grindaboð eru komnar nú seinnapartin. Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at ein grind er funnin vestan úr Koltri, og at ein grind er funnin út fyri Norðradal. Enn er ikki greitt, hvar grindin skal haldast til
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur gjørt nýggjasta tilmælið um grind, hevði vegna eftirlitsvitjan úr ES ikki rættiliga stundir til at koma við viðmerkingum til allar ákoyringarnar [...] snarlisið greinina hjá Erlu Olsen, at tað eftir hansara tykki er talan um “nógvan royk, men onga grind”. - RN
fjallmenn í Viðareiði seinnapartin bóru eyga við eina grind norðanfyri oynna. Nógv fólk løgdu leiðina norð í gjár, tá tíðindi bórust, at ein stór grind varð funnin og við in.fo sigur Karl Johansen, sýslumaður [...] nær námind so nógv fólk, ið hava skrivað seg upp til drápspartar í økinum. Tað var sum at vera til grind í Havn, greiðir sýslumaðurin frá. Karl Johansen upplýsir, at grindin verður býtt til Fugloy, Svínoy
hesi løtu eru teir á veg inn eftir Vágsfirði við eini grind Tað var beint eftir klokkan 16 í dag, at ein bátur boðaði frá, at hann lá við eini grind inni á Hovsfirði Bátar vóru skjótt hjá henni og og tað [...] suðuroyingum, tí har munnu tað vera ógvuliga fá, ið eiga nakað eftir, so langt síðani er tað, at grind var seinast.
Fyri fyrstu ferð er grind deyð í Runavíkar kommunu. Tað hendi í dag, tá ein grind legði beinini í Funningsfirði. Har er grind tó deyð fyrr, men ikki síðani gamla Elduvíkar kommuna legði saman við Runavíkar
merkis, at tey, ið halda at grind verður dripiná opnum havi, liggja í bólkinum, sum veit sera lítið um Føroyar. Kanningin vísir somuleiðis, at helmingurin av dønum halda, at grind er ein søluvøra, meðan 36% [...] fyri vísir kanningin, at fólk hvørki eru samd ella ósamd í, um føroyingar skulu halda fram at drepa grind.
hendir, tá ið tað stendur í lógini, at øll, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá henni. Sum støðan er nú, fáa tey, sum síggja eina grind, uttan at boða frá, 25.000 krónur í bót, men nú er ætlanin [...] boða frá grind, fremja lógarbrot, heldur Ferðavinnufelagið í viðmerking til viðgerðina í Løgtinginum. Í Ferðaráðnum halda tey, at tað verður ómetaliga ringt at prógva, at onkur hevur sæð eina grind. Samstundis [...] hvussu stóran týdning, grindin hevur. Ein onnur orsøk, er at myndugleikarnir vilja hava boðini um eina grind sum skjótast fyri at kunna fyriskipa rakstur og dráp og væl sum tilber. Men ferðavinnumyndugleikarnir
Tað er grindaboð í Vágum í morgun. Tað var um seks tíðina, at teir sóu eina grind uttanfyri Presttanga, sigur løgreglan. Bátar komu til og síðani er grindin rikin inn á Miðvág. Tað gekk gott at reka grindina [...] løgreglan sigur, at hon verður hildin til í hesi løtu. Mett verður, at grindin, sum er ársins fyrsta grind, er einar 200 hvalir.
Tað var ein lítil grind, sum legði beinini í Leynum í morgun. Sambært politinum er talan um gott 20 hval. Grindin varð sædd av landi út fyri Skælingi, tá grindaboðini bórust. Einir 10 bátar vóru við í [...] í drápinum og um 100 grindamenn, og drápið gekk skjótt og væl. Tá talan er um so lítla grind, so verður valla talan um meira enn drápspartar
Tíðliga leygarmorgunin varð ein grind funnin norður úr Ennibergi. Grindin var ring at fáast við, men bátar royndu í tólv tímar at fáa rakstur úr hana, men tað eydnaðist ikki. Umleið klokkan 19 mistu teir [...] teir hana nakað vestur úr Mýlingi, og grindin varð ikki sædd aftur. Ein tíma seinni varð ein grind sædd í Kalsoyrarfirði. Bátar fóru avstað, men grindin kavaði og slapp.