er tað kortini eingin í økinum sum kennir nakra á, sum kallast Saltangará, sigur Niels Jacob. -Summi vilja vera við, at áin, sum rennur úr Toftavatni oman á sjógv er hon, sum í heilt gamlari tíð varð kallað [...] Sambært telefonbólkini eitur handilin Skósølan í Runavík. Men adressan er í Saltangará. -Sjálvur búgvi eg í Saltangará, men eg kalli tað Skósølan í Runavík-Saltangará. Her á leiðini sigi eg meg vera úr [...] hansara egnu hús. Thorleif sigur, at barnaheimið var meira ella minni bygt á táverandi bygdarmarkið. -Tey bygdu faktist beint á ánna, og tí ótu tey døgverða í Saltangará og svóvu í Runavík, sigur hann brosandi
menning og innan hesa vinnu síggjast alt fleiri virki og fyritøkur av ymsum slag. Handilin Mega í Miðbýnum í Havn hevur fingist við at selja teldur og telduútgerð. Nú hevur fyritøkan tikið eitt náttúrligt stig [...] Mark Joensen frá Mega sigur, at hetta við skeiðvirksemi ikki er nýtt fyri teimum. Men áður hava teir leigað seg inn í skúlar og aðrastaðni og ymsir vansar hava verið við hesum. Tí hava teir nú stovnað KT-Centrum [...] nýggju hølunum hjá KT-Centrum. Marglati Og fyri veruliga at seta prikin yvir i?ið, so er avtala gjørd við matstovuna Rio Bravo, ið er nærhendis. Skeiðluttakarar kunnu so strekkja beinini og spáka oman at fáa
kann hava við sær, at fleiri av hinum liðunum so at siga fáa mót av nýggjum. Tað kann aftur hava við sær, at spenningurin um FM verður stórur í heyst. Næstu dagarnar verður tað friðarligt á fótbóltsvøllunum [...] Sogndal á útivølli vann 3?0 á Kjelsås. Njósnarin segðist hava serligan áhuga fyri álopsfelaganum hjá Kurt Mørkøre, sum eitur Tommy Øren. Hesin skoraði síðsta málið, men tað er ikki at undrast á, um hann [...] framvegis hava ilt við at skriva navnið rætt hjá, var fyrstur á innlegginum. Í 2. hálvleiki stóð tað leingi einki til hjá Sogndal, sum var rættuliga kroyst. Tí kom tað sera væl við og var ein stórur lætti
orku, og í 1996 varð handilin latin aftur og plássið brúkt til cafeborð og stólar. Sølan ikki ávirkað av rokinum Við árunum er cafein vorðin rættiliga væl umtókt og hevur sett sín dám á býin. Farnu vikuna [...] herðaklapp fyri tað stríðið, sum eg havi lagt í Cafe Natúr, segði Turid Samró, tá vit hittu hana á máli á middegi í gjár. Eftir at hava stovnað cafeina í 1992 og rikið hana síðan, hevur Turid Samró nú valt [...] verið opin fyri keypstilboðum. Tað eru átta mánaðir síðan samráðingarnar við keyparan byrjaðu, og nú eru vit so endiliga komin á mál, sigur Turid. Hørð byrjan Hon sigur, at raksturin av cafeini ikki hevur
spæl millum eina farna tíð, við einahandli og avmarkaðum vøruútboð, og eina tíð, tá hillirnar eru á tremur við modernaðum popptónleiki og ein telda hevur funnið sítt pláss úti við vindeygað. Inn at hyggja [...] tað endaði við, at handilin eisini kom at umfata bøkur, handverk og list, sigur Bjarni. - Størsta sølan er í fløgum, men vit selja eisini fitt av bókum og hinum vørunum, sum vit hava. Handilin virkar sum [...] verður broytt uttan í samráði við nevndina í Norðoya Fornminnafelag. Sumt av innbúgvinum er líka gamalt sum handilin, meðan annað er eitt sindur nýggjari. Áðrenn handilin lat upp, brúktu Bjarni og Edvard
Janita flutti til Gloucester á øðrum sinni, men hesuferð við manni sínum, arbeiddi hon í eini vakurleikastovu í eini fjúrtan mánaðar, har hon mest fekst við at røkja negl hjá fólki. Á sama arbeiðsplássi arbeiddi [...] tað hevur hon eisini gjørt nakað við. Hon flutti úr Føroyum sum 19 ára gomul fyrst í nítiárunum. Hon hevur tikið FHS á Handilsskúlanum í Havn og fór so niður til Danmarkar á hægri handilsskúla. Síðani fór [...] hon við stjóranum á tí fyritøkuni, hon var í starvsvenjing hjá. Tey giftust í Keypmannahavn og fluttu aftur til Gloucester, har tey hava búð seinastu trý árini. Hon eigur nú tveir dreingir saman við manninum
fráfarin, var vegurin út á Bø við Kirkjubø. Har hevði hann so mangan gingið frá óvitaárunum av. Nakað eftir at vegurin var liðugur bjóðaði hann mær við í bilin. Tá vísti hann mær á, hann hevði klovið eina [...] at hann ikki var longur. Mintist aftur á, at hon, sum var so nógv uppi í rossum, tað var hann eisini, plagdi at fara til hansara og sleppa út á trøðna við honum.Við einum fittum sorgkendum brosi, eitt sindur [...] til Kirkjubøar, har hann við vegjegaran hevði sett steinar, sum hann helt verða verdar at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum abstrakta
fráfarin, var vegurin út á Bø við Kirkjubø. Har hevði hann so mangan gingið frá óvitaárunum av. Nakað eftir at vegurin var liðugur bjóðaið hann mær við í bilin. Tá vísti hann mær á, hann hevði klovið eina [...] at hann ikki var longur. Mintist aftur á, at hon, sum var so nógv uppi í rossum, tað var hann eisini, plagdi at fara til hansara og sleppa út á trøðna við honum.Við einum fittum sorgkendum brosi, eitt sindur [...] til Kirkjubøar, har hann við vegjegaran hevði sett steinar, sum hann helt verða verdar at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum abstrakta
latið maskinur upp á avgjald, so hava kundarnir altíð verið álítandi. Sita við teldu og seyma Tá vit settu beinini inn í handilin sóu vit eina farteldu standa á borðinum. Beint við síðuna av stóð ein [...] mamman var Poulina av Tvøroyri. Pápin var lærari á navigatiónsskúlanum, og tey búðu eisini eina tíð á skúlanum. Annars búði Marjun mest undir Pisuvarða við síðuna av Hans Andriasar húsi. - Eg ætlaði mær [...] átti. Hon hevði samstundis gingið á handilsskúla í Føroyum. Tað var tí hon fór á handilsskúla niðri, men hon hugsaði ongantíð um at gerast seymikona, fyrr enn hon fór á tekniska skúla, har hon lærdi at
seinasta umvælingararbeiðið í bakarínum hjá Jórun gjørt, og mánadagin verður latið upp við nýggjum handli. - Handilin hevur havt sama inventar síðani 1957, so nú varð neyðugt at skifta tað út og fáa ein [...] in, letur hon upp við nýggjum handli, sum neyvan verður til at kenna aftur hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd í bakarínum seinastu árini. Nógv at gera Fimm fólk starvast á bakarínum og trý í [...] vit standa okkum næstan ikki við at baka nóg mikið, sigur Jórun. Mánadagin bjóðar hon kaffi og kaku í nýggja handlinum, og alla næstu vikuna verður okkurt serligt tilboð á skránni.