Tað verður ein dystur til strikuna

Hondbóltur, kvinnur: ? Dysturin í dag verður ein dystur til strikuna, sigur Sophus Dal Christiansen, venjari hjá Kyndli

Sophus Dal Christiansen er sum vera man eins spentur til dystin í dag sum øll onnur.

? Vit hava bara vant og bíðað, sigur venjarin hjá Kyndli, sum ikki hevur gjørt nakað serligt burtur úr venjingini hesa vikuna.

? Tað er eingin ivi um, at tað hevur alt at siga at vinna. Tað er tað einasta, vit kunnu brúka til nakað, sigur hann.

Kyndil hevur ongar skaðar at hugsa um ? allir spælararnir eru tøkir.

? Vit hava tosað rættiliga nógv um dystin í dag. Tapa vit, mugu vit bara siga sum so, at hetta var tað, og at tað er ein dagur aftur í morgin. Um vit tapa móti einum liði, sum hevur spælt betri enn vit, er tað greið tala, men um vit hinvegin søpla tað burtur sjálvi, er tað sera spell, sigur Sophus Dal Christiansen, sum roknar við, at dysturin í dag verður ein dystur til strikuna.

? Dystirnir millum okkum fyrr í kappingini hava verið javnir, og ofta hevur tað verið liðið, sum var betur fyri tann dagin, sum hevur vunnið. Tað kann eisini lættliga enda við, at liðið, sum er betur fyri í dag, vinnur, sigur hann.


Tikið ein dyst í senn

Fyri nøkrum vikum síðani var hampuliga stórur munur á liðunum, men tann munurin er minkaður niður í eitt stig.

? Tað var eitt sindur av muni á í stigum, men vit hava bert tikið ein dyst í senn og ikki hugsað longri fram enn ein dag. Undantakið var dysturin móti VB í Havn, sum var eina viku áðrenn steypafinaluna, og sum vit taptu. Tá haldi eg, at vit ikki høvdu tankarnir, har teir skuldu vera, sigur Sophus Dal Christiansen.

Summi halda, at StÍF hevur fleiri fyrimunir við tað, at tær spæla á heimavølli, hava eitt stig meira, og at summar á liðnum fyrr hava roynt at vinna føroyameistaraheitið, men hetta heldur Sophus ikki hava so nógv at siga.

? Vit spældu jú steypafinalu fyrr í ár, so spælararnir vita eisini, hvussu tað er at spæla so avgerandi dystir, sum tann í dag er, sigur hann.

StÍF kann hava eitt sindur av sálarligari yvirvág við tað, at tær eru eitt stig frammanfyri, men tað stigið hevur sum so einki at siga, tí kravið til Kyndil er framvegis ein sigur.

Og áhugin fyri dystinum í Havn er eisini so stórur, at Kyndil hevur leigað tveir bussar til dystin, sum fara frá Gundadalshøllini klokkan 12.30, so tað er væl hugsandi, at tað vera so at siga eins nógv viðhaldsfólk hjá Kyndli at síggja og hoyra í høllini á Skála í dag.