Bókin greiðir frá lívinum hjá Honnu og Menakhem Ben Yami, sum er ein altjóða kendur fiskivinnufrøðingur úr Ísrael. Heitið á bókini er: Lívsleiðir.
Menakhem hevur tað samband við Føroyar, at hann hevur verið her fleiri ferðir, og hann kann sigast at vera ein føroyavinur. Hann gjørdi í 2006 fyri veiðufeløgini eina frágreiðing um fiskiskapin undir Føroyum, og feløgini nýttu hesa frágreiðing í síni viðgerð av fiskidøgunum hetta ár. Hann hevði tá eisini eina áhugaverda framløgu í Miðlahúsinum.
Hann var her fyrstu ferð í 2004 til eina fiskivinnuráðstevnu. Tá hevði FF-blaðið eina samrøðu við Menakhem um hansara lív. Í 2005 hitti blaðið konu Menakhem, Hanna, í samband við ein fiskivinnufund í Noregi, og tá fekst eisini hennara lívssøga.
Var í Ísrael í 2006 og vitjaði eisini hjá Menakhem. Tá fekst meira av teirra lívssøgu, sum eisini kom í FF-blaðið.
Hetta merkir, at teirra lívssøga er í høvuðsheitum komin fyrr á føroyskum enn á hebraiskum ella nøkrum øðrum máli. Hetta sæst eisini aftur í bókini, har FF-blaðið við lýsing av hesi frásøgn er ein heilsíðumynd í bókini.
Slapp undan ghettoini í Warszawa
Tað kann sigast, at tey bæði hava tilsamans upplivað ein stóran part av holocaust hjá nasistunum.
Menakhem er føddur í Polen í 1926. Hann var 13 ár, tá Týskland legði á land hansara. Sjálvur kom hann við familjuni at búgva í ghettoni í Warszawa, har viðurskiftini vóru ræðulig. Har kom hann at uppliva, at mamman og systirin fáa “ferðaboð.” Pápin hevur varhuga av, hvat ið er hent teimum, og ræður Menakhem til at sleppa sær til rýmingar, áðrenn hann fær somu boð. Tað eydnaðist honum at rýma úr ghettoini, beint áðrenn týskarar beindu fyri henni og drupu teir flestu jødar, sum vóru eftir. Pápan misti hann eisini.
Menakhem fór uppí polsku mótstøðurørsluna móti týskarum. Eftir kríggið eydnast honum í fyrsta umfari “ólógiga” at koma til Ísrael. Har hevur hann verið við í teimum flestu kríggjum, sum hava verið.
Hanna upplivdi nasismuna í Týsklandi
Í Ísrael hittir Menakhem Honnu, sum hevur eina ikki minni dramatiska søgu sum týskur jødi. Hon átti foreldur, eina systir og tveir beiggjar. Tað eydnaðist beiggjunum at sleppa úr Týsklandi, áðrenn tað gjørdist heilt afturlatið.
Hanna búði í Berlin og kom tí so beinleiðis sum nakar at merkja, hvussu tað var sum jødi at vaksa upp í Týsklandi. Sum smágenta upplivdi hon ta happing, sum jødum var fyri. Hetta gjørdist alt verri og verri. Hon kom eisini at uppliva “krystallnáttina,” sum var byrjanin til tann rættuliga ágangin móti jødunum. Hon sá teirra synagogu sum nógvar aðrar standa í ljósum loga.
Seinni var pápin sendur í legu fyribeindur. Mamman og systirin arbeiddu á eini verksmiðju. Sjálv var hon innløgd á sjúkrahúsi. Ein dagin verður Hanna uppringd av systir síni, sum segði, at “teir hava verið á verksmiðjuni og vóru farnir við mammuni. Sjálv eydnaðist mær at sleppa til rýmingar.” So rópar hon: “Nú má eg rýma!”. Hetta var seinasta sambandið við systrina. Hanna græt, tá hon fortaldi mær hetta. Eitt er at lesa um hesar ræðuleikar, men at sita saman við fólki, sum greiðir frá slíkum er ógloymandi. Ikki fyrr enn aftaná kríggið fekk Hanna váttan um, at mamman og systirin vóru sendar til Auschwitz við teirri lagnu, sum hetta merkti.
Fekk sjálv ferðaseðil til Auschwitz
. Hanna varð sjálv send til kz-leguna Theresienstadt, har hon var á sjúkrahúsi. Hetta skuldi eitast at vera ein mynsturbýur, “gáva Hitlers til jødarnar.” Theresienstadt hevði “sjálvstýri” við einum býráðið mannað við jødum.
Her var javnan “flutningur” úr býnum. So hvørt býurin fyltist góvu týskarar jødiska ráðnum boð um, at nú skuldu til dømis 5.000 flytast úr býnum, men býráðið skuldi sjálvt avgera, hvørji tey skuldu vera! Øll vistu, at hetta merkti tann vissa deyðan. So tað var ein øgilig neyð, sum gekk á fólkið í hesum sambandi.
Ein dagin kemur tørnið til Honnu. Tá fekk eisini ferðaboð til Auschwitz. Men ein lækni á sjúkrahúsinum sýtti henni at fara, tí hon var ov sjúk til ferðina! Hetta bjargaði hennara lívi, tí hetta var seinasta tokið til Auschwitz og tann vissa deyðan.
Giftist við fiskimanni
Hanna kom eisini til Ísrael. Her hittu hon beiggjar sínar aftur. Men her var eisini vandi á ferð. Ein beiggi hennara varð nevniliga skotin av arabara, eina ferð hann kom úr einum flogfari. Men so merkiligt var tað, at hann varð bjargaður av sínum “mordara.” Tá ið hesin sá, at beiggin enn livdi, fekk hann sent boð, so beiggin fekk hjálp.
Hanna hittir eisini Menakhem. Tey giftust og fingu tvey børn, og eiga tey eisini nú fleri barnabørn. Tey búðu upprunaliga nærindis Haifa. Nú búgva tey í Tel Aviv, har børnini eisini búgva.
Menakhem gjørdist fiskimaður og førdi sín eina bát. Við sínum báti kom hann undir Suezkrígnum í 1956 at smugla teir seinastu jødarnar úr Egyptalandi til Ísrael.
Gjørdist altjóða fiskivinnufrøðingur
Men tað var skjótt, at onnur boð komu eftir Menakhem. Hann kom í mong ár at arbeiða fyri FAO, matvørustovnin hjá ST, sum ráðgevi hjá fiskimonnum í menningarlondum. Hann hevur verið í einum hópi av londum at lagt fiskimonnum lag á við skilagóða fiskiveiðu. Millum annað var hann í fleiri ár í Eritrea, sum tá var ein partur av Etiopia.
Menakhem hevur eisini skrivað ein hóp av bókum og ritgerðum um fiskivinnu, eisini lærubøkur til fiskimenn.
Hóast Menakhem er 83 ár, er hann framvegis virkin og ferðast til altjóða fiskivinnustevnur.
Spennandi bók
Tað er einki at ivast í, at bókin hjá Menakhem er ein spennandi og lívsjáttandi bók. Hóast alt, sum tey bæði hava verið ígjøgnum, so eru tey bæði framúr tollynt uttan agg til nakran.
Eg eri sjálvur errin um, at teirra holocaustsøga fyrst kom fram í FF-blaðnum, og at hetta verður viðurkent við hesi myndini í bókini hjá Menakhem.
Frásøgnin er eisini so mikið áhugaverd, at hon verður varðveitt á Holocaust savninum í Washington.
Menakem er framvegis viðurkendur sum fiskivinnufrøðingur. Fishing New International hevur komandi mánaða eina samrøðu við hann. Quentin Bates, kendur í Føroyum, sum skrivar í hesum blaði, sigur, at Menakhem er ein tann mest áhugaverdi persónur, sum hann hevur hitt.
Ofta er tað so, at eitt samband førir annað við sær. Í fjør spurdi hann seg fyri í Føroyum, um tað var møguligt hjá Yam, sum kona hansara var abbasystir til, at fáa kjans við fiskiskipi í Føroyum. Hann var so við Skálabergi í fjør heyst og “slapp” eisini við til Mumansk! Honum dámdi so væl saman við føroyingum, at hann fegin vil koma aftur. At hava slíkar vinir kann saktans koma okkum til nyttu.










