Okkaradeildin: Team Klaksvík - StÍF 23-27
Team Klaksvík skuldi reisa seg í Klaksvík eftir at hava tapt 43-25 ímóti í Kollafirði sunnudagin.
StÍF kom til Klaksvíkar at spæla sín fyrsta dyst í Okkaradeildini í ár, og tað var við Sveini Justinussen aftur á liðnum, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við skaða síðani fyrstu umførini í farna kappingarárið.
Stórskjúttin og ímyndin av StÍF seinastu nógvu árini sá millum annað 18 ára gamla talentið, Ivan Mrdalo ganga undan við málskjótingini. Ungi strikuleikarin skoraði fimm mál í fyrra hálvleiki og gjørdi við trimum málum seinastu fýra minuttirnar sítt til at hálvleiksstøðan var 17-10 til StÍF.
Munurin var so mikið stórur at tað var lítil ivi um úrslitið í seinna hálvleiki. Kortini lupu klaksvíkingar hvøkk á strandingar, tá ið munurin minkaði úr 19-11 til 19-16. Men tættari gjørdist dysturin ikki. StÍF fótaði sær og varðveitti munin til dystarenda, tá ið máltalvan vísti 27-23 til StÍF.
Áskoðarar hava verið spent at sæð nýggja leikaran hjá Team Klaksvík, Kaito Nakahodo í ár, og kviki japanski vongurin skjeyt eisini heili 12 mál í kvøld - Harav sjey brotskøst úr sjey royndum.
Hjá StÍF gjørdist 18 ára gamli Ivan Mrdalo toppskjútti við seks málum. Jóannes Prestá og Pætur Ó. Barclay fingu hvør síni fimm mál.
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 2 | 55 | 48 | 7 | 4 |
2 | KÍF | 1 | 43 | 25 | 18 | 2 |
3 | StÍF | 1 | 27 | 23 | 4 | 2 |
4 | Neistin | 2 | 55 | 53 | 2 | 2 |
5 | Kyndil | 1 | 22 | 26 | -4 | 0 |
6 | VÍF | 1 | 19 | 24 | -5 | 0 |
7 | Team Klaksvík | 2 | 48 | 70 | -22 | 0 |