Umvæla bakaríið

Mánadagin letur bakaríið hjá Jórun í Klaksvík upp við nýggjum handli




Klaksvík: Um vikuskiftið verður seinasta umvælingararbeiðið í bakarínum hjá Jórun gjørt, og mánadagin verður latið upp við nýggjum handli.

- Handilin hevur havt sama inventar síðani 1957, so nú varð neyðugt at skifta tað út og fáa ein meira tíðarhóskandi handil, sigur Jórun Mørkøre, sum rekur bakaríið.

Tað er eitt gott ár síðani, at hon yvirtók bakaríið, og samstundis sum hon fer at halda føðingardagin, letur hon upp við nýggjum handli, sum neyvan verður til at kenna aftur hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd í bakarínum seinastu árini.


Nógv at gera

Fimm fólk starvast á bakarínum og trý í handlinum, haðani baksturin verður seldur. Bakaríið hjá Jórun er annað av tveimum bakaríum í Klaksvík.

- Vit hava sera nógv at gera, og vit standa okkum næstan ikki við at baka nóg mikið, sigur Jórun.

Mánadagin bjóðar hon kaffi og kaku í nýggja handlinum, og alla næstu vikuna verður okkurt serligt tilboð á skránni.