Andstøðan vann stríðið um Eysturoyartunnilin

Samgongan hevur kúvent sigur Kári P. Højgaard, sum hevur ringar vónir um, at upprunaliga tíðarætlanin fer at halda

Andstøðan hevur vunnið stríðið um Eysturoyartunnilin.

 

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

 

Í nógv hevur politisk ósemja verið um, hvussu ein undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy skuldi skipast, og um talan skuldi vera um eina almenna ella eina privata verkætlan.

 

Tá ið Kári P. Højgaard var landsstýrismaður í innlendismálum, var hann at kalla komin undir land við eini privatari loysn.

 

Men so kom politisk øði í grindina og tað elvdi til, at tann ætlanin varð slept, landsstýrismaðurin varð koyrdur frá og kanningarstjóri er settur at kanna um alt er farið rætt fram.

 

Síðani hevur verið arbeitt við at finna eina semju ímillum allar flokkar um, hvussu Eysturoyartunnilin skal skipast.

 

Og nú er komi so mikið væl áleiðis, at umboð fyri allir flokkar hava snikkað eitt lógaruppskot saman, sum nú er til hoyringar hjá teimum ymsu flokkunum.

 

- Vit kunnu bara ásanna, at samgongan hevur vunnið sigur í hesum máli, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hann vísir á, at samgongan arbeiddi miðvíst fyri eini privatari loysn í fleiri ár.

 

- Men nú hevur samgongan snarað 180 stig, tí tann loysnin, sum nú liggur á borðinum, er ein almenn loysn burtur av.

 

Tað merkir, at eitt alment partafelag skal stovnast, sum fyrst skal gera Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin.

 

Annars vil hann ikki siga so nógv, tí flokkarnir hava fingið álagt tagnarskyldu í hesum máli.

 

Annars heldur hann, at tað er lagnurnar speisemi, at høvuðsatfinningin ímóti privatu tunnilis ætlanini, var, at alt var í trúnaði.

 

Men nú er politiska skipanin samd um, at alt skal vera í trúnaði, heldur hann speiskliga fyri.

 

Hinvegin metir hann, at nú allir flokkar hava verið við til at gera lógaruppskotið, er ein semja undir landið.

 

- Men tað er júst undir landi, at skerini eru, so enn ber ikki til at siga nakað.

 

Hann vísir Kári P. Højgaard á, at eftir privatu ætlanini kundi verið koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2018, gekst væl í hond.

 

Men nú er hann sannførdur um, at hendan tíðarætlanin fer ikki at halda.

 

- Vit eru longu nógv seinkað av politiskari ósemju. Samstundis skal felagið stovnast og arbeiðið bjóðast út, umframt at fleiri jarðfrøðiligar kanningar skulu gerast.

 

- Tí havi eg lítlar og ongar vónir um, at upprunaliga tíðarætlanin fer at halda, sigur tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin.