Strandakvinnur eru meistarar

StÍF vann aftur í kvøld stórsigur ímóti Neistanum, og nú hava tær á Strondum fyri fyrstu ferð yvirhøvur vunnið FM

Tað er kæti og fagnaður millum heimafólki í ítróttarhøllini á Skála. Dómararnir hava bríkslað fyri síðstu ferð, og nú er tað staðfest, at tey á Strondum eiga besta kvinnuliðið í føroyskum hondbólti.

Ítróttarhøllin á Skála er proppfull. Neistalegan hongur eitt sindur við nevinum, meðan strandingar, skálafólk og øll hini kring fjørðin og í oynni, sum stuðla STÍF eru ovurfegin.

StÍF hevur í kvøld vunnið 30 - 20. Hetta var fjórða finalan, og tað er ikki neyðugt við fimtu finaluni, tí StÍF hevur vunnið 3 – 1.

Tað gekk javnt á fyrstu stóru løtuna. Fram ímóti steðginum tók at dragna. Hálvleiksstøðan var 16 - 11, og í seinna hálvleiki øktist munurin støðugt. Málverjin hjá StÍF var heilt framúr, heimaliðið skoraði ferð eftir ferð í skjótum álopum, og vónleysa støðan bar við sær, at neistakvinnurnar gjørdu fleiri persónlig mistøk.

Japonsku spælararnir hjá StÍF gingu undan. Í seinna hálvleiki var málverjin heilt framúr, og í hinum endanum var talan um nógv mál eftir skjót álop. Men talan var um liðavrik, har allar vístu fínan hugburð. Verjan var sum bergið, og í hinum endanum vóru allar støðug hóttan, tá ið talan var um álop, sum vóru væl skipað og spæld við stórum toli.

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at StÍF hevur vunnið FM í kvinnukappingini. Í nítiárunum æt liðið hjá teimum á vestara armi á Skálafjørðinum Skála. Tað liðið vann FM í 1991 og 1993.

Nú eitur liðið StÍF, og í kvøld er tað staðfest, at STÍF eigur besta kvinnuliðið í føroyskum hondbólti.

Toppskjútti hjá StÍF í kvøld var Lív Poulsen, sum skoraði níggju mál.

https://www.in.fo/myndasavn/