Á páskum skal føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie luttaka á navnframa Ibero-American Theater Festival of Bogotá, Kolumbia, sum er ein av heimsins størstu leiklistafestivalum við luttøku av leikbólkum úr 25 ymiskum londum og út við 3 milliónum áskoðarum úr øllum heiminum.
Innbjóðingin til henda stóra festivalin kom umvegis Norðurlandahúsið í Føroyum, sum fekk fyrispurning frá festivalinum um, hvat leikverk Føroyar møguliga kundu bjóða fram á norðurlendska framførslupallinum, og valið fall á leikverkið REGN við Det Ferösche Compagnie.
REGN er triðja leikverkið, ið eksperimenterandi leiklistabólkurin hevur framført, síðani hann byrjaði sítt virksemi í 2010. Á vári 2012 var Det Ferösche Compagnie á listauppihaldi í Írlandi, har tey saman við navnframa danska leikstjóranum, Nina Kareis, framleiddu og frumframførdu REGN í býnum Longford.
Søgan stavar frá einari eldri føroyskari søgn um eina gentu og ein drong úr hvør sínari grannabygd, ið gerast góð, men kærleikin teirra millum er trupul og bannaður. Tey, ið framføra eru Kristina Sørensen Ougaard, Kjartan Hansen og Jens L. Thomsen.
Spurd um, hví hon metir at júst REGN er útvalt og hvørjar styrkir eru í leikverkinum sigur Kristina Sørensen Ougaard:
- REGN byggir á eina søgu, sum áskoðarin kanska ikki kennir, men allíkavæl hava vit upplivað, at leikurin megnar at miðla ymiskar kenslur, stemningar og associatiónir hjá áskoðarunum bæði í Føroyum, Danmark og Írlandi. Samanspælið millum ljóðmyndirnar, rørslurnar, tekstin, búnarnar og pallmyndina skapar eitt palllistarligt úttrykk ella mál, sum er abstrakt- og tó ikki! Eg haldi, at Regn tosar meira til kenslurnar og tilvitskuna, enn til tann rationella heilan í okkum menniskjum.
Kjartan Hansen heldur, at fyri Det Ferösche Compagnie hevur tað alt at siga at vísa fram tilfar og góðsku fyri einari breiðari fjøld.
- Vit eru eitt serdømi í Føroyum, kanska í øllum heiminum, orsaka av mátanum vit handfara og presentera upprunaføroyskt tilfar. Vit viðgera universellar kenslur og støður og stremba eftir at lyfta tilfarið, so tað ikki einans er viðkomandi fyri tann føroyska áskoðaran. Eg vóni at móttøkan í Kolumbia verður góð og at Det Ferösche Compagnie við hesum førkar seg inn á altjóða leiklistapallin - tað er har vit hoyra heima, sigur Kjartan Hansen.