic og er væl lýddur á Tvøroyri. Ein annar jugoslavi, Sasha Radosavljevic
At Lassin ikki gav kort, tá ið Magnus Simonsen hjá FSV sendi Hans Fróða Hansen út í lýsingarskeltið, var ov galið, og at Lassin ikki gav sama leikara hjá FSV reyða kortið, eftir eitt sjúkligt karatespark [...] kortini, ið allatíðina vóru væntandi. John Johannesen hjá FSV sparkaði í 37 min. Allan Mørkøre í hevnisøku, og hetta fekk øði í Andrew av Fløtum hjá HB, so úrslitið var, at John og Andrew báðir fingu reyða [...] reyða kortið. Nøkur góð mál Summi av málunum vesturi í Vágum vóru rættiliga góð. Málið hjá øðrum miðvinginum hjá HB, Johannes Joensen, mundi verða tað besta. Eitt innlegg kom úr vinstru, og úr 15 metra