Tríggjar ferðir kring jørðina

Uppá 13 ár hevur Hafsteinn Jóhannsson siglt 63.000 sjómíl. Tað svarar til tríggjar ferðir kring jørðina. Skip hansara, Elding, og hann eru nú á veg til Íslands. Hetta er seinasta ferðin hann ger við Elding, tí nú letur hann skipið til bygdasavnið á Akranesi

Vágsbotnur: Niðri í Vágsbotni í Havn liggur ein stásislig skúta. Sermerkt á egnan hátt við eini rúgvu av lýsingum eftir síðuni á bátinum, og eitt Bónus flagg hongur á flaggstongini. Á síðuni síggjast eisini nøkur slitin fløgg, og tað føroyska er eisini at hóma har ímillum.
Sólin bakar niður í Vágsbotni, og uttanfyri Café Carlsborg situr ein rúgva av fólki og hugnar sær í góðveðrinum.
Umborð á Elding liggur ein maður í tretivu árunum. Hann bjóðar vælkomin og spyr um vit eru blaðfólk. Eftir at hava fingið eitt játtandi svar, ringir hann eftir skiparanum, og bjóðar síðani kaffi.
Hann er norðmaður, og sonurin Eskild spælir á dekkinum. Hann hevur ein glúp og eina coca cola dós, og hann hugnar sær óført nú fremmandafólk eru komin umborð.

Long ferð

Eitt korter seinni kemur ein sólbrendur, eldri maður við brillum umborð á bátin. Hann er í fylgi við einum øðrum í hvítari t-troyggju og sólbrillum. Vit fáa at vita, at hetta er eigarin og skiparin á Elding, Hafsteinn Jóhannsson.
Hann er fyrikomandi og fryntligur og bjóðar vælkomin.
? Hetta er onnur ferðin eg eri í Føroyum. Eg var her fyri tveimum árum síðani í samband við Vínland 2000, tá vit vóru á veg yvir til Grønlands, greiðir Hafsteinn frá.
Hafsteinn er íslendingur, men hevur búð í Noregi í fleiri ár, har hann hevur arbeitt og sjálvur bygt Elding.
? Eg búgvi í Noregi, men eg havi ikki verið har í tvey ár. Nú koma vit úr Noregi, men vit vóru har bara í 14 dagar áðrenn vit sigldu víðari.
Skiparin er 68 ára gamal, og hevur so at siga alt sítt lív havt sigling sum áhugamál. Elding bygdi hann fyri 13 árum síðani, og hesi árini hevur hann siglt tilsamans 63.000 sjómíl. So nógvar sjómíl er tað sama, sum at sigla tríggjar ferðir kring jørðina.
? Nú eru vit á veg yvir til Íslands. Eg skal sigla bátin til bygdasavnið á Akranesi. Eg gav teimum bátin í 1993, og so havi eg lænt hann síðani tá. So tað verður sum at koyra konuna á savn, sigur hann og flennir.

Bjarging

Tá farið varð úr Noregi var meiningin at ein minni bátur skuldi fylgja Elding til Hetlands, og síðani verða tikin uppí. Báturin er lítil, og á veg yvir til Hetlands mistu teir umboð sambandi við bátin, og meldaðu hann saknaðan.
Ein supplybátur fann minna bátin og ein bjargingartyrla kom og setti hann av á einum boriplatform. Síðani sigldi Elding til boriplatformin og fekk hann umborð. Ein bummur varð brúktur og tann yngri norðmaðurin veipar og vísir við ørmunum, hvussu gjørt varð fyri at fáa bátin umborð.
? Ein má kunna lívbjarga sær sjálvum, sigur Hafsteinn róliga, meðan hann tekur brillurnar av.
Valdimar, sum sigldi tann minna bátin, sær ikki út til at hava tikið nakran skaða, sjálvt um hann lá í 24 tímar í lítla bátinum uttan mat og vatn.

Liðugt

Í dag, leygardag, var ætlanin, at Elding skuldi sigla víðari til Íslands. Fyrst Vestmannaoyggjarnar, og so skal báturin til Akranes, har hann skal handast savninum.
? Tað eru trý ár síðani, at eg eri givin við at arbeiða. Eg arbeiddi á einum ídnaðarvirki í Husnæs í Noregi, so sigling hevur altíð bara verið eitt frítíðarítriv. Men nú rokni eg við, at tað er liðugt við tí. Eg veit ikki, hvussu leingi eg verði í Íslandi, men eg fari so yviraftur til Noregs, greiðir Hafsteinn frá.
? At gevast at sigla er púra náttúrligt fyri meg. Fyrr ella seinni má ein gevast, sigur hann.
Fýra dagar av sigling liggja frammanfyri stavn nú Elding. Nú verður stevnt ímóti Íslandi, og Hafsteinn sleppur aftur at síggja heimlandi eftir mong ár, sum útiseti.