Torført at seta nakað mál

Liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Jórun Ludvig, dugir illa at siga, hvussu vónirnar eru undan fyrsta dystinum móti Svøríki

Landsdystur


Einnki er at ivast í, at føroysku hondbóltsgenturnar eru spentar, nú tað av álvara stundar til stóru uppgávuna, sum leingi hevur ligið fyri framman. Landsdysturin móti Svøríki er fyrsti dystur hjá kvinnunum í fýra ár, og harumframt tykist hetta eisini vera byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum kvinnuhondbólti.


Spenningurin er stórur

Hósmorgunin hittu vit liðskiparan á føroyska liðnum, Jórun Ludvid, á máli, og hon duldi heldur ikki fyri, at spenningurin var stórur hjá teimum.

- Sjálvandi eru vit spentar. Seinastu tíðina hava vit nærum ikki hugsað um annað, so tað næstan soleiðis, at mann hevur mist svøvnin.

Spenningurin er uttan iva eisini tengdur at, at alt hetta er so at siga ókent hjá leikarunum, og Jórun ásannar eisini, at tær illa duga at siga, hvar tær flóta. Í øllum førum er torført at fáa nakað beinleiðis svar, tá vit spyrja, hvørjar vónirnar eru til dystirnar.

- Hatta er ein spurningur, sum sera torført er at siga nakað um. Á venjingarleguni um vikuskiftið tosaðu vit nógv saman um hetta, men nakað veruligt mál um úrslit hava vit als ikki sett okkum.

- Hóast Sophus hevur sæð Svøríki spæla fleiri dystir, so kenna vit, sum skulu spæla, ógvuliga lítið til liðið. Vit vita sjálvandi, at Åse Erikson er framúr, og einki er heldur at ivast í, at hinar á liðnum eisini eru væl betri enn vit, um roknað verður leikara fyri leikara. Sostatt hava vit ikki ánilsi fyri, um vit skulu seta okkum sum mál at tapa við minni enn 30 málum, ella um vit skulu vinna við tveimum.

- Tá vit hava spælt dystin friggjadagin, duga vit helst betri at siga, hvar vit liggja í mun til mótstøðuna, og so kunnu vit nýta leygardagin til at seta okkum eitt meira nágreinuligt mál til seinna dystin.


Fara at stríðast

Hava tær ikki nakað greitt mál við úrslitinum, so er hugburðurin undan dystinum tó púrasta greiður sambært liðskiparanum.

- Vit fara allar inn fyri at stríðast. Vit eru samdar um, at líka mikið hvussu víkir og vendir a vøllinum, so skulu allar geva seg fult út alla tíðina. Eisini um vit koma aftur um við nógvum málum.

Jórun vísir í hesum sambandi á, at hon saman við øðrum á landsliðnum hevur roynt, hvussu stór yvirmaktin kann verða, tá talan er um altjóða hondbólt.

- Við ungdómslandsliðnum taptu vit ta einu ferðina 40-10 fyri Danmark, og tað var alt annað enn stuttligt. Eisini tí, at vit undan dystinum settu okkum sum mál at vinna, og tá vit so komu langt afturum, fullu vit fullkomuliga í fátt.

Hetta er so avgjørt ikki nakað, sum tær ætla skal henda í kvøld, og Jórun sigur eisini, at tær lærdu nakað av taptinum, sum teimum tá var fyri.

- Tá man hevur roynt slíkt eina ferð, so lærir man sjálvandi av tí. Árið eftir vóru vit aftur í kapping móti danska landsliðnum, og tað ferðina var hugburður okkara heilt øðrvísi. Hetta sást eisini aftur í úrslitinum, tí seinnu ferðina var tapið 15 mál.

Tað, sum hon serliga vísir á við hesum, er, at tað er altavgerandi, at liðið stríðis til tað seinasta.

- Hóast tað gongur av skriðuni, so skulu vit ikki vera illa við av at vera á vøllinum. Heldur eiga vit alla tíðina at stuðla upp undir hvørja aðra og standa saman. Geva vit upp, kunnu vit í øllum førum ikki rokna við nøkrum sum helst.


Savnaðar alt vikuskiftið

Fríggjamorgunin kl. 9.00 savnast landsliðið til venjingar í Gundadalshøllini, og síðani verða tær saman til eftir dystin sunnudagin.

Tíðliga seinrapartin gongur leiðin til Klaksvíkar, og millum dystirnar, fara tær allar at búleikast á Hotel Føroyum.

Jórun heldur so avgjørt, at hetta er ein fyrimunur fyri tær, so á tann hátt kann orka nýtast til at hugsa um dystirnar móti Svøríki.

- Vit royndu at skipa soleiðis fyri, at vit kundu savnast longu hóskvøldið, men hetta lat seg ikki gera av praktiskum ávum, sigur hon.

Eftir er so bert at takka liðskiparanum fyri samrøðuna, men áðrenn hetta verður gjørt, skulu vit sjálvandi eisini ynskja kvinnunum góða eydnu til dystirnar báðar. Tveir dystir, sum kunnu gerast strævnir, men sum so avgjørt eisini eiga at gera sítt til, at lyfta hondbóltin her á landi.