Trivnaðurin á barnagørðum í vanda

Mannagongdin, tá ið børn verða tikin inn á dagstovn í Havn, er broytt. Fyrsta barnið á listanum hevur nú fyrsta rætt, og tað hevur longu ført við sær, at aldursspjaðingin á fleiri stovnum er farin út av lagi.

- Henda mannagongdin røkir fyrst og fremst áhugamálini hjá foreldrunum heldur enn børnunum, sigur Elsa Hansen, leiðari í Býlingshúsinum á Flat í Hoyvík

 

DAGSTOVNAØKIÐ

 

Seinastu nógvu árini hevur mikið rumbul staðist av listanum yvir børn, sum bíða eftir stovnsplássi í høvuðsstaðnum. Stór ónøgd hevur verið millum foreldur um, hvussu bíðilistin hevur verið umsitin og hvussu mannagongdin hevur verið, tá ið børn verða tikin inn á stovn. Fleiri ferðir hava foreldur fingið staðfest, at hóast barn teirra hevur staðið frammalaga á bíðilistanum, hevur eitt barn, sum hevur bíðað styttri, verðið tikið fram um. Hetta argar og tað skilja øll. Eisini politikararnir, sum hava ábyrgdina av økinum. Tískil er nýggj reglugerð til upptøku av børnum í umbúna og hon er í grundini longu tikin í nýtslu. Hon leggur upp til, at barnið, sum stendur ovast á listanum og tí hevur bíðað longst, sleppur fyrst framat. Hetta er eisini skilagott, hugsa tey flestu, men henda einfalda avgerðin hevur størri avleiðingar við sær enn so. Og tær vísa seg longu. Á fleiri dagstovnum, vit hava spurt okkum fyri hjá, síggjast ábendingar um, at aldursbýtið á stovnunum er við at fara út av lagi.

 

- Á eini stovu hava vit komandi ár bara eitt barn, sum skal í skúla árið eftir, ístaðin fyri 4-5 sum hevur verið tradisjónin. Okkum vantar elsta aldursbólkin. Forskjótingin í aldursbólkunum ger, at útskiftingin verður stór og royndir vísa, at tað hevur avleiðingar fyri trivnaðin á stovninum, sigur Óli Midjord, virkandi leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.

 

- Í vøggustovuni hjá okkum eru tíggju av tólv børnum fødd í 1999. Hesi fara so øll úr vøggustovuni samstundis. Tað krevur sera nógv av starvsfólkunum at taka ímóti eini rúgvu av nýggjum børnum samstundis, tá alt er nýtt fyri øll. Av tí at børnini eru so stór, tá ið tey koma á stovnin, eru kanska bara eitt ár í vøggustovu, verður markið millum vøggustovu og barnagarð flótandi. Ein avleiðing kann verða, at ongar vøggustovur vera til endans, tey smæstu fara tá í dagrøkt og ikki fyri at siga nakað ringt um tað, men ein vandi er, at børn, sum onkusvegna hava ein serligan tørv, brek, eru seinment ella annað, ikki verða fangað nóg tíðliga tá, sigur Elsa Hansen, leiðari í Býlingshúsinum á Flat í Hoyvík.

 

 

 

Óheppin gongd

 

Tað er ikki av ongum, at stovnsleiðarar tvíhalda um aldursbýtið og kynsbýtið fyri ein part. Hetta er eisini í samsvari við dagstovnalógina. Fyri trivnaðin á stovninum er umráðandi at javnvág er millum aldursbólkarnar. At børn hava javngomul børn at spæla við, at samljóð er millum aldursbólkarnar soleiðis at teir hava gleði av hvør øðrum, og at útskiftið av stovninum er natúrligt og ikki ov brátt. Eru øll børnini á eini stovu javngomul, fara tey úr stovninum í senn og sama tal av børnum byrjar í senn. Hetta er sera óheppið, siga stovnsleiðarar. Viðvíkjandi kyninum skilst, at stovnarnir ikki longur tvíhalda um eina neyva javnvág ímillum býtið av gentum og dreingjum.

 

Stovnsleiðarar skilja væl foreldur, sum illneitast og eru ørg um, at barn teirra er við sviðusoð, tá ið ræður um stovnspláss. Hinvegin hava teir ábyrgd av at fáa stovnin at virka fyrst og fremst.

 

- Tað sýnist sum nýggja mannagongdin fyrst og fremst røkir áhugamálini hjá foreldrunum heldur enn børnunum, sigur Elsa Hansen.

 

- Út frá námsfrøðiligum sjónarmiði virkar ein stovnur best, um spjaðing er í aldursbýtinum, bæði í vøggustovuni og barnagarðinum. Harumframt er normeringin av starvsfólkum eisini tengd at aldursbýtinum, tí ávísir aldursbólkar krevja ymiskt. Nýggja gongdin hevur eisini avleiðingar fyri normeringina og arbeiðið hjá einstaka starvsfólkinum, sigur Óli Midjord.

 

Í dag ert tú sera heppin, um barn títt fær eitt stovnspláss í økinum, har tit búgva. Tað er ikki so sjáldsamt, at foreldur hava børn á ymsum stovnum, sum allir liggja væl spjaddir. Eingin letur eitt pláss fara, tá ið tað vísir seg, hóast hetta førir við sær nógva koyring. Men í býlingshúsinum á Flat í Hoyvík hava tey fyri fyrstu ferð upplivað, at foreldur hava latið pláss frá sær, tí tey heldur vilja bíða eftir einum plássi á stovni í nærumhvørvinum.

 

- Tvey av seks hava sagt, at tey heldur vilja bíða eftir einum plássi nærri heiminum, og tað er nakað nýtt, sigur Elsa Hansen.

 

 

 

Annað ber ikki til

 

Býráðspolitikarar og umsitingin í býráðnum eru kunnað um fyrstu ábendingarnar um avleiðingar av broyttu mannagongdini.

 

- Vit vóna, at tey hava lurtað eftir okkum og tikið til eftirtektar, at gongdin er óheppin fyri trivnaðin á dagstovnunum, sigur Óli Midjord.

 

Formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, Heðin Mortensen, metir ikki, at avleiðingarnar, sum stovnsleiðararnir vísa á, viga so tungt, at mannagongdin skal broytast aftur. Eftir summarfrítíðina verður nýggja reglugerðin eftir øllum at døma samtykt.

 

- So leingi so stórur tørvur er á stovnsplássum, eru vit noydd at góðtaka støðuna. Tá ið tørvurin er nøktaður, ber til at tosa um økislistar og aðrar mátar at taka børnini inn á stovn. Eg skilji væl stovnsleiðararnar, men hinvegin kunnu teir taka hetta sum eina eyka avbjóðing. Vit eru eisini noydd til at lurta eftir borgarunum, sigur Heðin Mortensen, sum alla tíðina hevur verið heitur talsmaður fyri, at fyrsta barnið á bíðilistanum sleppur inn fyrst.

 

Tórfinn Smith, limur í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, heldur hinvegin, at ein millumloysn hevði verið frægari.

 

- Fyrsta barnið á listanum eigur í størstan mun at sleppa fyrst inn, men vit eiga samstundis at miða eftir at taka atlit til aldursbýtið, soleiðis at vit koma so nær tí námsfrøðiliga rætta sum til ber. Eg skilji væl foreldur, sum argast um, at børn ið standa aftari á listanum sleppa framum. Men vit eru noydd at taka fyrilit soleiðis at dagstovnarnir kunnu virka sum námsfrøðiligir stovnar og uppalingarstøð heldur enn goymslur rætt og slætt. Treytin fyri góðum trivnaði á stovnunum er eitt nú ein góð spjaðing í aldursbýtinum, sigur Tórfinn Smith.

 

Nýggju upptøkureglurnar stytta sum kunnugt ikki um bíðilistan. Hann var 402 børn 28. mars. Í øðrum londum snýr kjakið seg um dygd og góðsku og hvørji tilboð børn skulu hava á dagstovnunum. Í Føroyum tosa vit framvegis um tøl, aldur og kyn.