sum Kaj Joensen hevur havt hana standandi í egna bilhúsi sínum í Vági, har hon er vorðin royndarkoyrd í einar tveir mánaðir. At síggja til koyrir skipanin, sum í fyrsta lagi byggir á eitt flutningsband, [...] bandinum. Tað sýgur ikki oljuna í seg, og tí kemur oljan lætt av aftur bandinum og í slammtangan. Uppfinnarin segði læandi, at um hann var maskinstjóri umborð á einum skipi í dag, hevði hann valt hesa skipan [...] kjalavatninum. Ovast uppi er ein “pressari”, sum ger, at oljan sleppur bandinum og fer í ein slammtanga. At kalla einki vatn kemur við upp úr kjølinum og tað syndrið, sum kemur upp við, fer aftur í kjølin. Hesum
fyri tað mesta seldar í Evropu, meðan tær smáu fara til Kina. Sum skilst, hevur Napoleon hendan túrin lagt seg eftir at fiska hampiliga góðar rækjur, tí tær geva meira í peningi. Í andgletti Sosialurin [...] Havborg fiskaði í fleiri mánaðir við Svalbard í seinasta ári, og Kappin er eisini við Svalbard. - Sum eg havi skilt, hevur tað bara gingið rímiliga væl hjá føroysku rækjutrolarunum har uppi. Høgifossur, sum [...] Bank í løtuni. Pauli sigur, at verður hesin túrurin hjá Napoleon í Eysturgrønlandi ikki alt ov drúgvur, ætla teir sær beinleiðis upp til Svalbard at royna. - Vit ætla okkum upp hagar at fylla upp í lastina
Dorthea og Florentina. Omma Julionnu í faðirætt var Julianna Jógvansdóttir úr Beitinum í Trøðum. Abbin var Óli, sum førdi landbúnaðin í norðaru Koytu fram. Tey bæði giftust í 1847. Óli var tiltikin fyri kreftir [...] var liðugur. Í bardagasøguni sæst einans, at hann var við danska bátinum Annie, sum hvarv undir Íslandi í 1942, og at báturin seinni varð funnin uppi á sandinum á Suðurlandinum. Hetta var í sær sjálvum [...] var fødd 30.7 1884. Foreldur hennara vóru Elsupa í Miðtúni og Jógvan, f. 1852, úr Beitinum í Trøðum. Tey bygdu á Koytuteiginum beint niðan fyri húsini í Koytu. Umframt Julionnu fingu tey børnini Henrikka
Um vit spyrja ávísar politikarar í Føroyum, fara tey ivaleyst at nevna Suðuroynna, Sandoynna og onnur støð í Føroyum, sum ikki hava fast vegasamband við “meginøkið”, sum í hesum føri er Suðurstreymoy. Men [...] Føroyar; tey ynskja at búgva í Føroyum, men tey vilja ikki búgva her í núverandi støðu. Høvuðsorsøkin til hetta, er borgaragryvjan, sum Atlantsflog, saman við ávísum politikkarum, er í ferð við at grava rundan [...] vit gloymt, at vit sjálv eru ein útjaðari í altjóða samanhangi, og góðtóku herfyri, tá ið einasti rættiligi ferðamøguleiki okkara til meginøkið bleiv latin í privatar hendur. Einskiljingin av Atlantsflog
lanternu í húna hátt - og so aftur í sving. Soleiðis var hann. Hann kendi seg eitt við havið og umhvørvið og minti ikki sørt um “Gamla mannin og havið” eftir Ernest Hemingway. Døgurðamatur Mortan seldi í mong [...] lógu vit allir 27 mans sum beinagrindir á kappanum í dag, vóru bæði Mortan og Absalon samdir um, einaferð teir báðir greiddu frá hesi ódnarferð í salinum í Kaldbak – og nú er bara Absalon (f. 1939) eftir [...] ella fóru á bygd við mjólkarbátunum. Eisini serskøltar býarins, sum onkur løgin tokki hevur hingið uppi í - líka frá Rubekki, gamla, til Mortan, Mortan hjá Andreasi, sum andaðist herfyri. Ungur við áræði
næstu ferð, sigur Petur Olivar í Hoyvík. Gjørdist heitur um skallan Fyrstu ferð Petur Olivar í Hoyvík skipaði Ormin Langa á ólavsøku var í 1992. Eingin dansur var í 2020 og í 2021 vegna koronufarsóttina, [...] Olivar í Hoyvík er maðurin, ið mong siga frá uttan at hava sæð hann, tí so stór er mannamúgvan, ið trínur dansin so listiliga eftir midnáttarsangin á ólavsøku. Hann hevur fingið føroyska dansin í vøggugávu [...] virðing og viðurkenning í almenna rúminum og hann átti at fingið, tó at undirtøkan á á Vaglinum á ólavsøku altíð er góð. Sjálvur tekur hann tað sum ein heiður at hava fingið litið upp í hendur at skipa dansin
teimum til vildar, so tóktust tey flestu tó at vera vælhýrd, tá ið tey komu í land í Havn seinnapartin mánadagin. Bíðaðu í Hanstholm í eitt hálvt samdøgur Hóast Norrøna skuldi fara úr Hanstholm seint leygarkvøldið [...] flogfari, fyri at tey kundu kenna seg trygg í at sleppa heim tann dagin, tá ið tað passaði teimum best. Hevur ein bíðað til einaferð seinast í november ella fyrst í desember mánaða við at bíleggja sær ferðaseðil [...] ringa ódnarveðrið, sum var í Danmark seinasta vikuskifti, framvegis gjørdi eitt sindur vart við seg, so at ikki var hugsingur um at sleppa út úr havnini í Hanstholm. Havnin í vesturjútsku býnum er tiltikin
verið uppi í sjálvum hendingunum. Ovastin, sum tá var Løbner, sat ikki væl um satt við Jákup Nolsøe, men munnu teir seinni hava sættast, tí í 1817 skrivar Løbner rósandi um hann til myndugleikarnar í Key [...] bróðir Nólsoyar Páls, hann var yngstur, gjørdist hann í 1808 bókhaldari hjá kongaliga handlinum í Havn. Hann hevði frammanundan verið krambakallur. Í 1831 gjørdist hann stjóri á sama stovni. Hann hevur latið [...] er flutt úr gomlum donskum máli í nútíðarføroyskt er ikki dagfest, men kann tíðarfestast til at vera skrivað ikki fyrr enn í 1809, helst nakað seinni, og ikki seinni enn í 1817. Viðhvørt eru nøvn skeivt
mannin og sonin í Bakkanum í 1905. Hon missir aftur ein son við Oliviu. Nú misti hon aftur ein son, Jóan Jakku, í 1919. Hon misti tískil mann og tríggjar synir í vanlukkum. Jógvan Joensen uppi í Stovu, var [...] , norðan fyri Vegg, Jógvan Joensen uppi í Stovu, Antinis Kolbjørnsen í Pállstovu, Jógvan F. Joensen í Kova, Hjalgrim Hentze, ið var slektaður av Sandi og búsitandi í Hesti og Franz Danielsen á Stykki. [...] sambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu, har hon býr nú. Nógvir skaðar í Hesti Fyrst skal takast eitt sindur aftur í søguna um vanlukkur í Hesti. Hesa greiðir Jóan Christian Poulsen frá í síni Hestsøgu. Hestmenn
Cuba-trolararnar, sum tá vóru vaktar- & stand-by skip í Norðsjónum og í Vesturgrønlandi. Á vári í 79 legðist hann uppi. Byrjaði eitt nýtt skeið í lívinum, sum havnafúti við Runavíkar Havn. Men harvið er [...] sigast má, at saknur var í teimum tá ið tey fluttu av bygdini, dreingjameingið í hesum aldrinum var so evarska lítið, vit vóru bara tveir dreingir, tá ið farið varð í fyrsta flokk í Gøtu Skúla. Petur hjá [...] Tað man ikki vera komið av ongum. Petur Weihe, keypmaður í Søldarfirði, keypti ein av línubátunum sum fyrst í sekstiárunum vóru smíðaðir í Dieppe í Fraklandi. »Havørnina« førdi Martin árini frá 61 til og