Sverri Hansen er aftur formaður í Framtaksgrunninum

Undir vitjanini hjá forsætisráðharranum fyrr í mánaðinum, gjørdu løgmaður og forsætisráðharrin av, at øll nevndin í Framtaksgrunninum skuldi afturveljast, hóast stórur partur av tingmonnunum beinleiðis hava lagt hatur á nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg, og er Sverri Hansen framvegis formaður

Formaðurin í Framtaksgrunninum eitur framvegis Sverri Hansen.

Hetta gjørdist greitt, tá afturvalda nevndin nú um dagarnar skipaði seg.

Nevndin sær soleiðis út:

Sverri Hansen, formaður

Heini Fossaa, næstformaður

Richard L. Thomsen

Niels Larsen og

Nierls K. Agner eru nevndarlimir.

Skeiðið hjá nevndini hevur verið trý ár, men hetta skeiðið er bert eitt ár, og situr hendan nevndin tí til 16. januar 1999.

Orsøkin til, at skeiðið nú er stytt til eitt ár sigst vera, at m. a. Óli Jacobsen kravdi hetta, tí hann vónar, at annar maður tá situr í løgmanssessinum - ein maður, sum vil skifta Sverra Hansen út við annan persón.

Fólkafloksmenn hava eisini lagt stóran dent á at fáa Sverra Hansen frá, men formaður floksins, Óli Breckmann hevur kortini í blaðgrein víst á, at Sverri Hansen ikki er verdur at slíta eina samgongu uppá.

Lógarbroyting er kortini gjørd fyri Framtaksgrunnin, sum sigur, at nevndarlimir í grunninum ikki kunnu vera nevndarlimir í feløgum, sum grunnurin eigur pengar í. Sverri Hansen sigur við Sosialin, at nevndarlimirnir í Framtaksgrunninum leggja hesar nevndarsessir frá sær á fyrst komandi aðalfundum í ymsu feløgunum.


Flutt í egin høli

Fiskavirking, sum hevur havt skrivstovu í bygninginum hjá Føroya Fiskasølu, er annars flutt í egin høli. Skrivstovan hjá Fiskavirking heldur nú til í umbygdum hølum hjá Fiskavirking í Havn - gamla Baccalao á Vestaru Bryggju.

Nýggi stjórin í Fiskavirking, Meinhardt Jacobsen, er eisini byrjaður í starvinum.