Íslendingar stóran áhuga fyri Una og Jens Martin

Fótbóltur: Páll Guðlaugsson, sum er venjari hjá íslendska liðnum Leiftur, sigur, at áhugin fyri Jens Martin Knudsen og Una Arge er stórur í Íslandi

Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg í føroyska ítróttarheiminum sum málmaður á GÍ-liðnum, ið vann føroyameistaraheitið í 1983. Seinni bleiv hann betur kendur sum venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum millum annað vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona tann 12. september 1990. Hann var eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum, sum vann 1-0 í Wales.

Tað er sjálvandi Páll Guðlaugsson, tosað verður um. Íslendski føroyingurin, ið sum venjari hevur fingið bestu altjóða úrslitini við bæði mans- og kvinnulandsliðnum.

Nú er hann aftur í Íslandi, har hann er venjari hjá 1. deildarliðnum Leiftur.

Sum sagt er hann best kendur sum landsliðsvenjari, men sjálvur sigur hann, at hetta er hansara størsta avbjóðing higartil sum venjari.

? Fyritreytirnar við at vera venjari her og at vera venjari hjá landsliðnum eru sera ymiskar, sigur hann og sipar m.a. til, at sum venjari hjá einum felag kanst tú fáa spælarar úr øllum pørtum av heiminum á sama lið.

Og hetta er eisini sera nógv galdandi í júst Leiftur. Spælarahópurin til komandi kappingarár er samansettur av spælarum úr Íslandi, Danmark, Skotlandi og Nigeria. Og so rekast onkrir føroyingar eisini uppií. Tað eru teir báðir Jens Martin Knudsen úr GÍ og Uni Arge úr HB, sum hava gjørt sáttmála við Leiftur hetta kappingarárið.

? Jens Martin og Uni hava báðir verið her og kláraðu seg væl, sigur Páll.

? Teir vóru her ikki so nógv fyri at spæla, men meira fyri at síggja seg um í býnum og kunna seg við umstøðurnar.


Landsliðsspælari

úr Nigeria

Millum hinar nýggju spælararnar hjá Leiftri er 24 ára gamli miðvallarleikarin Peter Ogaba úr Nigeria. Og hann er ikki hvør sum helst. Hann var við, tá U16-liðið hjá Nigeria var í HM-finaluni, og hann var eisini yngsti maður á nigerianska liðnum, sum var í U21-finaluni fyri nøkrum árum síðani. Sum 15 ára gamal varð hann seldur til Lokeren í Belgia og hevur síðani tá eisini spælt við týska liðnum Duisburg. Hann hevur spælt átta A-landsdystir fyri Nigeria.

Danski John Nielsen, sum hevur røtur í Ikast, er eisini komin frá enska 1. deildarfelagnum Southend, og úr Skotlandi kemur 30 ára gamli Paul Kinnayrd. Hann hevur spælt við so navnframum liðum sum Aberdeen, Dundee, Motherwell og Ayr United. Harumframt eru nakrir ungir spælarar, sum júst nú eru komnir upp millum teir vaksnu.

Og so eigur Leiftur eisini fleiri spælarar, sum eru leigaðir út til feløg í øðrum londum, meðan íslendska kappingin liggur still um veturin.


Hópurin ikki saman fyrr enn 1. mai

Ein trupulleiki, sum Páll Guðlaugsson hevur, er, at hann ikki fær savnað spælararnar rættiliga saman fyrr enn 1. mai, tá teir útleigaðu spælararnir koma heim aftur.

? Landskappingin byrjar 20. mai, so tað eru ikki nógvir dagar til at hava alt liðið savnað og fáa tað samanspælt, sigur Páll.

Eitt slag av undankapping er í mars mánaði, men fyri Leiftur verður hetta ein eitt sindur løgin kapping, tí verri enn so allir spælararnir eru tøkir tá.

Hetta fyribrigdið við at leiga spælarar út er rættiliga vanligt í Íslandi, og tað kemur bæði spælarunum og íslendskum fótbólti sum heild til góðar. Páll Guðlaugsson sigur, at tað sæst týðiliga, tá ein spælari hevur verið burtur ein vetur og spælt aðrastaðni.

? Men tað ger, at eg havi eina torføra arbeiðsuppgávu fram til 1. mai, tá allur hópurin verður tøkur, sigur hann.

Páll hevur heldur ikki føroysku spælararnar 100 prosent tøkar fyrr enn miðskeiðis í mai.

? Jens Martin kann ikki koma fyrr enn um hálvan mai, og Uni er ikki liðugur á blaðmannaskúlanum fyrr enn 25. mai, sigur Páll.

Eftirsum landskappingin byrjar 20. mai, missir Uni Arge fyrsta landskappingardystin, men Páll sigur, at ætlanir eru um at fáa hann til Íslands til tann dystin eisini.


Stórur áhugi fyri

Jens Martin og Una

Páll Guðlaugsson sigur annars, at áhugin fyri Leiftri er stórur á Ólafsfirði, har felagið hoyrir heima. Ólafsfjörður liggur á norðurlandinum, nakað norðan fyri Akureyri, og har búgva bert nøkur fá túsund fólk. Hetta forðaði kortini ikki Leiftri í at enda á 3. plássi í íslendsku landskappingini í fjør, og tað gevur liðnum rætt til at luttaka í Intertoto Cup-kappingini.

? Áhugin fyri Jens Martin og Una er ótrúliga stórur, og tað hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum, at tveir føroyskir landsliðsspælarar eru komnir til Leiftur, sigur Páll Guðlaugsson.

? Tað er eingin ivi um, at áhugin fyri teimum báðum er størri enn áhugin fyri hinum nýggju spælarunum, sigur hann.

? Íslendingar hava eisini hug til at arga føroyingar eitt sindur, men so plagi eg at vísa á, at Føroyar hava klárað seg betur tey fyrstu tíggju árini í altjóða fótbólti, enn Ísland gjørdi, tá teir fóru uppí EM- og HM-kappingarnar.


Væl fyri fíggjarliga

Íslendskur fótbóltur hevur seinastu árini sligið sítt navn fast á fótbóltsheimskortið. Páll Guðlaugsson sigur, at bert seinasta ár fóru millum 40 og 50 íslendskir fótbóltsspælarar í onnur lond at spæla.

? Bert um jólini vóru tilsamans 57 íslendingar til royndarvenjing í ymsum feløgum runt um í Europa, sigur Páll.

Íslendsku liðini hava sostatt mist nógvar spælarar síðani í fjør, og tað merkist eisini. Men meðan hini feløgini fáa sær aðrar íslendskar spælarar, hava Páll og Leiftur valt at fara út um landoddarnar eftir nýggjum spælarum. Páll heldur, at íslendsku spælararnir ofta krevja ov nógv fyri at spæla, og hann hevur brúkt fleiri av teimum góðu kontaktunum, hann hevur fingið eftir at hava vitjað fleiri kend europeisk fótbóltsfeløg, til at fáa góðar spælarar í hópin, sum telur 23 mans.

Eisini peningaliga sæst tað aftur, at spælarar fara uttanlands at spæla. Páll sigur, at flestu spælararnir í Leiftri høvdu 2+1 ára sáttmálar, og at tað hevur givið væl í peningakassan at selt hesar spælararnar, áðrenn sáttmálarnir hjá teimum vóru úti.

Leiftur stendur væl í tí fíggjarliga í mun til nógv onnur íslendsk feløg, eitt nú Fram, sum skyldar 37 milliónir íslendskar krónur. Leiftur skyldar einki, og tað kemst fyrst og fremst av søluni av spælarunum umframt inntøkunum av at leiga spælarar út um veturin.

Felagið verður rikið professionelt av einum bankastjóra og hevur m.a. ein nýggjan grasvøll við hita og eina nýggja høll.

? So bæði støðið, umhvørvið og umstøðurnar eru sera góðar, eisini hjá føroyskum spælarum, sum koma hendavegin, sigur Páll Guðlaugsson.