Hendingar í Havn ófriðarárið 1808

Guttormur A. Djurhuus

Jákup Nolsøe, stutt ævisøga
Jákup Nolsøe livdi frá 1774 til 1869. Hann man hava verið sera dugnaligur, tí hóast bróðir Nólsoyar Páls, hann var yngstur, gjørdist hann í 1808 bókhaldari hjá kongaliga handlinum í Havn. Hann hevði frammanundan verið krambakallur. Í 1831 gjørdist hann stjóri á sama stovni.
Hann hevur latið eftir seg skjal sum greiðir frá fleiri merkis­verdum hendingum í árin­um 1808. Sum tænastumaður hjá handlinum hevur hann havt serliga góðar umstøður at eygleiða tað ið fór fram í nærumhvørvinum har hann arbeiddi. Hann sat á fyrsta beinki! Sjálvur hevur hann viðhvørt verið uppi í sjálvum hendingunum.
Ovastin, sum tá var Løbner, sat ikki væl um satt við Jákup Nolsøe, men munnu teir seinni hava sættast, tí í 1817 skrivar Løbner rósandi um hann til myndugleikarnar í Keyp­mannahavn og heldur, at føroyingar sjálvir við hansara hjálp kunnu yvirtaka handilin við útlond, tí hann dugir bæði siglingarfrøði og handilsskap.
Inngangur
Skjalið, sum her er flutt úr gomlum donskum máli í nútíðar­føroyskt er ikki dagfest, men kann tíðarfestast til at vera skrivað ikki fyrr enn í 1809, helst nakað seinni, og ikki seinni enn í 1817.
Viðhvørt eru nøvn skeivt stavað ella eru gloppin burtur­ímillum, tó uttan at skjalið gerst ólesiligt. Bøtt er um hetta í umsetingini, men roynt er samstundis at vera so trúgvur móti upprunatekstinum sum gjørligt. Skjalið er sjey og eina hálva foliusíðu stórt. Fyrsta og síðsta síða eru avmyndaðar.
Í kassunum við transkribering úr gotiskari til latínska skrift, er beinleiðis skrivað tað, sum í handritinum stendur. Yvirskriftirnar til brotini eru mínar.
Vit lata Jákupi Nolsøe orðið.
Tá Skansin varð tikin av bretum
Hin 1. mai fekk eg bræv frá bróður mínum Pálli Nolsøe, skip­ara, sum tá búði á garðinum Norðoyri, har hann sigur, at hann hevði verið til fiskiskap og hevði havt samband við eina kutterbrigg, sum var har á leiðini. Manningin segði seg vera franska, men tosaði bert týskt. Teir fregnaðust, hvussu mannsterk verjan á Skansanum í Havn var. Bróðir, sum í níggju ár hevði siglt upp á Frakland, Ongland og Amerika sá, at skipið uttan iva var ein vápnaður onglendingur og svaraði tí, at hann ikki fyri vissu kundi siga, hvussu nógvir teir vóru, men at teir mundu vera einir 100 mans.1
Heimkomin sendi bróðir beinanvegin bræv til ovastan, Løbner kaptain við boðum um at skipið, teir høvdu havt samband við, var ein ensk kutterbrigg, sum hevði ilt í huga.
Hin 3. mai sigldi skipið gjøg­num Nólsoyarfjørð undir fronskum flaggi og stevndi beint á Skansatangan, men fall síðani av aftur. Klokkan fimm seinnapartin var eitt skip at síggja sunnanvert Borðuna. Hin 16. legði skipið seg fyri akker uttan fyri Skansan í stuttum skotmáli og vant enska flaggið upp. Loðsbátur fór til skipið at vita, hvat ið áfatt var. Av tí at eingin bátur kom afturíaftur, sendi ovastin ein bát afturat og seinni ein triðja  við sama úrsliti. Allir bátarnir við manning vórðu tiknir. Harímillum vóru sersjanturin Svendsen og deknurin Hans á Lag. Manningarnar vórðu koyrdar í lastina sum fangar. Hetta fór fram sama kvøldið.
Á Skansanum vóru fleiri 12 punds kanónir, og uttanfyr verjugarðin vóru átta løddar 18 punds kanónir, sum vendu beint ímóti skipssíðuni, men varð figgindaskipið ikki praiað eina einastu ferð!
Klokkan tvey um náttina vórðu fýra bátar við fremmandari manning sæddir at fara frá skipinum. Bátarnir løgdu at undir Trøðni, og manningarnar fóru í land. Við Hans á Lag, sum tvingaðum vegleiðara marsjeraði gongan beina leið móti teimum tveimum kanónunum á Skansan­um, sum um tær høvdu verið løddar við brotpettum og latnar av, uttan iva høvdu rikið gonguna aftur.
Stríðshugaðir kaldbaksmenn
Almuen heromkring fo­rvænt­ede at der skulde foranstaltes en sammenkaldelse af Almuen for med kraft at kæmpe mod Fjenden og man hørte at der i Kaldbak vare støbte Blykuler i den hensigt, men hvad bestilte Kommandanten mens alt dette foregik? Han var rigtignok paa Skansen og hans Mundering med, men den laa begravet i en Sæk., han var derimod en grov graa Overkappe  hvorfor den engelske Kaptajn Bough og hans folk kaldte ham The Monkey (Abekatten). Hans kommandoord var Børn læg jer ned.


Fólkið her um leiðir roknaði við at verða boðsent, við megi at stríðast ímóti fíggindanum, og tað frættist, at í Kaldbak vórðu stoyttar blýkúlur til endamálið. Men hvat hevðist ovastin at, meðan hetta fyrifórst? Hann var vissuliga á Skansanum og búni hansara somuleiðis, men hann var undanstoppaður í einum posa. Sjálvur var hann hinvegin ílatin ein tjúkkan gráan yvirkappa. Enski kaptainurin og hansara menn kallaðu hann tí the monkey (apan). Boðorð hansara vóru:børn, leggið tykkum.
Fíggindin, sum heilt ótarnaður hevði tikið Skansan, vant beinan vegin enska flaggið á stong, brutu ella typtu allar kanónirnar, tóku av innbúnum tað, teimum hóvaði, og góvu annars teymum, sum vildu hava tað, ið teir ikki sjálvir skoyttu um. At enda sprongdu teir krúthúsið í luftina.
Fyri okkum var heilt greitt, at tær átta 18 punds kanónirnar á verjugarðinum høvdu megnað at søkt briggina Clio. Tá Skansin hevði givið seg upp, vissaði kaptainurin um, at um bert eittans skot hevði verið loyst av av Skansanum, hevði hann beinan vegin havt kvett akkerstogið og rýmt. Hin 17. á kvøldi fór Clio av stað, og tók við sær nýggju lossijaktina.
Brillumaðurin herjar
Hin 1. juni ankraði briggin Salamina á Eystaru vág. Høvuðs­maðurin kom í land og varð nevndur Hompesch barónur. Hann segði seg vera franskmann. Hann vitjaði Løbner, landfútan Hammershaimb og umsjónarmannin Mørck. Hvat ið fyrifórst teirra millum er ikki til at siga, men út á dagin boðaði Hompesch frá, at hann var enskur kápari og kravdi at fáa loðs av staðnum, tí hann segði seg ætla sær at fara at krússa fram við norsku strondini.
Henda sama dag var bróðir komin til Havnar, og tað kann ætlast, at Løbner og felagar høvdu peikað á bróður og Hansen kaptain, ein her búgvandi skipara, sum nýtiligar loðsar hjá eingilskmanninum. Men bróðir hevði avgjørt at fara ein túr til Keypmannahavnar við tí her smíðaðu skonnartini Royndini fríðu, fyri um gjørligt skjótast at fáa flutt nakað av vøru heim, tí so lítið var til av matvørum í Havn, at bert ein áttindapartur av einum kari kundi lutast út til hvørt fólkið um vikuna. Tí kravdi hann pass til ferðina av Hompesch, sum hesin skrivaði út, men handaði tað til Løbner.
Nú var Hansen skipari rýmdur, og øði spann í Hompesch og hann hóttivið at seta eld á býin, um ikki var fingið fatur aftur á Hansen skipara. Meðan leitað varð eftir Hansen, loysti briggin trý skarplødd skot av inn yvir býin, men hetta var bert fyri at ræða fólkið, fekk eg at vita av einum av loytnantunum. Ímeðan ansaði vakt eftir bróðir at hann varð verandi, so at hann kundi noyðast at taka á seg loðstænastuna á fíggindaskipinum, um ikki Hansen varð funnin. Móti kvøldi varð Hansen funnin í haganum, og varð hann fluttur umborð beinan vegin og skipið sigldi.
Brillumaðurin rænir fátækrakassan
Den 6. juni kom Briggen Salamine igen paa Havnen, Hompesch kom da med en armeret Baad iland, gik ind i Handelsforvalterens Vaaningshus, fordrede Pengekassen udleveret og satte vagt ved samme om Natten, samt fordrede Nøglerne til alle Handelens Bygninger. Dagen efter blev alle Bygningerne gennemsøgte og i denne og de følgende dage blev en stor del Handelsvarer bragte ombord og tillige ej alene Handelens, men ogsaa samtlige offentlige Stiftelsers Penge bortranede, endog Sølvkrusifikset paa kirkens alter var nær ved at gaa samme Vej. Da der blev gjort erindring imiod at borttage de fattiges Penge, afferdigede han vedkommende med det beati sunt pauperes.


Hin 6. juni kom briggin Salamine aftur á Havnina. Hompesch kom við einum vápnaðum báti til lands, fór innar í bústaðarhúsið hjá handilsstjóranum og kravdi at fáa pengakassan og skipaði fyri vaktarhaldi við hann um náttina og kravdi at fáa lyklarnar til øll hús hjá handlinum. Dagin eftir varð leitað í øllum húsunum, og vórðu sama dag og fleiri dagar á rað hópin av vørum fluttar umborð. Ikki varð bert peningurin hjá handlinum rændur, eisini hjá øllum almennum stovnum, ja sjálvt silvurkrusifiksið á altarinum var við at fara somu leið. Tá mótmælt varð, at peningurin hjá teimum fatæku varð tikin, varð tað kveistrað til viks við orðunum beati sunt pauperes.2
Hompesch fór ígjøgnum allar roknskapir og pappír hjá Løbner og Mørck og fór avstað om kvøldið hin 8. Sagt varð til Íslands. Tveir matrósar vórðu verandi eftir, annar nevndist George og var ein hampamaður, hin var holsteinari og nevndist Frederik og var eitt bartrog.
Helst er Salamine farin til Hetlands, áðrenn hon fór til Íslands, tí tá ið skipið kom aftur hin 27. í sama mánaði, var tað undir leiðslu av Gilpin kaptaini og Hompesch var ikki við. Gilpin varð seinni fluttur til Botany Bay.3 Vørur vórðu fluttar umborð á skipið sama dag tað kom og dagin eftir. Løbner og Mørck sluppu av við sínar hosur o. a. til onglendingarnar fyri níggju pakkar av tubbaki úr handlinum! Margreta, gentan hjá Løbner, bað um tvey petti av lørifti, sum enski ovastin gav henni fyri einki. Sambandið millum okkara embætismenn og fíggindan kann ikki sigast annað enn at hava verið vinarligt. Út á kvøldið fór skipið avstað við øllum umborð. Hansen skipari varð seinni settur umborð á útróðrarbát úr Dali í Sandoynni.
Hin 3. juli doyði Mads Winther, bókhaldari av krampaherðindum, sum hann fekk av, at onglend­ingarnir høvdu verið so harðligir, tá teir herjaðu her, og brutu inn í bústað hansara á náttartíð.
Handilin illa rikin
Bróðir var komin við skipi sínum til Havnar hin 27. juni at gera seg kláran at fara av stað, og kravdi hann at fáa passið, sum Hompesch hevði skrivað honum og sum Løbner hevði í varðveiðslu, men noktaði hann at flýggja honum tað. Stiknið til bróður, segði hann, tá hann var heimkomin, kom til sjóndar, við at Løbner hevði sagt við Hompesch, at best hevði verið, um bróðir var fluttur burtur, tí hann var ein vanlukka fyri landið. Hetta hat gjørdist seinni orsøk til eina syndarliga vanlukku, sum eg seinni skal greiða frá. Høvuðsatvoldin til slíkt meinfýsni var henda: Ár 1796 játtaði stjórnin (sí fyriskipan dagfest 13 august s. a.), at um fimm ár skuldi handilin við Føroyar gerast fríur. At her varð drálað við at seta hesa játtan í verk, høvdu táverandi handilsstjórn og sjálvsøkni hjá embætismonnunum her alla ábyrgdina av. Einki hjálpti tað, at stjórnin setti nevndir og kravdi av teimum at koma við yvirlýsingum og álitum fyri at koma til eina avgerð. Yvirlýsingarnar ljóðaðu javnt og samt, at føroyingar ikki enn vóru búnir at taka við fríum handli. Hetta er væl skiljandi tí embætismennirnir og nøkur fín húski her fingu ikki bert teirra neyðsynjarvørur, men eisini munandi av handilsvørum til sølu, sendandi, aloftast uttan at rinda farmagjald, við skiparum, stýrimonnum og øðrum, sum komu hendan vegin. Afturfyri sluppu hesi fólk at smugla til landið munandi nøgdir av tubbaki, brennivíni og aðrari vøru uttan um regluverkið.
Stýrið fyri handilin var tá Frisch, Martini og Vekselsen. Hin fyrstnevndi var stýrisformaður og skal, eftir tí ið sagt verður, hava verið væl fyri og ognari av einum ella fleiri av skipunum hjá handlinum. Hansara partur skal hava verið 3 markar fyri hvørja tunnu av vøru og somuleiðis skal hann eisini hava fingið 3 markar í farmagjaldi fyri hvørja tunnu, sum varð send hendan vegin. Við einum slíkum stýri er tað ikki løgið, at handilin at enda skyldaði statskassanum 100.000 ríkisdálar, sum eftir fleiri árum eru endurgoldnar. Hetta lógloysi og tapið hjá handlinum gjørdu sjálvandi sítt til at hækka vøruprísin.
Sendinevnd fer at hitta kong
Tað var breið semja um, at bøtast mátti um hesi viðurskifti, og tí varð avrátt, at fýra av vitugastu monnum landsins, saman við bróður, skuldu fara til Danmarkar at kunna stjórnina um vánaliga standin í Føroyum. Teir fýra vóru Jens Jensen úr Sumba, Jacob Jacobsen úr Vági í Suðuroy, Daniel J. Johannesen úr Kvívík og Johannes Poulsen úr Funningi. Teir hittu í Holstein hansara kongaliga hátign Fríðrik hin 7., sum stýrdi vegna faðir sín, og løgdu fram síni kærumál. Hann lurtaði í náði eftir, hvat ið teir høvdu at siga, og boðaði beinanvegin frá, at prísurin á byggi og nøkrum øðrum neyðsynjarvørum skuldi setast niður. Hetta var sendinevndin nøgd við, og harumframt kundu teir uttan minstu forðing frá handilsstjórnini fáa heim við sær vøru við teirra føroyska skipi, eitt nú korn og aðrar neyðsynjarvørur, sum tá var trot á í handlinum.
Royndin fríða ferst
Hendingar her er sagt frá, vóru við til at nøra um stiknið til bróður, og fór hann avstað, hóast Løbner hevði noktað at flýggja honum passið, sum Hompesch hevði skrivað honum. Skipið varð tikið av onglendingum á ferðini og siglt til Gøteborg, men varð afturtikið frá onglendingum av norskum hermonnum og siglt til Noregs.
Nólsoyar Pálli verður latið annað skip og farm
Í Gøteborg segði bróðir enska admiralinum, at endamálið við ferðini bert var at útvega matvørur til heimlandið og greiddi honum greidliga frá, hvussu stórt mattrotið var, og at nøkur fólk longu vóru deyð í hungri. Admiralurin hevði slíka samkenslu, at hann uttan drál sendi bróðir til London, so at hann kundi leggja støðuna og missin av sínum skipi fyri ensku stjórnina. Við dyggum stuðli frá heiðursmonnunum harra Wilbesfores og Joseph Banks, varð játtað bróður annað skip fyri tað mista. Ein last av matvørum til Føroyar, fyri enska rokning, varð eisini játtað. Mær er latin nágreinilig frágreiðing um tað, sum fyrifórst í skrivi frá harra Wolff, táverandi danska konsli í London.
Nólsoyar Páll og manning ganga burtur
Bróðir fór úr London í septembur mánað.4 Ivaleyst við gleði og fragd, tí at útlit var fyri at kunna veita sínum hungurstungnu landsmonnum lívsneyðuga hjálp. Men lagnan vildi tað øðrvísi.
Ætlast kann at handilsstjórnin, sum tá hevði ein samskiftismann í Bergen, ið nevndist Riber, má hava boðað tveimum orlogs­monnum at fara út at taka skipið hjá bróðir undir ferðini á veg til Føroyar. Soleiðis greiddi skiparin á Oslen, sum var komin inn á Vág, prestinum Schrøder frá. Sjálvur havi eg seinni frætt tíðindini frá honum. At skipið hjá bróður hevur havt kanónir kann av røttum ætlast, tí at ófriðartíðir vóru. Bardagi má tí hava verið um lív ella deyð, sum er endaður við, at øll trý skipini fórust, tí einki av teimum spurdist aftur. Rótgróna hatrið til bróðir ger, at omanfyri ætlaða gongd ikki ger tað óhugsandi, at vanlukkan stóðst av mannaávum!