Kynsligur ágangur: Hetta er heilt burturvið

Arbeiðið at steðga neyðtøkum og kynsligum ágangi, stendur ovast á skránni hjá samgonguni

Neyðtøkur og kynsligur ágangur, vísa, at vit hava ein stóran javnstøðutrupulleika.

 

Tað staðfestir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

- Javnstøða snýr seg júst um, at øll menniskju hava sama virði, uttan mun til kyn. Og tað er ein av grundsúlunum undir okkara samfelagi, at øll hava sama virði, og at øll, uttan mun til kyn, skulu kunna ferðast trygt alment. Tí eru vit sum samfelag ímóti øllum slag av harðskapi og ágangi á kvinnur, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Hon heldur, at tað er púra burturvið, at gentur ið hava verið fyri kynsligum ágangi skulu føla, at tað er teirra skyld og teirra skomm,  og at tær tí aloftast velja at tiga hetta burtur.

 

- Vit eiga heilt frá barnsbeini av at leggja niður í okkara børn, at tey skulu virða sín egna kropp eins væl og mørkini hjá hvørjum øðrum. Vit mugu læra okkara ungu, at tá ið ein teirra sigur nei, so er hetta meint í álvara og merkir nei, og at tað er ikki rætt at seta spurnartekin við tað.

 

Eyðgunn Samuelsen ger greitt, at samgongan leggur stóran dent á bardagan móti harðskapi og kynsligum ágangi.

 

- Løgmaður er longu farin í holt við at broyta revsilógina í málum um neyðtøku. Somuleiðis skal ein lóg gerast um elting, umframt at onnur átøk, verða sett í verk.

 

Eyðgunn Samuelsen sigur, at sjálv fer hon beinanvegin at taka stig til at gera eina tilbúgving, so at kvinnur sum hava verið neyðtiknar, fáa bráðfeingis hjálp.

 

- Reglur skulu gerast, so tað ber til hjá kvinnum ið hava verið neyðtiknar, at verða kannaðar, uttan at melda álopið. Ein neyðtikin kvinna kann vera so illa fyri sálarliga beint eftir hendingina, at tað er trupult hjá henni at taka støðu til, um hon skal melda ella ikki.

 

Hinvegin er tað alneyðugt, at tær kanningar ið verða gjørdar eftir neyðtøku, verða gjørdar á ein slíkan hátt at prógvini kunnu brúkast í einum møguligum rættarmáli, og tí mugu reglur gerast um hetta. Støða má eisini takast til, hvussu leingi tílík prógv skulu goymast.

 

Samstundis skal heildarætlanin um kynsligan ágang setast í verk og tað arbeiðið byrjar eisini í ár.

 

- Eftir heildarætlanini skulu tey, sum hava seinárin av kynsligum ágangi í barnaárunum, kunna fáa ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi, sigur Eyðgunn Samuelsen.