EKSPLOTIÒN
À einari av silounum, sum verða nýttar til at goyma fiskamjøl, stóð ein maður. Klokkan 18.49 fekk hann ein skelk, ið hann óivað fer at minnast í langa tíð. Brádliga hoyrdi hann eitt øgiligt óljóð undir sær, og hann gjørdist umgyrdur av royki. Sløkkiliðið var boðsent og kom skjótt á staðið, men lukkutíð kundi tað staðfestast, at neyðugt var ikki at sløkkja nakran eld.
-Tað hendi ein støveksplotiónin, sum er eksplotión av tí støvi og tí luft, sum er í Siloini. Hetta er eitt vælkent fyribrigdi, ið er trupult at verja seg fullkomiliga ímóti, sigur Ingvi Lava Olsen, tekniskur stjóri á Havsbrún.
Tekniski stjórin fegnast um, at maðurin, sum varð staddur á Siloini ikki fekk nakra skaða. Ingvi rósar eisini sløkkiðliðnum fyri at koma skjótt á staðið. Siloin var ein triðingsfull, tá eksplotiónin hendi.
- Siloin fekk eitt sindur av skaða, men tað er ikki nakað, sum fær nakran størri fíggjarligan týdning ella ávirkar framleiðsluna nakað munandi, sigur Ingvi.