Svimjing: Tríggjar ferðir stóð hann einsamallur á ovasta pallinum, eftir at frásøgumaðurin í teirri glæsiligu svimjihøllini í Esbjerg hevði rópt hann gullvinnara og danskan meistara. Í einum føri stóð hann ovast sum gullvinnari og meistari saman við trimum feløgum. Hetta heiðursmerkið var einki minni enn eitt bragd, tí her vann hann meistaraheitið fyri seniorar, hóast hann bert er 17 ára gamal og kappaðist ímóti teimum, sum eru eldri.
Umframt tey fýra donsku meistaraheitini og gullmerkini, vann Frans silvur í tveimum kappingum og bronsu í tveimum. Og so hoyrir tað við til søguna, at hann eisini megnaði at kvalifisera seg til EM í Finnlandi, har hann skal svimja 400 metra frísvimjing. Frammanundan er hann norðurlendskur meistari í bæði 400 metra og 1500 metra frísvimjing.
Eldri bróðurin, 19 ára Sørin, var eisini ein av teimum heilt evnaríku svimjarunum og vann nógv heiðursmerki. Hann hevur ikki gjørt so nógv við svimjingina, men er nú byrjaður aftur, og í kappingini í páskavikuni eydnaðist honum at koma í eina hálvfinalu.
Upp klokkan fimm
Frans var fimm ára gamal, tá hann byrjaði at svimja við tí serliga svimjiskúlanum, sum felagið West Swim í Esbjerg hevur. Síðani hevur hann hildið seg til svimjingina, burtursæð frá einum ári, tá hann valdi fótbóltin framum. Men skalt tú gera teg galdandi innan svimjing, er eittans at gera, og tað er venjing.
Frans og Sørin venja nógv, og teir fara frá húsum klokkan fimm á morgni at venja. Frans greiðir frá, at hann hevur 28 venjingartímar um vikuna. Tíggju ferðir venur hann í vatni, og harafturat eru tríggjar styrkivenjingar um vikuna. Vikuskiftið fer eisini til venjing. Tá er svimjing leygardag og styrkivenjing sunnudag. Men er tað ikki strævið?
– Nei, tað er stuttligt. Eg keði meg at sita heima og gleði meg at sleppa aftur at venja, sigur hann brosandi.
Frans gongur í 10. flokki, men tann nógva svimjivenjingin órógvar ikki skúlagongdina. Skúlin, sum Frans gongur í, hevur eina serliga skipan, sum ger tað møguligt hjá serliga dugnaligum ítróttarfólkum at samskipa venjing og skúla.
Skipanin, sum er galdandi frá 7. flokki, er ætlað at geva ungum úrvalsítróttarfólki møguleika at ganga í skúla og venja ítrótt á høgum stigi. Hjá Frans hevur skipanin tann týdning, at hann kann venja tíðliga um morgunin, tí skúlagongdin byrjar ikki fyrr enn klokkan 10.
Málið er OL
Nú hann er 17, er Frans Johannesen bæði danskur og norðurlendskur meistari, men málið er størri enn so. Sum hjá so mongum ítróttarfólki, hevur hann ein dreym um at sleppa við til olympiskar leikir. Hann ásannar, at tíðin til OL í London í 2012 verður heldur knøpp, men so er málið er sleppa til Ol í Brasil í 2016. Tá verður hann mitt í tjúgunum og í bestu árum sum svimjari.
Men fyrst verður tað EM í Finnlandi í summar, har Frans verður ein av svimjarunum á danska landsliðnum, sum hann skal til Portugals á venjingarlegu saman við. Fyrst í hesum árinum hevði hann líka góðar tíðir sum teir bestu í hansara bólki, men sjúka gjørdi, at hann misti eitt sindur. Kortini hevur hann góðar vónir til EM.
– Eg haldi, at eg kann fáa heiðursmerki, og eg vænti ið hvussu er at koma í onkra finalu, og so verði eg nøgdur, sigur hann.
Kanska Føroyar seinni
Frans og Sørin hava eina ferð roynt seg í Føroyum. Tað var í 2007, tá teir svumu fyri Suðuroyar Svimjifelag. Hetta kom í lag, tí Jón Bjarnason var venjari hjá Sørini eitt skifti. Svimjingin í Føroyum gekk væl. Sørin vann fleiri heiðursmerki, men ongantíð meiri enn silvur, tí Pál Joensen fór við gullinum. Frans fekk minni burturúr, tí hann var sjúkur, tá kappingin byrjaði.
Men kundi Frans hugsað sær at svomið fyri Føroyar? Jú, um tað vóru somu møguleikar har sum í Danmark, heldur hann. Hinvegin kundi hann gott hugsað sær at roynt seg aftur til eina FM-kapping. Men vansin er, at hann fær eina mánað karantenu frá sínum danska felagi, um hann svimur fyri eitt føroyskt felag til FM.
Føroyska landsliðið kann Frans ikki svimja fyri, tí so sleppur hann ikki aftur á tað danska. Hann ásannar, at Oyggjaleikirnir høvdu verið áhugaverdir, men at hann vil ikki missa møguleikarnar við danska landsliðnum.
– Men kanska velji eg Føroyar framum, tá eg verði eldri, sigur Frans stillisliga og og rembir sær. Men nú er klokkan eisini farin av níggju, so tað er sognartíð hjá einum toppsvimjara.
MYNDATEKSTIR:
MEDALJUREGN
Frans Johannesen við heiðursmerkjunum, hann vann í kappingini um danska meistaraheitið fyri viku síðani
Mynd: Árni Joensen
HØRÐ VENJING
Hvørja viku hevur Frans 28 venjingartímar um vikuna, og svimjing er á skránni sjey dagar hvørja viku – annaðhvørt í vatni ella við styrkivenjing
Mynd: Árni Joensen
GYLTUR VEGGUR
Bæði Frans og beiggi hansara, Sørin, hava tey mongu heiðursmerkini hangandi á vegginum heima. Her sæst Sørin undir síni flottu røð av heiðursmerkjum
Mynd: Árni Joensen










