Lagt var upp til tann stóra spenningin í Vestmanna. Aftaná fyrra hálvleik var VÍF á odda 10-8 ímóti StÍF í tí seinnu hálvfinaluni, og samlaða støðan var javnleikur 32-32.
Í seinna hálvleiki hevði Levi Nybo í StÍF-málinum fleiri rimmar bjargingar, og tað tók broddin av vestmenningum, og endin var, at StÌF vann 23-21, og samlað 47-43.
Eitt skiftið í fyrra hálvleiki varð VÍF á odda 6-0. Tá valdi venjarin hjá StÍF, Alexandur Johansen at taka "Time-out" fyri at venda gongdini, og eftir tað kom StÍF inn aftur í dystin, og í seinna hálvleiki vóru teir tað betra liðið.
StÍF møtir KÍF í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 9. februar.










