Uppfinning
Í gjár var áhugaverdur og forvitnisligur tíðindafundur á Shell á Viðarnesi, har vágbingurin Kaj Joensen vísti sítt uppfinnilsið at skilja spillolju frá kjalavatni.
Fundurin byrjaði í einum minni fundarhøli í bygninginum, har skrivstovur eru, men tað vísti seg skjótt, at hølini vóru ov smá. Fólk vístu uppfinnilsinum stóran áhuga og vóru møtt til at lýða á og síggja skipanina í verki.
Kaj var lítið meira enn byrjaður at tosa, tá onkur gjørdi hann varugan við, at fólk, sum stóðu úti í gongini, einki hoyrdu, tí tey vóru ov langt burtur.
Gjørt varð tí av beinanvegin at fara út í stóra bilhúsið hjá Shell, har skipanin longu stóð inni á gólvinum og skilti olju frá vatni.
Á tíðindafundinum vóru maskinmenn, bæði á sjógvi og landi, og har vóru eisini politikarar umframt onnur áhugaði.
Drúgt sum drippar
Stillisliga stóð reinsiskipanin har, soleiðis sum Kaj Joensen hevur havt hana standandi í egna bilhúsi sínum í Vági, har hon er vorðin royndarkoyrd í einar tveir mánaðir.
At síggja til koyrir skipanin, sum í fyrsta lagi byggir á eitt flutningsband, spakuliga. Men á tíðindafundinum fingu øll staðfest, at tað er drúgt sum drippar. Og nýggja skipanin meira enn drippar. Stillisliga “roterar” bandið runt, meðan tað tekur olju upp við sær úr kjalavatninum. Ovast uppi er ein “pressari”, sum ger, at oljan sleppur bandinum og fer í ein slammtanga. At kalla einki vatn kemur við upp úr kjølinum og tað syndrið, sum kemur upp við, fer aftur í kjølin. Hesum syrgir ein magnetventilur fyri.
Úti á gólvinum í bilhúsinum hjá Shell stóð skipanin niður yvir ein fiskakassa, ið skuldi virka sum ein skipskjølur.
Kaj hevði stoytt fleiri litrar av ymiskari olju í vatnið í kassanum.
Meðan vit vóru hjástødd, tók Kaj slammdunkin frá og setti eina klára hálvan annan litur fløsku á endan í staðin, so fólk kundu síggja oljuna, sum skipanin tók upp úr kjølinum.
Í fyrstani kundi tú halda, at tað tók heldur langa tíð at fáa oljuna upp, men sum løtan gekk, var talan um litrar av olju, sum komu upp úr “kjølinum”.
Og tað er júst hetta, sum er ein fyrimunur við hesi skipan, ið Kaj hevur uppfunnið. Meðan aðrar, sum skulu skilja spillolju úr kjalavatni, bara koyra, tá lensað verður, koyrir skipanin hjá Kaj alla tíðina. Vansin við, at reinsikipanin er partur av lensiskipanini, er, at spillolja fer á sjógv saman við kjalavatninum.
Við skipanini, sum Kaj hevur uppfunnið, verður kjalavatnið reinsað fyri olju alla tíðina, og tí er kjalavatnið reint – longu, tá tú byrjar at lensa.
Á tíðindafundinum segði Kaj, at fyrimunurin við hesi skipan júst er, at hon koyrir uttan um lensiskipanina.
Hann vísti annars á, at við reinum kjalavatni verður minni ella eingin luktur, eins og eldsvandin av olju í kjalavatninum verður munandi minni.
Skipanin er klár
Súni á Dalbø, sum eitt nú hevur hjálpt Kaj at fáa skipanina patent-góðkenda, fegnaðist um, at so nógv fólk vóru møtt til tíðindafundin.
- Eg haldi eisini, at uppfinnilsið hevur uppiborið, at nógv fólk eru her, segði hann.
Hann vísir á tann fíggjarliga stuðul, sum verkætlanin higartil hevur fingið úr Innlendismálaráðnum.
- Við onkrum møguligum tillagingum er skipanin fyri so vítt klár at seta í framleiðslu, legði Súni á Dalbø aftrat.
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Jacob Vestergaard, segði, at hann og Kaj kennast, og at hann hevur sæð skipanina í verki áður.
Jacob duldi ikki fyri, at hann er hugtikin av uppfinnilsinum, sum hann heldur avgjørt fer at gera havið – og ikki minst havnirnar, sum er tað, vit síggja – reinari.
- Kaj hevur siglt sum maskinstjóri í nógv ár og kennir tí trupulleikan við olju í kjalavatni.
Landsstýrismaðurin reisti spurningin, hvussu ofta vit ikki síggja, at ein “filmur” av olju liggur í havnum og bátahyljum.
- Hetta eru alt trupulleikar, sum henda skipan kann byrgja upp fyri, legði hann aftrat.
Eitt frambrot
Hann segði, at tey í Innlendismálaráðnum hildu hugskotið vera so gott, at tað hevði upplagt uppborið at fáa stuðul av játtanini til umhvørvistiltøk.
- Eg eri leypandi kunnaður um gongdina, og eg haldi, at hetta er sera, sera áhugavert. Tí vóni eg eisini, at uppfinnilsið verður eitt líka so stórt frambrot á sínum øki, sum eg haldi, at tað er, segði Jacob Vestergaard.
Súni á Dalbø segði, at tað er í rættindunum, at peningurin liggur.
Hann helt, at kann skipanin patent-verjast, sum hann tók til, segði hann seg vænta, at stórir møguleikar liggja í henni.
Sjálvur hevur hann verið í samband við fólk, ið kenna til patent-verju, og hann helt, at møguleikarnir hjá Kaj at fáa patent-rættindi eru góðir.
- Men slíkt tekur nøkur ár, legði hann aftrat.
Súni greiddi eisini í stuttum frá, hvussu tað gongur fyri seg, tá tú søkir um pantent upp á eitt uppfinnilsi sum hetta.
Hann vísti á, at bøturnar fyri at sleppa olju á sjógv veksa kring um heimin, og krøvini verða alsamt herd.
- Nú er tað so, at tú eisini kanst fáa bøtur, um tú onga skipan hevur sum sigur, at tú ikki dálkar, segði Súni á Dalbø, sum eisini vísti á, at stórur áhugi longu er úti í heimi millum fólk, sum teir hava verið í samband við.
Dokumentatión
Súni segði, at millum feløgini, sum hava víst uppfinnilsinum áhuga, er eitt felag, sum er skásett á partabrævamarknaðinum í London.
- Nú er eftir at fáa skipanina “dokumenteraða” umborð á nøkrum skipum, so vit í verki kunnu skjalprógva, at hon virkar og tænir sínum endamáli. Teir, ið hava áhuga fyri at royna skipanina umborð, eru tí vælkomnir at venda sær til Kaj.
Hann segði, at hetta er neyðugt, um íleggjarar og keyparar endaliga skulu kunna taka skipanina sum “góða” vøru, sum vit longu nú vita, at hon er.
Kaj Joensen segði, at allir komponentarnir í skipanini longu eru kendir, men tað er hugskotið, sum virkar og er effektivt.
- Bandið, sum tekur oljuna upp, er absorberandi, sum tað eitur. Men oljan hongur bara á bandinum. Tað sýgur ikki oljuna í seg, og tí kemur oljan lætt av aftur bandinum og í slammtangan.
Uppfinnarin segði læandi, at um hann var maskinstjóri umborð á einum skipi í dag, hevði hann valt hesa skipan fram um aðrar.
- Nú havi eg sett skipanina saman, og prinsippið virkar væl, men longur komi eg ikki einsamallur, segði uppfinnarin, sum var tryggur í sínari talu og læt fólk – eisini fakfólk – vita, at hann veit, hvat hann tosar um.









