lærarum í 1. og 2. flokki at meta um lesi- og staviførleikan hjá smæstu næmingunum. Endamálið er at fáa skilgreinað júst hvørjum stigi næmingurin er á, fyri betur at fáa hjálpt honum víðari í undirvísingini [...] undirvísingini. Í dag vita vit, at tá lærarin hevur neyva vitan um, hvat barnið dugir og ikki dugir, fær hann best lagt undirvísingina til rættis, soleiðis, at øll kunnu mennast og koma væl í gongd við at lesa [...] tilfarið. Tey hava eisini framleitt Súlutilfarið, sum verður nýtt í lesifrálæruni til tey smæstu, og hava arbeitt við byrjanarlesing í mong ár. Nýggja, føroyska eftirmetingartilfarið er grundað á altjóða
sítt virksemi í 2010. Á vári 2012 var Det Ferösche Compagnie á listauppihaldi í Írlandi, har tey saman við navnframa danska leikstjóranum, Nina Kareis, framleiddu og frumframførdu REGN í býnum Longford [...] Sørensen Ougaard, Kjartan Hansen og Jens L. Thomsen. Spurd um, hví hon metir at júst REGN er útvalt og hvørjar styrkir eru í leikverkinum sigur Kristina Sørensen Ougaard: - REGN byggir á eina søgu, sum áskoðarin [...] rationella heilan í okkum menniskjum. Kjartan Hansen heldur, at fyri Det Ferösche Compagnie hevur tað alt at siga at vísa fram tilfar og góðsku fyri einari breiðari fjøld. - Vit eru eitt serdømi í Føroyum, kanska
ágangi. - Løgmaður er longu farin í holt við at broyta revsilógina í málum um neyðtøku. Somuleiðis skal ein lóg gerast um elting, umframt at onnur átøk, verða sett í verk. Eyðgunn Samuelsen sigur, at sjálv [...] stóran javnstøðutrupulleika. Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. - Javnstøða snýr seg júst um, at øll menniskju hava sama virði, uttan mun til kyn. Og tað er ein av grundsúlunum [...] av at leggja niður í okkara børn, at tey skulu virða sín egna kropp eins væl og mørkini hjá hvørjum øðrum. Vit mugu læra okkara ungu, at tá ið ein teirra sigur nei, so er hetta meint í álvara og merkir nei
av bóli av hálkuni í morgun, tá tey vóru á veg til arbeiðis ella skúla í morgun. Hóast onga hálkufráboðan frá Landsverk, so var nevniliga hált á ymiskum vegateinum á oynni, og serliga í Hvalba elvdi tað [...] trupulleikar, har nakrir bilar fingið skaða í brekkuni á veg niðan til skúlan. Økisleðarin fyri Landsverk í Suðuroynni, Asbjørn Mortensen, segði við in.fo í morgun, at tað er teknisk útgerð, ið automatiskt [...] automatiskt boðar frá, tá hálka er. Tí kundi hann ikki siga, hví eingin hálkufráboðan var í morgun. Rakstrarleiðarin fyri deildina fyri infrakervi hjá Landsverk, Mikkel Heide Frandsen, er tó førur fyri at svara
fáa føroyska countrytónleikin upp á tað støði, hann er í dag. Leiðin út í heim Á fløguni eru nakrir av kendu sangunum hjá Kristinu, sum eru kladdir í ein nýggjan og sera góðan, enskan búna og so eru tvey [...] Alex Bærendsen, sum eg sjálvur hevði nógv tónleikaligt saman við í 70´unum og 80´unum. Nú er Alex so aftur við dóttrini á konsertini í dag og má tað kennast gott fyri hann, at Kristina nú leggur seinnu [...] sigast, at hann hevur lagt eitt sera gott arbeiði úr hondum. Upptøkurnar er gjørdar í heimastudionum, sum Johnny Cash lat gera í smáttu síni. At hon hevur Jákup Zachariassen við sær, er onki meira enn ein s
árini. Men sunnudagin 28. august kann fólkið í Norðdepli hátíðarhalda, at liðin eru júst 150 ár síðani fyrsta familjan valdi at búseta seg her við Hvannasund. Í 1866 fluttu Poul Sivert Sivertsen og kona hansara [...] fundir, framførslur, fyrilestrar og felagsskapur standa í fokus. - Sjálvan føðingardagin, sunnudagin 28. august verður fólkafundur á Torginum, mitt í bygdini, har ein minnissteinur verður avdúkaður. Millum [...] stuttan tein, og møguleikin at spæla tey gomlu spølini, sum børnini í Norðdepli spældu á sinni. Ein serstøk matstova verður eisini í bygdini, har møguleiki er at keypa sær nógvan góðan mat úr sjónum, ið
altjóða samfelagið stríddist móti hvíta stýrinum í Suðurafrika, sigur Jan Múller. Sjálvur hevur hann í áravís havt ein dreym um at fara til Suðurafrika, í tí vón um møguliga at fáa loyvi at hitta Mandela [...] á BBC í kvøld, hann fór ”from prisoner to president”, sigur Jan Múller, sum brúkar kvøldið til at fylgja við, nú tíðindastovur kring allan heimin bera deyðsboðini um Mandela. - Hann hevði vitjað í Norðurlondum [...] eru farin um allan heim í kvøld, leitar fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin brævið frá Mandela framaftur. - Thank you for your birthday wishes. Your support gives us strength, stendur í brævinum, sum Mandela
verkætlan. Tá ið Kári P. Højgaard var landsstýrismaður í innlendismálum, var hann at kalla komin undir land við eini privatari loysn. Men so kom politisk øði í grindina og tað elvdi til, at tann ætlanin varð [...] bara ásanna, at samgongan hevur vunnið sigur í hesum máli, sigur Kári P. Højgaard. Hann vísir á, at samgongan arbeiddi miðvíst fyri eini privatari loysn í fleiri ár. - Men nú hevur samgongan snarað 180 [...] hava fingið álagt tagnarskyldu í hesum máli. Annars heldur hann, at tað er lagnurnar speisemi, at høvuðsatfinningin ímóti privatu tunnilis ætlanini, var, at alt var í trúnaði. Men nú er politiska skipanin
sjúkrahús fáa arbeiðsfrið - júst tað, ið er Løgtingsins vilji! Trýstið á landsstýrismannin hevur verið stórt hesar síðstu dagarnar, í samband við ætlaðum broytingum innan leiðslubygnaðin í Sjúkrahúsverki Føroya [...] forstjórin hevur eisini tveir stjórar afturat sær, og skipa teir tríggjir stjórarnir í felag uppgávurnar og ábyrgdarøkið í millum sín. Hesir báðir stjórarnir eru eisini stjórar fyri ávikavist Suðuroyar sjúkrahús [...] soljóðandi og er dagfest 5/12-19: Landsstýrismaðurin hevur ikki broytt leiðslubygnaðin í Sjúkrahúsverk Føroya. Ovasta leiðslan í Sjúkrahúsverk Føroya varð formliga skipað 1/1-2018 við einum forstjóra og tveimum
– Vit eru í eini serligari støðu, og nú má tíðini nýtast til at granska covid-19, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, ið er ein av yngru læknunum í Føroyum. Í eitt ár hevur hann arbeitt við einari phd-verkætlan [...] nýtt, sum kenna til gransking og skjótt kunnu koma í gongd. Sama støða er úti í heimi. – Hetta er spennandi arbeiði, og vit í Føroyum kunnu eisini gera mun bæði her heima og uttanlands. Ongantíð áður hevur [...] afturat til tað verkætlanina. Men júst nú er tað covid-19, tað handlar um. Brúk er nevniliga fyri nógvum fólkum at granska her og nú, nú so nógvar granskingarverkætlanir skulu í gongd, og tí verða tey fólk nýtt