VB verður aftast

Við sigri í gjár syrgdu StÍF-kvinnurnar fyri, at tær við vissu ikki kunnu enda aftastar í Sunset-kappingini

StÍF-VB 31-28 (14-11):

Tilsamans níggju dystir hevði StÍF spælt, síðani liðið hálvan november vann á VB, og allir vóru taptir. Men nú VB aftur var mótstøðuliðið, bragdaði langt um leingi hjá StÍF-kvinnunum, sum í gjár vunnu við trimum málum.
Serliga fyrstu løtuna av dystinum var tað StÍF, ið var spælstýrandi. Í løtum var talan eisini um góðan hondbólt, og í øllum førum var avrikið so mikið sannførandi, at VB als ikki fekk fótin fyri seg, men rættiliga skjótt var aftanfyri við seks og sjey málum.
Men eftir eina lovandi byrjan við góðum verjuspæli, nógvum skjótálopum og vilja at vinna, steðgaði fullkomuliga upp hjá StÍF síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki, og tá møguleikin var har, tók VB av og skjeyt fýra mál síðstu løtuna, meðan StÍF einki fekk.

Togan aftur og fram
Eftir steðgin helt VB fram í somu øði og var um reppið at fara ordiliga avstað, og tað skuldi vísa seg, at seinni hálvleikur skuldi gerast ein togan um sigurin, tí viðhvørt slapp StÍF avstað, men VB kom afturíaftur hvørja ferð.
Seks minuttir inn í seinna hálvleik stóð á jøvnum, 15-15, og hóast StÍF fekk tikið sær um reiggj aftur eina løtu og vunnið seg framum við fimm málum, svaraði VB enn eina ferð aftur og fór framum 21-20 mitt í hálvleikinum.
Síðsta vørrin gjørdi VB, tá 10 minuttir vóru eftir, tí tá vóru vágskvinnur á odda 24-23. Men so fekk StÍF aftur gongd á, og hesa ferð varð arbeiðið gjørt liðugt, hóast VB ímóti endanum ta einu løtuna fekk minkað munin niður í eitt mál. Meira rakk tað ikki til, og tí kann endaliga staðfestast, at VB verður aftast í kvinnukappingini í vetur.