Hvussu er Atli sum leikari?
Egil: Atli er ein sterkur leikari. Hann er ikki lættur at flyta, og so er hann eisini sterkur í luftini. Harafturat liggur væl fyri hjá honum at stýra liðnum, og eggja hinum leikarunum til at gera sítt besta.
Hvussu er Egil sum leikari?
Atli: Egil hevur ótrúlig evni at plasera seg og gott yvirlit. Hann hvílur í sær sjálvum og tí ger hann ongar feilir. Í Frankaríki vóru meiri enn 50.000 áskoðarar, men heldur ikki tað kundi sláa hann av kós.
Hvørjar eru styrkir hansara?
Egil: Atlasa størsta styrki eru talugávurnar. Vit kenna øll hansara rámandi viðmerkingar í ymiskum ítróttarsendingum. Á fótbóltsvøllinum eru hansara størstu styrkir luftspælið, nærdystir og tað at stýra liðnum, serliga verjuni.
Hvørjar eru styrkir hansara?
Atli: Egil er sterkur í luftspælinum, hevur gott yvirlit, plaserar seg væl, dugir væl at lesa spælið og er yvirraskandi skjótur, sjálvt um hann er vorðin 52-53 ár.
Hvørjar veikleikar hevur Atli?
Egil: Talugávurnar eru í ávísum førum eisini ein veikleiki. Eg vænti at hann onkuntíð hevði ynskt at duga betri at tagt. Men eitt skal hann eiga, hann dugir væl at orða seg speiskliga og beinrakið. Eg vænti eisini, at tað eru fleiri við mær sum gleða seg til fleiri stuttligar viðmerkingar frá honum. Veikleikarnar á vøllinum ætli eg ikki at fortelja honum her, tí teir ætla vit at útnytta leygardagin.
Hvørjar veikleikar hevur Egil?
Atli: Sum verjuleikari hevur hann ongar veikleikar sum so. Eg vildi kanska ynskt, at hann var meiri aggressivur, men hann er ikki tann typan og tað er ikki neyðugt hjá honum heldur. Men sum áleypari kundi hann gott skorað fleiri mál.
Hvør er munurin á tykkum sum leikarum?
Egil: Sum leikarar er munurin á okkum helst ikki so stórur. Vit spæla á sama plássi á vøllinum, og røkja nøkulunda somu uppgávur.
Atli: Eg fylli kanska meiri í orðum á vøllinum. Tekniskt haldi eg sjálvandi, at eg eri betri fyri. Men meðan Egil er liðspælari burtur av, so vil eg eisini, at eg sjálvur skal spæla ein góðan dyst. Tað er ikki so umráðandi hjá honum, so leingi lið hansara vinnur.
Hvønn týdning hevur Atli fyri Víking?
Egil: Atli hevur stóran týdning fyri Víking. Hann er ein góður verjuleikari, og onkursvegna er tað hann sum bindur liðið saman.
Hvønn týdning hevur Egil fyri EB/Streym?
Atli: Tað eru ikki orð fyri tí. Egil er Mr. EB/Streymur. Tá hann tosar, so lurta øll og eg veit ikki um nakran, sum kann siga nakað ringt um Egil.
Hvussu er at spæla saman við Atla?
Egil: Mær dámdi sera væl at spæla saman við Atla. Hann tók ábyrgd, og gjørdi altíð sítt besta. Hann hevur eisini eitt smittandi árræði, sum er týdningarmikið, tá man stendur fyri einari stórari uppgávu.
Hvussu er at spæla saman við Egil?
Atli: Tað riggaði sera væl hjá okkum á landsliðnum. Vit høvdu ongantíð spælt saman áður, men tað var eingin trupulleiki, tí Egil er so lættur at spæla saman við. Tú følir teg góðan, tá tú spælir saman við honum. Egil kom eisini nógv for seint á landsliðið, men tað er kanska tí, at hann ongantíð hevur gjørt nakað burtur úr sær sjálvum.
Hvussu er Atli uttanfyri vøllin?
Egil: Atli er ein behagiligur persónur. Hann er sosialur, og lættur at tosa við. Har er eingin pínilig tøgn.
Hvussu er Egil uttanfyri vøllin?
Atli: Hann er fantastiskur og hevur ein fjálgan humor. Var Egil dani, so var hann heilt sikkurt jyde. Hann er stuttligur at vera saman við, og er annars altíð góður í ráðum.
Rópar Atli líka nógv á sum uttanfyri vøllin?
Egil: Atli rópar eisini á vøllinum, men eg haldi ikki at hann rópar meira enn so nógvir aðrir. Á vøllinum er tað eisini meira góðtikið at man rópar eitt sindur.
Hvussu leingi kann Egil blíva við at spæla fótbólt?
Atli: Tað er upp til Egil sjálvan. Men samanborið við meg, so er Egil ein typa, sum altíð er væl fyri. Hann er tó nakað dýrur í blómum fyri EB/Streym, so ofta sum hann er givin eftir hondini, men eg hopi ikki fyri føroyskan fótbólt, at hann gevst enn, tí hann er ein gentlemaður á vøllinum, sum tað ikki eru nógvir eftir av – ein leikari, sum eg síggi upp til.
Vinnur Atli steypafinaluna í ár?
Egil: Eg vænti ikki at Atli vinnur steypafinaluna í ár, og tann stutta frágreiðingin er, at hann er í tí skeiva hópinum.
Vinnur Egil steypafinaluna í ár?
Atli: EB/Streymur er føroyska steypaliðið fram um nakað annað. Nú liggja teir nummar eitt, men annars er tað fullkomiliga líkamikið, hvussu teir klára seg í landskappingini, tí til steypadystir raka teir altíð dagin. So tað eru vit, sum skulu inn at skumpa teir av trúnuni.










