Samanlagt løgdu 135 hval beinini í Hvannasundi í gjár eftir, at fjallmenn í Viðareiði seinnapartin bóru eyga við eina grind norðanfyri oynna.
Nógv fólk løgdu leiðina norð í gjár, tá tíðindi bórust, at ein stór grind varð funnin og við in.fo sigur Karl Johansen, sýslumaður, at hann aldrin hevur sæð so nógv fólk í Hvannasundi fyrr.
- Eg havi aldrin sæð so nógv fólk í Hvannasundi fyrr, og tað hevur aldrin verið nær námind so nógv fólk, ið hava skrivað seg upp til drápspartar í økinum. Tað var sum at vera til grind í Havn, greiðir sýslumaðurin frá.
Karl Johansen upplýsir, at grindin verður býtt til Fugloy, Svínoy, Viðoy og Hvannasund, og at seðlarnir verða býttir út í Hvannasundi klokkan 10 í morgun.
Umframt tað, so verður grindin býtt út í 873 drápspartar, harav 116 vóru umborð á báti og 757 á landi.