Avgerandi botndystur á Kambsdali

Hondbóltur: Á Kambsdali verður avgerandi botndystur í 1. deild hjá kvinnum millum GÍ og Stjørnuna

Spenningurin hjá kvinnunum hevur hildið sær til seinasta umfar, meðan tað als ikki hevur verið nakar spenningur í hjá monnunum rættiliga leingi. Til tað hevur VÍF víst seg at vera alt ov sterkt í mun til hini liðini.

Vestmenningar vunnu føroyameistaraheitið fyri tveimum vikum síðani, og tí verður dysturin hjá teimum móti H71 í dag bert eitt slag av upptakt til FM-rómin, sum av álvara kann byrja, nú kappingin endar.

VÍF spældi seinasta vikuskiftið javnt móti StÍF, og sostatt megnaðu vestmenningar ikki at vinna allar dystirnar í endaspælinum. Men tað merkir ikki, at VÍF ikki fer at geva seg 100 prosent og royna at vinna seinasta dystin framman fyri sínum egnu áskoðarum í Vestmanna.

H71 hevur hinvegin framvegis møguleika fyri at fáa silvurmerkini og fara ivaleyst at satsa upp á tað. StÍF er eitt stig aftan fyri hoyvíkingar, men hava á pappírinum lættari dyst í dag, heima móti Kyndli.

Spurningurin um silvur- og bronsumerkini er ? so at siga ? einasti ósvaraði spurningur í 1. deild hjá monnum undan seinasta umfarið. Hitt, sum ivi er um, er um Neistin, sum endar aftast, flytir niður ella ikki.

Neistin spælir í dag botndyst í Havn móti KÍF, men hoast neistamenn vinna í dag, kunnu teir ikki taka kollfirðingar, sum eru trý stig framman fyri eftir heldur óvæntaða sigurin á Kyndli fyri góðum tveimum vikum síðani.


Eisini avgerandi dystur á Kambsdali

Hjá kvinnunum er dysturin, øll tosa um, á Skála millum StÍF og Kyndil, men ein annar rættiliga avgerandi dystur verður á Kambsdali millum GÍ og Stjørnuna. Hetta er dysturin um at sleppa at spæla í 1. deild eisini næsta ár.

GÍ hevur í løtuni eitt stig fleiri enn Stjørnan, sum sostatt skal vinna í dag, meðan GÍ kann klára seg við javnleiki.

Triði dysturin er í Havn millum Neistan og VB, men hann fær onga ávirkan á endaligu støðuna í 1. deild.