Hvassastu atfinningarnar komu, sum vituligt er, frá Tjólveldinum, sum í sama andadrátti boðaði frá, at tey fóru at koma við sínum egna uppskoti til fíggjarkarmar.
Vit í Føroya Væl sita nú spent og bíða eftir, hvat hesir fíggjarkarmar fara at innihalda. Vit vænta, at uppskotið hjá Tjóðveldi millum annað fer at innihalda svarini upp á alt tað, sum floksins framsøgumaður, Tórbjørn Jacobsen eftirlýsti á tingsins røðarapalli.
Serliga eru vit spent upp á at síggja hvussu Tjóðveldið ætlar at fylla stóra inntøkuholið, sum ein avtøka av ríkisveitingini letir eftir seg í fíggjarlógini. Hetta verður slóðbrótandi fyri føroyska samfelagið, sum ongantíð síðan 1988 hevur megnað at havt eitt avlop á fíggjarlógini, sum er størri enn ríkisveitingin.
Hetta sigur okkum somikið, sum at Tjóðveldi skal út og finna heilt nýggjar og óroyndar inntøkukeldur og finna nýggj bein hjá samfelagnum at standa á. Vit trúgva, at Tjóðveldi bara vil Føroyum tað besta, og tí fer at koma við uppskotum til inntøkur, sum kunnu venda føroyska búskapinum.
Gott hevði verið, um Tjóðveldi skjótt kundi komið við hesum inntøkum, so tær kunnu koma við í uppskotið, ið varð borið í Løgtingið.
Men vit óttast, at hesin størsti andstøðuflokkur á tingi hevur ætlanir um at minka um ríkisveitingina, heldur enn at fáa hana prístalsreguleraða, sum Sambandsflokkurin hevur víst á.
At meta frá misálitinum móti løgmanni, so hevur uppskotið til fíggjarkarm hjá Tjóðveldi neyvan meira enn 13 tinglimir aftan fyri seg, treytað av, at flokkurin klárar at fáa hinar báðar andstøðuflokkarnar við. Tjóðveldið hevur annars fyrr víst í verki, at flokkurin ikki megnar at bera nakað samstarv á mál, og vit loyva okkum tí at ivast stórliga um, hvussu Tjóðveldi í hesum máli fer at klára at savna fleiri enn 8 tinglimir, um flokkurin yvirhøvur stendur saman um hesar karmar.
Eftir stóru tøkini, sum vórðu tikin í Fíggjarmálaráðnum og mangar gitingar um bæði eitt og annað, eydnaðist tað samgonguni at koma í Løgtingið við einum uppskoti til tíðina, og tað er at fegnast um.
Men komið er ikki á mál enn. Politiska uppgávan nú er framvegis at finna neyðugar inntøkur og neyðugar sparingar.
Føroya Væl hevur fyrr víst á, at vit ikki kunnu vera ríkisveitingina fyri uttan, og mæla vit tí til, at henda árliga upphædd verður prístalsregulerað.
Vit mæla eisini til, at sparingar verða funnar í almennu umsitingini. Tað er ein sannroynd, at fleiri dupultfunktiónir verða gjørdar av starvsfólkum í almenni umsitingini í løtuni, og vit eru ikki í iva um, at pengar kundu verið spardir – og kanska ein betri tænasta eisini verið veitt – um onkrir av hesum stovnum vórðu lagdir saman.
Føroya Væl
Valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy