Eli var nærum gloymdur á minnisvarðanum

Julianna doyði ung, og maðurin giftist aftur. Sonur hansara, Eli, gekk burtur í 1942. Nústani kann sigast nakað um, hvat ið hendi

Á Svínaryggi eigur Julianna ein stein, sum ber boð um ein sorgar­leik. Hon doyði í 1917, bara 32 ára gomul. Eftir sótu maður og tvey smá børn, 3 og 5 ára gomul.
Ólavur Clementsen skrivar í Kvør­n­ini um Norðaru Koytu á Sandi, hað­ani Julianna var ættað.
Julianna Maria var fødd 30.7 1884. Foreldur hennara vóru Elsu­pa í Miðtúni og Jógvan, f. 1852, úr Beiti­num í Trøðum. Tey bygdu á Koytu­teigi­num beint niðan fyri húsini í Koytu. Umframt Julionnu fingu tey børn­ini Henrikka, Anna Dorthea og Florentina.
Omma Julionnu í faðirætt var Juli­anna Jógvansdóttir úr Beitinum í Trøðum. Abbin var Óli, sum førdi land­búnaðin í norðaru Koytu fram. Tey bæði giftust í 1847. Óli var til­tikin fyri kreftir og tí róptur Sterki Óli. Tað var hann, ið róði tiltikna “deyða­róður sín”, sum M.A. Winther skrivaði eina stuttsøgu um. Hon er m.a. prentað í smáskriftir Varðans. Veru­liga hendingin fór fram í 1870, tann stóra skaðadagin, tá ið fleiri út­róðr­arbátar gingu burtur. Óli sprong­di seg av at rógva til lands undir ring­astu umstøðum, og hann doyði átta dagar seinni.
Julianna giftist við Dánjal Paula Eg­holm í Havn.
Tey fingu tvey børn:
Bertha Maria f. 28.12 1912. Hon gift­ist við Robert Debes Fritjof Arge, f. 1920. Tey fluttu niður. Tey fingu tvey børn, Astrid og Eyðun.
John f. 11.7 1914. Hann giftist við Olevinu Debes í Mortanstovubrekku í Havn. Tey fingu børnini Sólgerð, Gunn­vør, Guðrið og Høgna, sum er ein kelda til hesa grein. John sigldi úti í heimi sum yvirmaður á brúnni.
Julianna doyði longu 5.6. 1917, 32 ára gomul. Tá fóru børnini fyribils til ommu­na á Sandi.
Dánjal Pauli giftist aftur við Jo­hon­nu Elisabeth Johansen f. 21.3. 1882. Hon var dóttir bátabyggjaran Elias í Rættará. Tey bæði fingu 8 børn.

Eli fekk eina váta grøv
Tað er ein serlig søga um tað elsta av teirra børnum, sum eru hálv­systk­in børnini hjá Julionnu. Hetta var Eli, føddur 23.7 1921.
Hann er eitt av nøvnunum, sum er á minnisvarðanum í Viðarlundini yvir teir, sum fórust á sjónum undir sein­na heimsbardaga.
Men hann varð nærum gloymdur, tí tað sæst, at hansara navn er sett á navna­plátuna aftaná, at minnis­varð­in var liðugur.
Í bardagasøguni sæst einans, at hann var við danska bátinum Annie, sum hvarv undir Íslandi í 1942, og at bát­ur­in seinni varð funnin uppi á sandi­num á Suðurlandinum. Hetta var í sær sjálvum løgið, at skipið var bjarg­að og ikki manningin.
Eg fekk fyri kortum samband við íslend­ingin Bjartmar Sigurdsson, sum kundi greiða meira frá hesi van­lukku.
Abbi hansara hevði sjálvur ann­ar nevniliga funnið vrakið av Annie saman við tveimum líkum av manningini. Tað er tó ikki greitt hvørji líkini vóru. Men tey vóru jarðað i kirkjugarði nærindis Kirkju­bæjarklaustur, ein lítil bygd eystar­laga í Meðallandsbuktini. Abbin greid­di frá, at líkini vóru í bjarg­ing­ar­belti.
Hóast tað er ringt at siga nakað til orsøkina til vanlukkuna, er hetta ein ábending um, at manningin hev­ur kent seg tryggari við at fara av skipi­num enn við at vera verandi um­borð. Hesir bátar høvdu allir eina bjarg­ing­ar­jollu liggjandi á dekkinum. Teir eru uttan iva farnir í bátin. Hetta hevur verið teirra bani.
Skipsdagbókin, sum var funnin um­borð, vísti, at skrivað var seinastu ferð í hana tann 27. februar, og skipið varð ikki funnið fyrr enn 9. mei. Tað var sera ringt veður tann 3. mars, tá fleiri skip vóru í havsneyð. Hildið verð­­ur fyri vist, at tað var tá, at van­lukk­an hendi.
Ein ljósglæma var sædd á sjón­um um hesa tíðina. Ringt varð til Reykja­vík­ar at spyrja seg fyri, hvat ið skuldi gerast. Men svarið var, at í krígstíð var so nógv løgið at síggja, so hatta skuldu tey ikki hugsa so nógv um. Tá ið tað kom fyri dagin, hvat var hent, høvdu tey á landi fortreð av, at einki var gjørt.
Tað vóru fleiri danskir snurri­váðs­b­átar, sum veiddu undir Íslandi undir krígnum. Teir sluppu ikki heim til Danmarkar og landaðu í Bret­landi. Summir av hesum bátum høvdu føroyingar við og løgdu tí ofta at í Føroyum.

Løgdu nógv fyri
Johan Norðfoss í Havn var við ein­um av hesum bátum, Vesthavet. Hann hevur fyrr greitt Miðvikuni frá, at hetta vóru framkomnir bát­ar, sum enntá høvdu wc umborð! Teir løgdu eisini nógv fyri. Teir snur­r­aðu á sandbotni, men í Meðal­lands­buktini var ógvuliga útgrunt. Hetta kundi eisini vera vandamikið.
Hetta var eisini ring ársins tíð, ikki minst á Suðurlandinum. Hetta hava føroysk skip nógvar ringar roynd­ir av. Johan undrast eisini um, at teir vóru farnir so tíðliga á árinum til Íslands. Tað riggaði bara at veiða við snurriváð í dagslýsi, og hesa tíð­ina á árinum var dagurin ógvuliga stutt­ur.
Johan minnist eisini, at tað var kent, at Annie hevði ein vánaligan motor. So er spurningurin, um hetta kann hava spælt inn.
Johan minnist eisini skiparan Ole Lar­sen f.1896. Hann var ein dámligur og sáttligur maður.
Bjartmar er við at kanna søguna um hesa hending, sum hann ætlar at gera ein film um. Hann ætlar at fáa sett ein minnisstein yvir alla manningina, har teir tveir eru jarðaðir. Tað vóru tilsamans seks mans við bátinum, sum var úr Frede­riks­havn. Hinir fimm vóru danir.
Skuldi nakar vitað okkurt um hetta mál, vil hann fegin frætta. Tað kann eisini sigast mær frá.

Mamman kendi tað á sær
Systir Eli, Elisa, greiðir frá, at tey hildu, at mamman var sann­droymd. Tá ið Eli fór avstað hendan túr­in segði hon, at hon roknaði ikki við at síggja hann aftur.
Hon var tískil als ikki bilsin, tá ið Annie var saknað, og hon visti við sær sjálvari, at hon sá ikki sonin aft­ur. Eli gjørdist bara 20 ár. Johan minn­ist hann sum ein fittan og frið­ar­lig­an drong. Nú er hann í hvussu er ikki heilt gloymdur.
Hini børnini hjá Elisabeth og Dánjal Paula vóru:
Julian, f. 1922, Katrina, f. 1924, Jensia, f. 1925, Betty, Paula, Anni og
Elisa, sum er ein kelda til hesa grein.