markað sær eitt serligt pláss av í føroyskari prosaskriving. Tað tykist, sum roynir høvundurin í óbundnum máli at gera nakað tað sama, sum hann nú í nøkur ár hevur gjørt í yrking: við málsligum og formligum [...] skeggabbin, hvørs bein liggja og fúna undir svørðinum í Highgate kirkjugarði í Norðurlondon ? Karl Marx hugsi eg hann æt - hevði annars kunnað fortalt teimum, at okkara politiski ivi í roynd og veru m.a. speglar [...] ólíkindir í Føroyum, eitt nú í 80-árunum. Minni væleydnaðir ? mest at líkna við spjálk hjá einum, ið ikki dugir at halda sær uppi - eru tekstir, har Jóanes roynir at klína eitt sindur av gipsi í benið á
Vinnur Atli steypafinaluna í ár? Egil: Eg vænti ikki at Atli vinnur steypafinaluna í ár, og tann stutta frágreiðingin er, at hann er í tí skeiva hópinum. Vinnur Egil steypafinaluna í ár? Atli: EB/Streymur er [...] leikarunum til at gera sítt besta. Hvussu er Egil sum leikari? Atli: Egil hevur ótrúlig evni at plasera seg og gott yvirlit. Hann hvílur í sær sjálvum og tí ger hann ongar feilir. Í Frankaríki vóru meiri enn 50 [...] eitt sindur. Hvussu leingi kann Egil blíva við at spæla fótbólt? Atli: Tað er upp til Egil sjálvan. Men samanborið við meg, so er Egil ein typa, sum altíð er væl fyri. Hann er tó nakað dýrur í blómum fyri
filisofiska demensión í síni hugsan og hugburi. Teir eru alla somlu tíðina í síni streymrás, og í hesum meldri snýr tankin seg um, hvussu skapið í teirra list skal verða. Tað kylir í kenslunum, í heilanum og ikki [...] sera mergjandi, litføroysk framsýning. Cantabile í Samuelskirkjuni Í purpurlittum kvøldroða týskvøldið 10. mai í Torsgade í Samuelskikjuni sveiggjaði Pauli í Sandagerði taktstokkinum. Eitt fitt kór saðlaði [...] toyggja seg út í natúrunar loyndardóm, har mangt og mikið endar í gráum morgni, ella fjallaløtum ella bara einum morgni úti í Tinganesi. Mergjað, litføroysk framsýning Tað ófatiliga einkla í strokinum, sum
Skerpikjøtið í Klaksvík er best Óli á Grømma er í dag 58 ára gamal, meðan konan Judy er 55, og spurd, hvussu leingi tey ætla at halda á í trúboðaravirksemi, er svarið einfalt. - So leingi heilsan er til [...] liva í fjarskotnari isolatión frá allari stórbýarmentan. - Síðani 1942, tá NTM varð stovnað í USA, eru samkomur grundaðar í 21 tjóðum, hóast vit hava umboð í nógv fleiri londum, sigur Óli á Grømma. Í dag [...] Uppvøkstur: Í Klaksvík Útbúgving: Prógv frá New Tribes Mission bíbliuskúlanum í Florida Børn: Tveir synir Bakgrund: Giftur við amerikansku kvinnuni Judy, og hevur búð í USA síðani 1965. Er í dag leiðari í fel
eg eri í Føroyum. Eg var her fyri tveimum árum síðani í samband við Vínland 2000, tá vit vóru á veg yvir til Grønlands, greiðir Hafsteinn frá. Hafsteinn er íslendingur, men hevur búð í Noregi í fleiri [...] sjálvt um hann lá í 24 tímar í lítla bátinum uttan mat og vatn. Liðugt Í dag, leygardag, var ætlanin, at Elding skuldi sigla víðari til Íslands. Fyrst Vestmannaoyggjarnar, og so skal báturin til Akranes [...] hóma har ímillum. Sólin bakar niður í Vágsbotni, og uttanfyri Café Carlsborg situr ein rúgva av fólki og hugnar sær í góðveðrinum. Umborð á Elding liggur ein maður í tretivu árunum. Hann bjóðar vælkomin
tøðið í Føroyum. Sum vit nevndu í Sosialinum í gjár, hava arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið tosað saman um at finna eitt felags útspæl, sum tey kunnu fara til landsstýrið við. Kjarnin í hesum [...] sigur, at hetta eru alt viðurskifti, sum vinnulívmenn hava umrøtt nógvar ferðir í seinastuni. Men hann er eisini samdur í, at skal hetta bera til, verður neyðugt við betri sambandi ímillum Føroya og umheimin [...] fyri at vita, hvussu langt tað ber. Skulu vera vælkomin At fáa eina avtalu ímillum fakfeløgini og politiska myndugleikan um lønarlag og skattatrýst er nakað, sum politikarar hava sóknast eftir í nógv ár. Og
listanum yvir børn, sum bíða eftir stovnsplássi í høvuðsstaðnum. Stór ónøgd hevur verið millum foreldur um, hvussu bíðilistin hevur verið umsitin og hvussu mannagongdin hevur verið, tá ið børn verða tikin [...] sum hava ábyrgdina av økinum. Tískil er nýggj reglugerð til upptøku av børnum í umbúna og hon er í grundini longu tikin í nýtslu. Hon leggur upp til, at barnið, sum stendur ovast á listanum og tí hevur [...] hava vit komandi ár bara eitt barn, sum skal í skúla árið eftir, ístaðin fyri 4-5 sum hevur verið tradisjónin. Okkum vantar elsta aldursbólkin. Forskjótingin í aldursbólkunum ger, at útskiftingin verður
ikki longur upp enn í fjórða klassa, so man mátti vera í fleiri ár í onkrum klassum. So tað kundu vera úti móti 30 børnum í klassanum í senn. Men tað var sjáldan, at øll vóru í skúla í senn. Umberingin var [...] Havhestasjúkan Í 1937 var eitt sorgarár í Porkeri, tá doyðu fimm konur í Porkeri í besta aldri av nátasjúkuni. Tær vóru frá 22 til 38 ára gamlar. Allar hesar konur doyðu innan fyri ein mánað. Í bóklingi, sum [...] hava verið Porkeri, tí í 1938 doyr eingin í bygdini av nátasjúkuni. Tilsamans eru hetta ár fýra slík deyðsføll og bert eitt er í Suðuroy, tað er í Froðbæ. ---- Komandi partur Í komandi parti verður millum
Nógv húski í Føroyum eru knýtt at seyði og landbúnaði, og í eldri tíðum var kúgv í nógvum kjallarum. Kúgvin kom við mjólkini og seyðurin við kjøtinum. Í dag er eingin kúgv í nøkrum kjallara. Hetta er søga [...] brúk við mjólkneytum í stórum og nýggjum fjósum. Hvørki í Suðuroy, Vágum ella Norðstreymoy er nøkur mjólk, og í Norðoyggjum er bara stóra og lutfalsliga nýggja felagsfjósið á Viðareiði. Í Føroyum hava vit [...] stóran handil í Vágsbotni í Havn. Knýtir ættarliðini Navnið Torkilsheygsgarður er eitt navn, sum Leivur og familja hansara sjálvi hava givið garðinum, tó at garðurin hevur verið í familjuni í nógv ættarlið
ivast í, at føroysku hondbóltsgenturnar eru spentar, nú tað av álvara stundar til stóru uppgávuna, sum leingi hevur ligið fyri framman. Landsdysturin móti Svøríki er fyrsti dystur hjá kvinnunum í fýra ár [...] mál at vinna, og tá vit so komu langt afturum, fullu vit fullkomuliga í fátt. Hetta er so avgjørt ikki nakað, sum tær ætla skal henda í kvøld, og Jórun sigur eisini, at tær lærdu nakað av taptinum, sum teimum [...] vinna við tveimum. - Tá vit hava spælt dystin friggjadagin, duga vit helst betri at siga, hvar vit liggja í mun til mótstøðuna, og so kunnu vit nýta leygardagin til at seta okkum eitt meira nágreinuligt mál