hevði svomið tvørtur um ósan við manni á bakinum, hildu teir, at hetta var eitt satt mandómsbragd. Teir høvdu ikki hoyrt um nakran annan, ið hevði gjørt hetta, tí streymurin er so harður oman gjøgnum [...] stóðu vit alla náttina í kava- og sjóroki. Hetta er ringasta nátt í mínum lívi. Í allari neyðini bóðu vit til Gud um, at Hann mátti bjarga okkum. Tummas helt um lítlabeiggjan Tummas Zachariassen úr Streymnesi [...] hann í, um hann skuldi fara aftur til skips. Men pápi hansara, Poul í Garðastovu, segði við hann, at um hann ikki fór avstað aftur beinanvegin, fór hann als ikki aftur til skips. Hann tók tí avgerð um at fara
Stórt tilfeingi Sum skilst er stórur áhugi kring landið fyri øllum tí tilfeingi, sum makrelurin er og tí virksemi, sum hetta tilfeingi kann geva føroyskari vinnu. Kovin í Sandavági er niðursjóðingarvirkið, [...] ivast onga løtu í, at har Føroyar hava rávøruna, sum nú er líkt til, at vit fáa við makrelinum, kunnu vit eisini gerast kappingarførir, um kappingin er undir somu treytum – og ikki við høgum tollverjugørðum [...] makreli upp á 150.000 tons í ár, er spurningurin, hvørjir “aktørar” í føroyskari fiskivinnu á landi kunnu hugsast at hava áhuga í øllum tí tilfeingi, sum talan kann gerast um. Í strandalandaavtaluni millum
mangar gitingar um bæði eitt og annað, eydnaðist tað samgonguni at koma í Løgtingið við einum uppskoti til tíðina, og tað er at fegnast um. Men komið er ikki á mál enn. Politiska uppgávan nú er framvegis at [...] seg í fíggjarlógini. Hetta verður slóðbrótandi fyri føroyska samfelagið, sum ongantíð síðan 1988 hevur megnað at havt eitt avlop á fíggjarlógini, sum er størri enn ríkisveitingin. Hetta sigur okkum somikið [...] og vit loyva okkum tí at ivast stórliga um, hvussu Tjóðveldi í hesum máli fer at klára at savna fleiri enn 8 tinglimir, um flokkurin yvirhøvur stendur saman um hesar karmar. Eftir stóru tøkini, sum vórðu
venja tíðliga um morgunin, tí skúlagongdin byrjar ikki fyrr enn klokkan 10. Málið er OL Nú hann er 17, er Frans Johannesen bæði danskur og norðurlendskur meistari, men málið er størri enn so. Sum hjá so [...] harafturat eru tríggjar styrkivenjingar um vikuna. Vikuskiftið fer eisini til venjing. Tá er svimjing leygardag og styrkivenjing sunnudag. Men er tað ikki strævið? – Nei, tað er stuttligt. Eg keði meg at sita heima [...] gullvinnari og meistari saman við trimum feløgum. Hetta heiðursmerkið var einki minni enn eitt bragd, tí her vann hann meistaraheitið fyri seniorar, hóast hann bert er 17 ára gamal og kappaðist ímóti teimum, sum
Henda frásøgnin er enn ein nemandi frásøgn um ta ræðuligu støðu manningin á Ernestinu var í. Men hon er eisini ein framúr frásøgn um, hvussu tey heima upplivdu hetta. Tí er hetta enn eitt íkast til [...] fyrsta er neyvan rætt, at Ernestina var á øðrum túrinum á árinum. Men at tað vóru tveir mans um eina koyggju kann saktans vera rætt. Hetta var vanligt tá. Tað skilst á greinini, at her er talan um feðgarnir [...] skriva eisini um tær mongu skipavanlukkurnar, sum eru hendar undir Íslandi, eisini um tær føroysku. Íslendski høvundurin Stein J. Luðvíksson hevur skrivað um vanlukkuna við Ernestinu. Nógv av tí er tað sama
sum nú er farin niður til Danmarkar at lesa, ið fekk fleiri at rakna við. Kollfirðingurin, sum enn er ungur í árum, hóast hann er drúgvur í royndum á felagsliðnum, hevur verið burturfrá alt hetta árið, [...] niðri, men enn er leikaraloyvið ikki flutt, og tí var einki til hindurs fyri at hann kom beint inn á liðið.Marni tyktist eisini verða árvakin líka frá byrjan til enda. Eingin ivi skal vera um, at EB/Streymur [...] smáspælinum, sum eyðkendi felagsliðið í 2007, tá teir mistu meistaraheitið á stokkinum, er aftur at hóma, so restar enn tað allar seinasta í. Nógvu kjansirnir vórðu ikki umsettir til mál, og høvdu fleiri av
flyta upp. Liðið er ungt, royndirnar eru fáar og smáar, og harvið er tað ikki sjálvsagt, at hesir spælararnir – ikki í løtuni ið hvussu er – hava uppiborið at spæla í einari hægri deild, enn teir nú gera tað [...] talan er um nýggjar tíðir. Dreymurin er sjálvsagt, at tað í eini handavending skal eydnast at flyta uppaftur í bestu deildina. Tað liggur til høgra beinið at sammeta við Newcastle, sum eitt sindur óvæntað [...] Fótbóltur: Um metast skal út frá uppmøtingini til fyrsta heimadystin nakrantíð hjá besta KÍ-liðnum í næstbestu deildini, so kann ikki sigast annað, enn at viðhaldsfólkini framvegis bakka upp, hóast talan
koma upp um bummin, og honum eydnaðist at koma upp á ein metur og 63 sentimetrar, sum er bara 12 sentimetrar frá føroyska metinum hjá monnum. Hetta er í allar mátar merkisvert, tí hæddarlop er ein tekniskt [...] var kappingin í hæddarlopi, tí hetta er fyrsta kappingin í hesi grein, síðani Frælsur Ítróttur Føroya var sett á stovn í 2002, umframt at hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at kappast var í hæddarlopi á [...] metinum hjá teimum vaksnu, er væl lítið at ivast í, at tað metið skjótt stendur fyri falli. Rógvi Højgaard kom upp á somu hædd sum Trygvi, men so skal eisini sigast, at Rógvi er ellivu ár eldri. Í kúluvarpi
útvarpsmaðurin Árni Absalonsen hevði við hann 1971. Tá var Ziska 71 ára gamal, og søgan um, hvussu hetta eydnaðist, er henda: Árni var farin til Klaksvíkar at vitja. Har var hann farin til Eskild Norðbú at [...] pengar eisini. Beskeðin hetja Her endar samrøðan,. Tað er týðiligt, at Ziska ikki hevur hug at tosa um tann heiður, sum er vístur honum. Hetta beskedni ger hann tó ikki til eina minni hetju. Men hann [...] fiskaarbeiði, sjálvt um hann var farin um tað besta. Til bar. Ziska royndist góður maður í lítla samfelag okkara, eingin ivi um tað. Hann var sínum heimi ein góður húsfaðir. Lítið er at ivast í, at sum
FF-blaðið. Hetta merkir, at teirra lívssøga er í høvuðsheitum komin fyrr á føroyskum enn á hebraiskum ella nøkrum øðrum máli. Hetta sæst eisini aftur í bókini, har FF-blaðið við lýsing av hesi frásøgn er ein [...] mammuni. Sjálv eydnaðist mær at sleppa til rýmingar.” So rópar hon: “Nú má eg rýma!”. Hetta var seinasta sambandið við systrina. Hanna græt, tá hon fortaldi mær hetta. Eitt er at lesa um hesar ræðuleikar [...] fólki, sum greiðir frá slíkum er ógloymandi. Ikki fyrr enn aftaná kríggið fekk Hanna váttan um, at mamman og systirin vóru sendar til Auschwitz við teirri lagnu, sum hetta merkti. Fekk sjálv ferðaseðil