Í kvøld klokkan 20 tekur Neistin móti StÍF í dysti í Burn-mansdeildini. Neistin er nummar fýra við 12 stigum og StÍF er nummar seks við seks stigum. Skal StÍF hugsa um bara at nærkast topp-4 liðunum mugu [...] Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 í kvøld. Samrøður við umboð fyri Neistan og StÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. Øll kunnu hoyra FM1 HER
StÍF hava sett venjaran, sum skal taka sær av besta mansliðnum hjá felagnum. Tað er Jónleif Sólsker úr Havn, sum nú flytir úr Kyndli og til StÍF. Umframt at venja strandingar skal Jónleif Sólsker eisini [...] at leita sær eftir venjara. Palli Joensen hevur vant StÍF seinnu árini, men hann gavst í seinasta kappingarári. Venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF verður Johan Danielsen.
StÍF skrivar soleiðis: Tað er við gleði og stoltleika, at vit kunnu kunngera, at Mads og Mikkel Lindkvist koma til StÍF. Teir fara at taka sær av kvinnunum og ungdóminum á gentusíðuni. Mads er eitt kent [...] kent andlit í StÍF, har hann tók sær av ungdóminum í fjør. Mikkel er eisini eitt kent andlit bæði innan fót- og hondbólt. Vit gleða okkum at síggja teir í reyðum og hvítum. Vælkomnir til StÍF, skrivar Stranda
StÍF-VB 31-28 (14-11): Tilsamans níggju dystir hevði StÍF spælt, síðani liðið hálvan november vann á VB, og allir vóru taptir. Men nú VB aftur var mótstøðuliðið, bragdaði langt um leingi hjá StÍF-kvinnunum [...] at vinna, steðgaði fullkomuliga upp hjá StÍF síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki, og tá møguleikin var har, tók VB av og skjeyt fýra mál síðstu løtuna, meðan StÍF einki fekk. Togan aftur og fram Eftir [...] ein togan um sigurin, tí viðhvørt slapp StÍF avstað, men VB kom afturíaftur hvørja ferð. Seks minuttir inn í seinna hálvleik stóð á jøvnum, 15-15, og hóast StÍF fekk tikið sær um reiggj aftur eina løtu
StÍF-VÍF 23-24 (9-12): Við broyttu kappingarskipanini er spenningurin í botninum av stigatalvuni vorðin væl størri. Niðasta liðið í Sunset-kappingini skal eftir øllum at døma eina deild niður næsta vetur [...] taka eitt stórt fet frá niðurflytingarvandanum, meðan StÍF hinvegin kundi isolerast heilt, um tær ikki vunnu. Og við knívinum á barkanum megnaði StÍF at bíta frá sær. Talan var um sera javnan dyst, men tá [...] seinastu av sínum innan teir báðar seinastu minuttirnar. Og so var sigurin hjá StÍF ongan tíð veruliga í vanda. Við sigrinum er stÍF nú ájavnt VÍF í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Og við Kyndli bara
Aftaná fyrra hálvleik var VÍF á odda 10-8 ímóti StÍF í tí seinnu hálvfinaluni, og samlaða støðan var javnleikur 32-32. Í seinna hálvleiki hevði Levi Nybo í StÍF-málinum fleiri rimmar bjargingar, og tað tók [...] tók broddin av vestmenningum, og endin var, at StÌF vann 23-21, og samlað 47-43. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki varð VÍF á odda 6-0. Tá valdi venjarin hjá StÍF, Alexandur Johansen at taka "Time-out" fyri [...] fyri at venda gongdini, og eftir tað kom StÍF inn aftur í dystin, og í seinna hálvleiki vóru teir tað betra liðið. StÍF møtir KÍF í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 9. februar.
allan vegin ígjøgnum, men tó var tað StÍF, ið kundi fara til hálvleiks á odda 18-16. Tveir minuttir fyri dystarlok líktist tað eisini einum sigri til StÍF, tí at tá var StÍF á odda við trimum málum. Team Klaksvík [...] avgjørd undan seinasta leikumfari. Eitt vet av spenningi var tó viðvíkjandi dystinum á Skála, har StÍF tók ímóti botnproppinum, sum undan dystinum hevði tapt sínar fyrstu 23 dystir, Team Klaksvík. Eydnaðist [...] Hoyvík, so yvirtók StÍF fjórða plássið frá kollfirðingum. KÍF tapti 31-26 ímóti H71 í Hoyvík, og tískil hildu tey flestu nokk, at nú var fjórða plássið serverað á einum silvurfati fyri StÍF. Men klaksvíkingarnir
kring fjørðin og í oynni, sum stuðla STÍF eru ovurfegin. StÍF hevur í kvøld vunnið 30 - 20. Hetta var fjórða finalan, og tað er ikki neyðugt við fimtu finaluni, tí StÍF hevur vunnið 3 – 1. Tað gekk javnt [...] Málverjin hjá StÍF var heilt framúr, heimaliðið skoraði ferð eftir ferð í skjótum álopum, og vónleysa støðan bar við sær, at neistakvinnurnar gjørdu fleiri persónlig mistøk. Japonsku spælararnir hjá StÍF gingu [...] ferðin yvirhøvur, at StÍF hevur vunnið FM í kvinnukappingini. Í nítiárunum æt liðið hjá teimum á vestara armi á Skálafjørðinum Skála. Tað liðið vann FM í 1991 og 1993. Nú eitur liðið StÍF, og í kvøld er tað
##med2## Neistamenn liva framvegis í Faxe Kondi kappingini aftaná 27-22 heimasigurin á StÍF í kvøld. Tað leikaði leingi javnt á, og í steðginum var javnleikur 12-12, men í seinna hálvleiki var Neistin [...] málum hvør. Toppskjútti hjá StÍF var Pætur Johansen við fimm málum. Ígjár vann Kyndil á heimavølli stórsigur 36-22 á Team Klaksvík. Kyndil hevur fýra stig, meðan Neistin og StÍF hava tvey stig. Team Klaksvík [...] vónbrotnan StÍF málverja, Jákup Mortensen, ið ikki bara iðrar seg um tapið, men eisini um, at tapið gjørdist ov stórt, og tað kann kosta í innanhýsis roknskapinum millum Neistan, Kyndil og StÍF. 3) Hoyr
Okkaradeildin: Team Klaksvík - StÍF 23-27 Team Klaksvík skuldi reisa seg í Klaksvík eftir at hava tapt 43-25 ímóti í Kollafirði sunnudagin. StÍF kom til Klaksvíkar at spæla sín fyrsta dyst í Okkaradeildini [...] úr 19-11 til 19-16. Men tættari gjørdist dysturin ikki. StÍF fótaði sær og varðveitti munin til dystarenda, tá ið máltalvan vísti 27-23 til StÍF. Áskoðarar hava verið spent at sæð nýggja leikaran hjá Team [...] sitið uttanfyri við skaða síðani fyrstu umførini í farna kappingarárið. Stórskjúttin og ímyndin av StÍF seinastu nógvu árini sá millum annað 18 ára gamla talentið, Ivan Mrdalo ganga undan við málskjótingini