Nógvir suðuroyingar vórðu tiknir av bóli av hálkuni í morgun, tá tey vóru á veg til arbeiðis ella skúla í morgun. Hóast onga hálkufráboðan frá Landsverk, so var nevniliga hált á ymiskum vegateinum á oynni, og serliga í Hvalba elvdi tað til trupulleikar, har nakrir bilar fingið skaða í brekkuni á veg niðan til skúlan.
Økisleðarin fyri Landsverk í Suðuroynni, Asbjørn Mortensen, segði við in.fo í morgun, at tað er teknisk útgerð, ið automatiskt boðar frá, tá hálka er. Tí kundi hann ikki siga, hví eingin hálkufráboðan var í morgun.
Rakstrarleiðarin fyri deildina fyri infrakervi hjá Landsverk, Mikkel Heide Frandsen, er tó førur fyri at svara spurninginum. Hann vísir til, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at tøknin ikki boðar frá.
- Vit hava tríggjar støðir í Suðuroynni, ið máta hálku. Tær eru á Fámjinsvegnum, Porkerishálsi og kolavegnum. Tí ber væl til, at hálka er aðrastaðni á oynni, tí vit máta bara lokalt. Tað ber ikki til at máta heilar vegateinar.
Júst tey trý støðini vórðu vald fyri tíggju árum síðani, tá Landsverk gjørdi kanningar viðvíkjandi veðurlíkindini á oynni. Tá vísti tað seg, at hesi trý støðini vóru tey kaldastu á oynni.
Mikkel Heide Frandsen vísir eisini á eina aðra orsøk til, at ongin fráboðan var um hálku.
- Arbeiðsmenninir hjá Landsverk vóru vitandi um, at tað fór at vera kalt og helst hálka. So teir byrjaðu longu at salta klokkan 06.00 í morgun, áðrenn frostið legði seg. Tá tað so er salta har veðurstøðini eru, so vísa mátingarnar, at eingin hálka er.
- Tað merkir ikki, at tað ikki er hált aðrastaðni. Landsverk saltar fyrst landsvegirnar, og so koma avtalurnar, ið vit hava gjørt við kommunurnar.
Ein síðsta orsøk til, at tað kann vera hált í nøkrum støðum, meðan mátingarnar aðrastaðni vísa nakað annað, er tað, ið rakstrarleiðarin kallar lokal veðurfrøðilig umstøður.
- Tað inniber, at tað kann vera hált á einum parti av einum vegateini, men tíggju metrar frá, er støðan ein heilt onnur. Tað kann vera vindur, landslagið ella onnur viðurskiftir, ið gera, at umstøðurnar eru heilt øðrvísi frá staði til stað.

Máta ikki heilar vegateinar
















