landsmyndugleikar á skúlaøkinum: Snorri Fjallsbak, sum eftir mínari áskoðan ikki er rætti maðurin til uppgávuna, tí hesin sýnist at vera alt ov treiskur og hevur hug til at loypa fram av, ein maður, ið ikki er [...] Samuelsen hevði alla ábyrgdina av støðuni, men er tað nú so einfalt, at øll ábyrgdin bert kann leggjast á landsstýrismannin? Um hugsað verður um nær YF valdi at fara (fór) í verkfall, so kundi teirra »timing« [...] a var YF?s, veruliga vert húgvuna? Vit mugu vera ansin, at tað ikki verða vit sjálvi, ið gera enda á einum møguleika fyri at fáa prógvið í summar. Eg haldi, at tað er bæði skilaleyst av YF og landstýrinum
sleppur framat at skúma fløtan av bankarakstrinum her á landi. Vit eiga sjálvandi at leggja sera stóran dent á, at føroyingar standa sum ein maður, tá farið verður til samráðingarborðið við danir. Hetta [...] samráðingarborðið sum ein maður. Men skulu vit hava eina heiðurliga og nøktandi loysn, eiga vit at fara til samráðingarnar við støði í, at bankin er okkara. Hann kann og skal ikki enda á donskum hondum. Tað [...] endurgjald úr Danmark fyri bankabjargingarnar, hevur onkur róð uppundir ta loysnina, at vit eiga at vísa á, at bankamálið er eitt danskt mál, og við teirri grundgeving eiga vit at krevja, at danir endurgjalda
Tá vóru fimm minuttir eftir av dystinum. Egin Høgnesen í H71-málinum fekk fótin á skotið hjá Hannis Wardum. Bólturin fór á stongina, og í mótálopinum skoraði H71, so støðan gjørdist 26-22 í staðin fyri [...] gerast føroyameistari, er ov tíðliga at siga. Um tvær vikur skulu hoyvíkingar spæla móti StÍF á Skála, og aftan á tann dystin ber betur til at siga, um FM-stríðið bert skal standa millum VÍF og StÍF, ella [...] Við at vinna 29-26 á Kyndli staðfesti H71 sunnudagin, at teir eru besta hondbóltslið í høvuðsstaðnum. Dysturin sunnudagin var tættur, spennandi og stundum vælleiktur. Kyndil kom betur frá byrjanini, H71
valdur á ting. Hann var afturvaldur á øllum valunum til 1988. Tá fall hann. Í staðin varð Edmund Joensen valdur á ting, og síðani hava teir báðir sambandsmenninir í Eysturoy, sum eru valdir á løgtingsvalunum [...] ferð valdur á ting á løgtingsvalinum, sum var 30. januar 1940, og hann var afturvaldur á valinum 24. august 1943. Hesar báðu ferðirnar fekk sambandsflokkurin tríggjar menn valdar í Eysturoy, men á valinum [...] stóð ovastur á listanum, fekk ágóðan av listaatkvøðunum. Jens Christian Olsen fekk væl av atkvøðum, serliga á Toftum, men hann fall, tí Andras Samuelsen í Fuglafirði og Jóhan Poulsen á Strondum stóðu fammanfyri
hetta, tí hann vónar, at annar maður tá situr í løgmanssessinum - ein maður, sum vil skifta Sverra Hansen út við annan persón. Fólkafloksmenn hava eisini lagt stóran dent á at fáa Sverra Hansen frá, men [...] men formaður floksins, Óli Breckmann hevur kortini í blaðgrein víst á, at Sverri Hansen ikki er verdur at slíta eina samgongu uppá. Lógarbroyting er kortini gjørd fyri Framtaksgrunnin, sum sigur, at nevndarlimir [...] Hansen sigur við Sosialin, at nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum leggja hesar nevndarsessir frá sær á fyrst komandi aðalfundum í ymsu feløgunum. Flutt í egin høli Fiskavirking, sum hevur havt skrivstovu
føroyingar eiga at gera í kjalarvørrinum á bankakanningini. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at finna eina semju um útspælið ímóti dønum. Men skal hvør maður siga sína hugsan um, hvat vit skulu gera [...] taka samlaðu uttanlandsskuldina uppí. Men tað er heilt greitt fyri mær at ein loysn skal finnast á tí fíggjarliga partinum. Og tað er somuleiðis púra greitt fyri mær, at ríkisfelagsskapurin kann ikki
trúgvandi maður og var einki fegin um hetta, hann hevði funnið fram til, tí hví skuldi Gud skapa ófullkomnar sirklar? Men á annan bógvin helt Kepler seg til síni óryggiligu matematisku prógv, og á hin bógvin [...] Føroyskað hevur Chr. Matras). Men William Heinesen vísir eisini á, at vinmaðurin hevði eina romantiska lind. Úr brævi frá mars 1926: »Á Davidsens vínstovu hittir hann Otto Gelsted, sum »gav eina lyndismetan [...] og fremst tann romantiski, ikki tók at vikna. Aftan á hetta havi eg verið stórbilsin av Gelsteds gløgga viti« (Dýrmæta lív). William Heinesen vísir á, at Jørgen-Frantz Jacobsen javnan nertir við »tey áhugaverdu
løriftsposa. Har á steininum situr ein maður í hvítum klæðum og spælir floytu, og hann veit, at Jesus er við í hesum heilaga verki. Søgan er so einføld og vøkur, at hon átti at verið lisin á hvørjum ári hesa [...] handilin hjá Jacob Lutzen og bygt Europahotellið í átta hæddum uppi á súlum tvørtur um Áarvegin, kloakkirnar er privatiseraðar, sjálvt gravirnar á kirkjugarðinum eru lagdar út til eitt partafelagið, P/F Elysion [...] gjørdu sína nyttu á jørðini.? Tað eru stór krøv at seta, og eg ivist í, um ?Páskaódnin? sum skaldsøga er nóg heilskapað til at renna út um hesi mørkini. Men har eru so nógv føgur bløð á greinunum, og tú
Á ársaðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin varð ein nýggjur nevndarlimur valdur. Tað er Hans Joensen, sum kom í nevndina fyri Poul Rufus Danielsen, sum ikki varð stillaður uppaftur, hann [...] Annars samtykti aðalfundurin, at broyta formansvalið. Higartil hevur formaðurin verið valdur beinleiðis á aðalfundinum eftir uppskoti. Men nú verður formansvalið broytt, so at hereftir skal uppskot til formann
stórur á Ólafsfirði, har felagið hoyrir heima. Ólafsfjörður liggur á norðurlandinum, nakað norðan fyri Akureyri, og har búgva bert nøkur fá túsund fólk. Hetta forðaði kortini ikki Leiftri í at enda á 3. plássi [...] ítróttarheiminum sum málmaður á GÍ-liðnum, ið vann føroyameistaraheitið í 1983. Seinni bleiv hann betur kendur sum venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum millum annað vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona [...] hvør sum helst. Hann var við, tá U16-liðið hjá Nigeria var í HM-finaluni, og hann var eisini yngsti maður á nigerianska liðnum, sum var í U21-finaluni fyri nøkrum árum síðani. Sum 15 ára gamal varð hann seldur